verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út. Ein ítøkilig ætlan er um at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar, uppí 1.450 metrar. Og ein onnur ætlan er gjørd um at seta ³glíðibanaanlegg3 [...] úrslit av hesum er, at fyri nøkrum døgum síðani vóru danskir byggirfrøðingar í Havn og tosaði við býráðið um flogvøllin á Glyvursnesi. Tað er trupult at fáa at vita akkurát, hvat fundurin var um. Leivur Hansen [...] Hansen, býráðsformaður er tættur sum fløskan, og sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar enn. Og hann hvørki vátta ella avsanna um fundur hevur verið um flogvøllin. Men spurdur nærri, viðgongur hann kortini
Landsfundurin er tað, ið ein kann nevna aðalfundur hjá skótarørsluni, og er hann annaðhvørt ár. Annaðhvørt ár er so tað, ið kallað verður leiðarastevna, har mál eisini vera viðgjørd, men hetta er kortini ikki [...] peningi er avsettur á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamálið, men ikki nærtil nóg mikið til at nøkta tørvin. Skótarørslan fær 200.000 kr. frá tí almenna, men tað er eyðsæð, at hetta langt frá er nóg mikið [...] gongdin er at kalla hin sama sum í hinum Norðanlondunum. Stóri trupulleikin er kortini ikki vantandi skótar sum soleiðis. Fleiri kenna seg helst aftur í, at tað heldur er vantandi leiðarar, ið er orsøkin
stjóri í Amerada Hess hugleiddi um olju, kappróður og mentan. Ólavur Hátun, musikkskúlaleiðari tosaði um stuðulin, sum hetta oljufelagið hevur latið musikkskúlanum og sum er farin til at keypa violinir fyri [...] Ikki kann sigast annað enn, at tað var sjáldsamur dagur í Kirkjubø í gjár, tá nýggi kappróðrarbáturin hjá Róðr-arsamband Føroya varð navngivin og sjósettur. Talan er um eitt serliga slag av kappróðrarbáti [...] næmingar á musikkskúlanum og eftir hetta varð boðið til morgunmatar. Tað er umboðsmaðurin hjá Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, sum hevur fyrireikað tiltakið. Ætlanin er, at vestmenningar skulu fara til
veljarakanningini er stór, heili 25 %. Tað Óli Breckmann sipar til er, at av 735 spurdum vóru 123 sum ivaðust hvønn flokk tey fóru at velja, meðan 40 søgdu at tey ikki fara á val. ? Hetta er eftir míni meting [...] í tvey ár. Og tí eru vit nøgd við tað sum er komið burturúr. Um skattapolitikkin sigur hann: ? Vit hava gjørt skattaskipanina munandi einfaldari, og úrslitið er, at borgarin, alt eftir inntøku sjálvandi [...] at standa ímóti einum øgiligum trýsti um friðingina. Men hygg at úrslitinum. ? Vit hava haft ein munandi betri fiskiskap enn roknað varð við, og ein av orsøkunum er friðingin sum okkara landsstýrismaður
hoyrdu fyrilesturin leygardagin skiltu, at Severin dámar væl Trónd Patursson. Hann er frábera góður listamaður, og so er hann eisini góður sjómaður, segði Severin. ? Tá ið Tróndur kom umborð, tá vistu vit [...] Seinnapartin leygardagin helt Tim Severin fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin var um tær báðar seinastu ferðirnar hann hevur gjørt »The Spice Island Voyage« og »China Voyage«. Fyrilesturin var [...] listamenninir høvdu fingið burturúr ferðunum. Orsøkin til at Tim Severin hevur listamenn við á ferðini er, at hann brúkar myndir og tekningar teirra í bókum sínum. Tróndur Patursson hevur gjørt tekningar til
undirmett VB, tí tað er ein sannroynd, at tær gingu sera lætt um spælið, og hóast tekinini vóru um, at tað ikki fór at ganga, sum tær høvdu ætlað og ivaleyst roknað við, var tað ikki fyrr enn móti endanum av [...] fáa nakað stig leygardagin, og gamla reglan um, at tú mást vinna á liðunum, sum eru niðan fyri teg á stigatalvuni, um tú ætlar tær nakran veg í kappingini, er framvegis galdandi. Tað megnaðu bæði StÍF og [...] megnaði tað. FM-møguleikin er ikki mistur enn, men kravið til Kyndil nú, at tær mugu vinna á báðum liðunum, sum eru oman fyri tær á stigatalvuni, fyri at gerast føroyameistarar, og tað er enntá ikki víst, at
stigatal sum StÍF. Eftirsum VÍF vann sín dyst um vikuskiftið, eru vestmenningar nú trý stig framman fyri nummar tvey, men enn er nógv eftir at spæla um. Um nú StÍF leygardagin 21. februar klárar at koppa [...] sum gjørdi, at StÍF ongantíð megnaði at minka munin longur niður enn til trý mál. StÍF hevði John Petersen við fyri bert aðru ferð hetta kappingarárið, og hann spældi rímiliga væl, men sum hjá hinum á liðnum [...] steypafinaluna móti Kyndli komandi leygardag at hugsa um, áðrenn teir aftur kunnu fara at konsentrera seg 100 prosent um landskappingina. StÍF-H71 25-30 (10-17) StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen
skuldu broytast, og til hetta arbeiði fingu teir freist til 1. juli í ár. ? Hetta arbeiði er komið væl áleiðis, og eg rokni við at tað verður liðugt um ein mánað. Tá frætta tit meira um broytingarnar ? Bro [...] verða gjørdar vil Jens Petur Arge tí onki siga um. ? Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum, men sum eg segði í áðni, so frætta tit meira um hetta mál um ein mánað ella so. Jens Petur Arge vil tó siga [...] Tryggingarsambandið Føroyar er nú ikki einsamalt á tryggingarmarknaðinum longur. Einkarrætturin hjá samtakinum at tekna tryggingar er avtikin við lóg, og fyrsti kappingarneytin hevur longu sæð dagsins
bankin hevði brúk fyri meira peningi, men segði einki um tað fyri Landsstýrinum. - Eg havi skilt, at talan er bert um tann partin av avtalunum, sum er um partabrævaumbýtið, ið nú verður nú gjørt vart við, [...] hesin partur er so nær tengdur at avtalunum, vil Landsstýrið taka fyrivarni, áðrenn firningarfreistin er av. - Spurningurin er, um tað ber til at siga allar avtalurnar upp, tá ein partur er gjørdur undir [...] geva 200 mió. krónur til gávus, er ikki tekin um, at bankin hevur reint mjøl í posanum. Hví skulu teir annars givið føroyingum 200 mió. krónur? - Tað er greitt, at hetta er ein ásannan av, at teir hava gjørt
Jógvan Højgaard roknar við, at teir koma í hesi vikuni. Talan er um ein álopsspælara og ein miðvallara. Teir eru báðir 22 ára gamlir. Tað er russiski blaðmaðurin Ivan Maskolenko, sum ofta hevur verið á [...] var sera torført at »sleppa av við teir aftur«, um tað kann sigast soleiðis. Jógvan Højgaard veit sum sagt ikki so nógv um russararnar annað enn, at annar hevur spælt í Moskva, og at hin eisini hevur roynt [...] heldur, at tað er nóg høgt støði til at kunna spæla í Føroyum eisini. Hópurin hjá B68 er annars sum so lítið broyttur í ár í mun til í fjør, men tvær týðandi broytingar eru kortini. Øssur Hansen er komin heim