Fulla skaðabót frá dønum

Sum nevnt í blaðnum leygardagin hevði Fólkaflokkurin landsfund á Hotel Hafnia um vikuskiftið. Umleið hálvtannaðhundrað fólk vóru á fundi

Fólkaflokkurin hevði landsfund á Hotel Hafnia leygardagin og umleið hálvtannaðhundrað fólk vóru á fundi.

Í tíðindaskrivi frá fundinum skrivar Óli Breckmann, formaður, at landsfundurin viðgjørdi politiska arbeiði floksins í hesum valskeiðinum og tók undir við teimum broytingunum, sum eru gjørdar á fíggjar-, skatta- og fiskivinnupolitiska økjunum.

Óli Breckmann sigur við Sosialin, at hetta eru tey málsøki, sum flokkurin hevur umsitið, og tí hevur haft størst ávirkan á.

? Vit mugu minnast til, at vit fingu eitt stutt skotbrá. Vit hava bara verið í samgongu í tvey ár. Og tí eru vit nøgd við tað sum er komið burturúr.

Um skattapolitikkin sigur hann:

? Vit hava gjørt skattaskipanina munandi einfaldari, og úrslitið er, at borgarin, alt eftir inntøku sjálvandi, hevur eini 10-15.000 krónur meira eftir, uttan at lønirnar eru hækkaðar.

? Hetta hevur sjálvandi bøtt munandi um kappingarførið eisini.

Óli Breckmann heldur eisini, at stórar broytingar eru gjørdar á fiskivinnuøkinum.

? John Petersen hevur haft dirvið til at standa ímóti einum øgiligum trýsti um friðingina. Men hygg at úrslitinum.

? Vit hava haft ein munandi betri fiskiskap enn roknað varð við, og ein av orsøkunum er friðingin sum okkara landsstýrismaður setti í verk.

Eisini fiskidagaskipanina heldur Óli Breckmann vera sera positiva í staðin fyri tað ætlaðu kvotaskipanina.

? Við fiskidagaskipanini fingu skipini ein møguleika at fiska alt árið, eisini tá fiskur var.

? Bæði fiskifrøðingar og danska stjórnin vildu hava kvotaskipanina, men har hava vit fingið okkara ígjøgnum, og eisini tað er ein av orsøkunum til ta búskaparligu framgongd vit hava haft.

Eru tit so eisini nøgdir við gongdina í teimum málsøkjunum tit ikki hava umsitið?

? Vit royna at ávirka eftir førimuni. Okkurt kundi verið betri, men skúlalóggávuna fingu vit broytt soleiðis at vit eru nøgdir við hana.

? Eisini er ein oljulóggáva á veg. Hon skal aftur í tingið skjótt, so alt í alt eru vit nøgdir.


Fult sjálvsstýrið

Í tíðindaskrivinum sigur flokkurin, at arbeiðast skal meira miðvíst við loysingarpolitikki floksins í næsta valskeiði.

Er hetta ein viðurkenning av, at ov lítið hevur verið gjørt við málið í hesum valskeiðið?

? Tað kanst tú gott siga, men sum eg segði í áðni, so var skotbráið vit fingu bert tvey ár, og vit valdu í fyrsta umfari at arbeiða við búskapar-, skatta- og fiskivinnumálunum.

? Eftir okkara meting er treytin fyri sjálvsstýri í hesum landi, at vit kunnu gjalda sjálvi, og at vit eru kappingarfør við onnur lond, sigur Óli Breckmann og heldur fram:

? Men í næsta valskeiði ætla vit at gera meira við at fremja stevnumið floksins, sum er fult sjálvsstýri fyri Føroyar.


Veljarakanningin

Vit spurdu Óla Breckmann um tað var veljarakanningin sum hevði fingið fólkafloksmenn upp úr stólunum.

? Nei, tað er tað ikki. Ein veljarakanning er altíð áhugaverd, tí hon vísir hvønn veg rákið er.

? Men hinvegin so vísir tað seg ofta, at tá valið kemur so er broytingin ikki so stór hóast alt.

Formaður Fólkafloksins heldur ikki tað hevur so stóran týdning at Tjóðveldisflokkurin hevði fingið eitt gott val um val var í dag.

? Eftir tí eg dugi at síggja, so fáa teir tað sum annars endaði í Verkamannafylkingini við seinasta val, og tað sum Javnaðarflokkurin fór við í 1990. Men óvissan í veljarakanningini er stór, heili 25 %.

Tað Óli Breckmann sipar til er, at av 735 spurdum vóru 123 sum ivaðust hvønn flokk tey fóru at velja, meðan 40 søgdu at tey ikki fara á val.

? Hetta er eftir míni meting ov nógv, tí tað vísir seg altíð, at tey fara á val hóast alt, tá tað til stykkis kemur.

Men roknað tit við at koma í samgongu eftir valið?

? Tað er jú meiningin við politiskum arbeiði, tað at hava ávirkan, og tað hevur tú bert í samgongu, so tað er avgjørt okkara mál.


Fulla skaðabót

Bankamálið varð eisini viðgjørt á fundinum leygardagin, og landsfundurin mælti flokkinum til at arbeiða fyri, at minsta kravið mótvegis dønum í bankamálinum verður, at føroyingar fáa fulla skaðabót fyri tann miss vit hava verið fyri orsakað av villeiðandi upplýsingum frá donsku stjórnini.

Annars sigur Óli Breckmann, at teir eru sera væl nøgdir við fundin.

? Tað var ein sera fjølmentur fundur og sera engageraður fundur eisini, og tað eru vit sera glaðir fyri.

? Fundurin sjóðaði alt saman í eitt sera gott kjak, har nógvar ymiskar meiningar vóru frammi, og tað er sjálvsagt, at vit eru nøgdir við tað.