Ætlanin um at byggja flogvøll á Glyvursnesi er ikki slept.
Tað eru nú eini 10-12 ár síðani, at býráðið í Havn fyrstu ferð legði fram ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa ætlanina framda í verki.
Men komið varð ongantíð rættiliga ígongd, áðrenn búskapurin skramblaði saman og beindi alt tos um flogvøll í mølposan, saman við so mongum øðrum ætlanum.
Men málið hevur alla tíðina spøkt meiri og minni.
Og býráðið, sum nú er, heldur, at nú er tíðin búgvin at taka málið framaftur av álvara.
Eitt fyribils úrslit av hesum er, at fyri nøkrum døgum síðani vóru danskir byggirfrøðingar í Havn og tosaði við býráðið um flogvøllin á Glyvursnesi.
Tað er trupult at fáa at vita akkurát, hvat fundurin var um.
Leivur Hansen, býráðsformaður er tættur sum fløskan, og sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar enn.
Og hann hvørki vátta ella avsanna um fundur hevur verið um flogvøllin.
Men spurdur nærri, viðgongur hann kortini, at tað hava nakrir danir verið í Havn og tosað við býráðið.
Men hann vil ikki siga, hvat tosað varð um.
Men frá øðrum keldum hava vit fingið váttað, at fundurin var um flogvøllin á Glyvursnesi.
Og tað skilst frá somu keldum, at talan eru um byggifrøðingar sum hava bjóðað seg fram at gera ein flogvøllin á Glyvursnesi.
Í øllum førum vilja teir tryggja sær at koma uppí part, verður flogvøllur gjørdur.
Nú eru meiri enn 10 ár síðani, at kanningar og kostnaðarmetingar av flogvøllinum Á Glyvursnesi vórðu gjørdar og tað skilst, at m.a. var fundurin um at dagføra kostnaðarmetingarnar og tær kanningar, sum annars vórðu gjørdar tá.
Teir skuldu eisini greiða frá, um nakrar fortreytir eru broyttar tey 10-12 árini, síðani málið um flogvøllin var uppi seinast.
Framtíðarflogvøll ella lappaloysn í Vágum
Hóast borgarstjórin í Havn ikki vil siga nakað um fundin, sum hevur ímillum býráðið og donsku byggifrøðingarnar um flogvøll á Glyvursnesi, spurdu vit hann, hvat hann helt um flogvallarmálið sum heild.
Og Leivur Hansen dylir ikki fyri, at hann heldur at vit eiga at gera nýggjan flogvøll í Føroyum.
Og tað skal gerast, áðrenn støða verður tikin til málið um at byggja flogvøllin í Vágum út.
Ein ítøkilig ætlan er um at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar, uppí 1.450 metrar.
Og ein onnur ætlan er gjørd um at seta ³glíðibanaanlegg3 upp, sum ger, at flogførini kunnu seta seg í verri sýni enn nú.
Men Leivur Hansen heldur, at áðrenn støða verður tikin til útbyggingina í Vágum, eigur tingið at taka flogvallarmálið upp til viðgerðar og at taka støðu til, um vit skulu byggja ein framtíðar flogvøll í Føroyum, ella um vit skulu verða nøgd við eina lappaloysn í Vágum, sum fer at beina fyri øllum tosið um flogvallarviðurskiftini tey næstu 50 árini.
Eg haldi, at vit sakna tað kjakið í Tinginum. Og tað kjakið skuldi verið tikið upp, áðrenn støða verður tikin til at leingja flogvølli í Vágum.
Fer býráðið at royna at fáa tingið at taka málið upp?
Tað vænti eg ikki verður neyðugt. Hetta er eitt mál, sum átti at havt so stóran, landspolitiskan áhuga, at tingið skuldi tikið tað upp av sær sjálvum.
Men hvat um teir kortini ikki gera tað?
So kann tað væl vera, at býráðið kemur til til ta niðurstøðu, at vit eiga at royna at fáa málið reist í tinginum.
Flogvøllurin skal vera 1.800 metrar
Leivur Hansen heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum fer at nøkta framtíðartørvin á flogvølli í Føroyum.
Hóast hann verður longur 200 metrar, upp í 1.450 metrar, er og verður tað ikki meiri enn ein lappaloysn. Tað verður undir ongum umstøðum ein endalig loysn at leingja flogvøllin í Vágum 200 metrar.
Býráðsformaðurin í Havn sigur, at ein framtíðarflogvøllur í Føroyum er í hvussu so er 1.800 metrar langur og 45 metrar breiður og hann hevur ein trygdargeira uppá 150 metrar hvørjumegin við.
Og tað gevur heilt aðrar møguleikar fyri flogferðslu, enn vøllurin í Vágum gevur.
Leivur Hansen sigur, at ein vøllur, sum lýkur hesar treytirnar, varð mettur at kosta 525 milliónir við teimum høgu prísunum, sum vóru seinast í áttatiárunum.
Tvs, at tað er skeivt at tosa um, at nýggjur flogvøllur á Glyvursnesi kostar fleiri milliardir.
Hann kostar eina hálva milliard.
Og so mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er ein so tung uppgáva, at vit heldur eiga at sláa okkum til tols við eini lappaloysn í Vágum.
Leivur Hansen sigur, at býráðið hevur ikki gjørt nakrar nýggjar kostnaðarmetingar av, hvat flogvøllurin á Glyvurnesi kostar.
Men eru tit í ferð við at gera eina nýggja kostnaðarmeting?
Tað eru vit møguliga, er alt, býráðsformaðurin vil svara til tað.
Hevur býráðið verið í sambandi við landsstýið um málið?
Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Leivur Hansen.