B68 fær styrk úr Russlandi

Fótbóltur: B68 arbeiðir í hesum døgum við at fáa tveir russiskar spælarar til liðið

Eins og hini feløgini er B68 farið at brynja seg til kappingarárið, ið stendur í durinum. Úr B36 kemur málmaðurin Magnus Poulsen, og í vikuni koma væntandi tveir russiskir spælarar á Svangaskarð.

Jógvan Højgaard er varaformaður í B68, og hann váttar, at felagið hevur samband við tveir russarar.

Tað hevur verið eitt sindur óvist, nær teir koma, tí tað hava verið trupulleikar við passinum hjá øðrum, men Jógvan Højgaard roknar við, at teir koma í hesi vikuni.

Talan er um ein álopsspælara og ein miðvallara. Teir eru báðir 22 ára gamlir. Tað er russiski blaðmaðurin Ivan Maskolenko, sum ofta hevur verið á Toftum í sambandi við landsdystir, og sum í løtuni gongur á háskúlanum í Havn, ið hevur fingið sambandið í lag.

? Vit vita í veruleikanum ikki so nógv um teir og hava enn ikki bundið okkum til nakað mótvegis teimum. Í fyrsta umfari koma teir til okkum til royndarvenjing, sigur Jógvan Højgaard.

Í fjør hevði B68 venjara og tveir spælarar úr Jugoslavia, men tað samstarvið eydnaðist ikki serliga væl.

? Fyri at siga tað bart út, so vóru teir ikki nóg góðir. Eg haldi, at tað sigur seg sjálvt, at um vit skulu fáa útlendskar spælarar til Føroyar, mugu teir vera betri enn teir føroysku, sigur Jógvan.

Í fjør bant B68 seg ov tíðliga til venjaran og spælararnar, og tá tað so vísti seg, at teir ikki vóru tað, ið toftamenn høvdu vónað, var sera torført at »sleppa av við teir aftur«, um tað kann sigast soleiðis.

Jógvan Højgaard veit sum sagt ikki so nógv um russararnar annað enn, at annar hevur spælt í Moskva, og at hin eisini hevur roynt seg í 2. deild í Finnlandi. Teir koma úr 3. deild í Russlandi, og Jógvan Højgaard heldur, at tað er nóg høgt støði til at kunna spæla í Føroyum eisini.

Hópurin hjá B68 er annars sum so lítið broyttur í ár í mun til í fjør, men tvær týðandi broytingar eru kortini. Øssur Hansen er komin heim aftur úr GÍ, meðan Súni Fríði Johannesen er farin til HB.

? Um vit skulu gera okkum galdandi í kappingini, er neyðugt at styrkja liðið við spælarum útifrá, sigur Jógvan Højgaard.