Kappingin er vælkomin

Hetta sigur Jens Petur Arge, stjóri í Tryggingarsambandinum Føroyar, í stuttari viðmerking til at P/F Trygd nú aftur er farið at tekna tryggingar

Tryggingarsambandið Føroyar er nú ikki einsamalt á tryggingarmarknaðinum longur.

Einkarrætturin hjá samtakinum at tekna tryggingar er avtikin við lóg, og fyrsti kappingarneytin hevur longu sæð dagsins ljós.

Mánadagin lat P/F Trygd hurðarnar upp og fyri fyrstu ferð í 55 ár varð møguleiki at tekna trygging í øðrum felagi enn Tryggingarsambandinum Føroyar.

Vit hava spurt Jens Petur Arge, stjóra í Tryggingarsambandinum Føroyar, hvussu tað kenst at hava fingið ein kappingarneyta.

? Nú er tað serliga Brunatryggingin sum skal kappast við P/F Trygd, men teir skulu í øllum førum vera vælkomnir á marknaðin. Tað er sunt við kapping.

? Ætlanin við lógarbroytingini var jú at skapa kapping, so vit vitstu at hon fór at koma fyrr ella seinni.

Vit spurdu eisini Jens Petur Arge, um Tryggingarsambandið ætlar sær at gera nøkur móttiltøk nú teir hava fingið kapping.

Tað vildi hann ikki svara beinleiðis uppá, tí sum hann sigur, so er tað í fyrsta umfari Brunatryggingin sum kemur at kappast beinleiðis við P/F Trygd.


Leggjast undir eitt

Í sambandi við broytingina av tryggingarlógini varð skipað so fyri, at viðtøkurnar hjá Tryggingarsambandinum skuldu broytast, og til hetta arbeiði fingu teir freist til 1. juli í ár.

? Hetta arbeiði er komið væl áleiðis, og eg rokni við at tað verður liðugt um ein mánað. Tá frætta tit meira um broytingarnar

? Broytingarnar skulu verða gjørdar innan 1. juli, og eftirlitið skal hava tíð til at kanna uppskot okkara.

Hvussu hesar broytingar verða gjørdar vil Jens Petur Arge tí onki siga um.

? Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum, men sum eg segði í áðni, so frætta tit meira um hetta mál um ein mánað ella so.

Jens Petur Arge vil tó siga so mikið, at hann ikki roknar við, at ein samanlegging fær avleiðingar fyri starvsfólkini.

? Vit eru ikki í somu støðu sum bankarnir. Vit arbeiða á fleiri ymiskum økjum, og hava tí eitt størri útboð enn bankarnir høvdu. Tað teir seldu, var stórt sæð eins í báðum bankunum.

? Tí eri eg vísur í, at vit hava brúk fyri teimum starvsfólkum vit hava.