ár, tá dugir man ikki at lúgva. Hann segði, at hann hevði bara fingið ein guv. Og so var spælið spilt. Eg minnist eisini eina aðru ferðina, at fastir segði við Anfinn beiggja mín, at nú skal eg vera mamma [...] fór at ganga mótashow. Eg minnist at Gunnar Stokholm royndi, men onki hjálpti. Men tá traðkaði fastir til. Hon skuldi ganga í »Asani«. Og eg má siga, at eg var stolt av henni. Hon var 29 ár eldri enn eg [...] tað, at tað skuldi vera mótashow í Sjónleikarhúsinum. Eg minnist at Bibi meldaði seg til og vildi hava meg við. Tað var ikki so løgið. Eg var seytjan ár og í fagrasta blóma. Men ikki talan um at eg fór
kríggið brast á, var tað fyrst og fremst tí, at føroyingar sjálvir høvdu stríðst fyri einum tjóðarmerkið, at avgerðin hjá bretum um at viðurkenna Merkið, var løtt at taka. Tjóðskaparlig stríð og sigrar hava [...] staðfesta, at Føroyar hava sjálvavgerðarrætt og at evsta valdið liggur hjá føroyska fólkinum. Arbeiðið vardi 12 ár, men kom ongantíð út til fólkið, mest tí at ósemja tók seg upp eftir at danska stats [...] heim. Nationalisman má ikki gera umbering fyri ikki at brúka høvdið. Men vit eiga at varðveita ein sunnan skepsis og ikki ókrittiskt lata onnur siga okkum, hvussu heimurin sær út. Um vit ikki sjálvi krevja
eg stolt av at siga, vóru omma og abbi mín. Arnhold Jespersen var sonur Eliesar og Janu Jespersen. Eliesar og Jana fingu fýra børn. Jana doyði, tá ið abbin bert var 6 ára gamal og minnist eg abban fortelja [...] sum ongi børn áttu, at vera, bert 9 mnð. gomul, og bleiv har uppfostrað sum teirra egna barn. Arnhold og Paula vuksu bæði upp í Trongisvági, nærri sagt á Bedingini. Hetta var so at siga óbygt øki, men bedingin [...] Hannommuni, har eg slapp at sita á køksborðinum og fáa eitt sindur burturav sagovellinginum við kanelsukri á. Bæði abbin og omman vóru sera køn í hondunum; omman at seyma og abbin at evna alskyns lutir burtur
morgun og kundi staðfesta, at veðrið fór at gera sítt til, at hetta fór at verða ein deiligur dagur. Tað luktaði væl av dunnu og knappliga kom eg í tankar um, at eg hevði gloymt at kókað egg. Tað er 2. Páskadagur [...] er, at tað sum oftast ikki verður hugsað. Tað standa fleiri fólk og geila onnur upp og hjá mannfólki plagar tað at vera nógmikið at siga “chicken”, so plagar at rigga. Gaman í er tað stuttligt at nógv [...] foreldur hava uttan iva havt kjakið við tannáringar sínar um, at tey nýtist ikki at gera tað sama sum hini. Tosið um týdningin at læra seg at hugsa sjálvur, og hvussu bólkatrýst kann hava keðiliga ávirkan
gav eisini nógv arbeiði at velta og laga garðar um traðirnar. Á jólum plagdu fólka av Kirkju at koma til Hattarvíkar at dansa, og trettanda kvøld fóru hattarvíkingar til Kirkju at dansa. Tað varð dansað [...] áttu í hvussu er fimm børn. Tað var eina ferð tosað um, at landnyrðingur norðan var sera harðfør ætt í Norðragøtu. Tá skuldi Tróndur siga, at um landnyrðingur norðan »er líka harðførur sum Sára mín [...] eisini nógv sum kundi gerast. Fyrst eg minnist byrjaðu teir at gera veg í bygdini. Teir gjørdu eitt sindur hvønn veturin. Men tað var ikki fyrr enn í 1990-unum, at koyrandi var millum bygdirnar. Um kvøldarnar
ikki bara sum at siga tað. Tað vórðu av kirkjuni settar so nógvar treytir, sum at grøvin mátti vígast, og at hon skuldi stikast inn, at hetta bleiv av ongum. Andrias góðkendi heldur ikki, at tað var munur [...] væl. Nógv hava spurt, um hon fer at koma út í bók. Tað kann vera, men tað fer at taka tíð. Men tað verður eisini umhugsað at fáa hetta tilfar samskipað, so tað verður atkomandi hjá øllum. Hetta skuldi [...] alment kent, at tikið er burtur av kirkjugarðinum kanska mitt í 20. øld fyri at breiðka Dr. Jacobsensgøtu. Tá vóru gravir uppgrivnar, og leivdirnar vóru fluttar. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta er
fyrstu ferð at síggja í leiklutinum sum sjónvarpsvertur í Degi & Viku. - Eg minnist, at tá eg fekk boð í oyrasniglinum um, at nú vóru bert 30 sekund eftir, til sendingin byrjaði, fór hjartað at pumpa nakað [...] ikki, at eg havi hugsað so nógv um tað. Tað er kanska trupulleikin, segði ein, ið ráddi mær frá at fara á skermin. Hon segði, at eg ánaði ikki, hvat eg rótaði meg úti. Viðkomandi helt, at hetta fór at vera [...] Úrslitið er, at eg eri at kalla altíð ónøgdur við tað, sum kemur burturúr. Men so royni eg at ugga meg við, at dølskni og líkasæla er so nógv verri, sigur Uni Holm Johannesen. Hann vísir á, at hóast hann
Steven Gerrard satt at siga, græt av gleði. Liverpool vann oddabrakið 3-2 móti Manchester City. Tað var eisini Liverpool, ið byrjaði dystin betri, tí liðið megnaði í tveimum førum at leggja seg á odda [...] økti um leiðsluna aftaná 26 minuttir, tá hann skallaði eitt hornaspark í málið. Tað eydnaðist tó City at koma aftur í dystin. David Silva minkaði um munin tá 57 minuttir vóru leiktir og Manchester City fekk [...] í dystin, tá 62 minuttir vóru leiktir. Liverpool verjuleikarin, Glen Johnson, var so mikið óheppin at hann sendi bóltin í egið mál. Men tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum, var Anfield aftur í ovfarakæti
kann gott vera, at tað verður ein nýggjur og á hesum støðinum óroyndur maður, sum fær møguleikan, og satt at siga stúra vit ikki fyri hesum, tí nýggi maðurin hevur í 1. deild víst, at vit skulu rokna við [...] spælfatan, og hann dugir væl at finna saman við liðfeløgunum. So tí kvíga vit ikki so nógv fyri, sigur Jákup á Borg. Hvat skal gerast øðrvísi Hvat ber við sær, at tit rokna við, at tað hesa ferð skal ganga [...] burturúr, so er alneyðugt, at vit sleppa undan persónligu mistøkunum, ið kostaðu so nógv ímóti HB. HB fegnast um steypasigurin HB venjarin Heðin Askham fegnast um, at tað eydnaðist at vinna steypadystin: -
var nú klárur at skriva niður svarini. OMR: Hví skrivar tú tekstir? TD: Eg veit ikki. Eg haldi ikki, at eg havi nakað val. Man kann fara langt inn í handa spurningin. Kanska tí, at eg royni at gera heimin [...] onkur hevur sagt, at tey hava fingið okkurt burtur úr søgunum. Tað hjálpir. OMR: Skrivar tú fyri teg sjálvan ella fyri onnur? TD: Eg haldi, at eg skrivi, tí at tað er stuttligt, og eg tími at vera til, tá [...] hárið.) TD: Endamálið hjá mær er ikki at moralisera, men at vísa á eina søgu og á persónarnar í søguni, og hvat teir fara ígjøgnum. At vísa á ta broyting, sum ger at menniskju ikki altíð eru tey somu. OMR: