Tað var ein kensluborin Liverpool liðskipari, ið fegnaðist um sigurin saman við áskoðarunum eftir oddabrakið í Premier League í dag. Steven Gerrard satt at siga, græt av gleði.
Liverpool vann oddabrakið 3-2 móti Manchester City.
Tað var eisini Liverpool, ið byrjaði dystin betri, tí liðið megnaði í tveimum førum at leggja seg á odda.
Raheem Sterling legði Liverpool á odda 1-0 tá 6 minuttir vóru leiktir av dystinum. Martin Skrtel økti um leiðsluna aftaná 26 minuttir, tá hann skallaði eitt hornaspark í málið.
Tað eydnaðist tó City at koma aftur í dystin. David Silva minkaði um munin tá 57 minuttir vóru leiktir og Manchester City fekk javnvág í dystin, tá 62 minuttir vóru leiktir. Liverpool verjuleikarin, Glen Johnson, var so mikið óheppin at hann sendi bóltin í egið mál.
Men tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum, var Anfield aftur í ovfarakæti. Philippe Coutinho avgjørdi dystin, tá hann við góðum skotið legði Liverpool á odda 3-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tí tók Liverpool eitt týðandi fet móti meistaraheitinum í dag.
Liverpool - Manchester City 3-2 (2-0)
1-0 Raheem Sterling, 6.
2-0 Martin Skrtel, 26.
2-1 David Silva, 57.
2-2 Glen Johnson (sjálvmál), 62
3-2 Philippe Coutinho, 78.










