Hóskvøldið í farnu viku var 24 ára gamli havnarmaðurin Uni Holm Johannesen fyrstu ferð at síggja í leiklutinum sum sjónvarpsvertur í Degi & Viku.
- Eg minnist, at tá eg fekk boð í oyrasniglinum um, at nú vóru bert 30 sekund eftir, til sendingin byrjaði, fór hjartað at pumpa nakað skjótari. Eg kom tó skjótt fyri meg, og tá sendingin var farin í luftina, so var eingin trupulleiki, sigur Uni Holm Johannesen.
Vikurnar frammanundan hevði hann fyrireikað seg væl til nýggja leiklutin. Bæði heima og við at vera inni í studionum og lesa upp av skerminum.
- Eg printaði mær nógv gomul handrit, ið eg tók heim við mær, og so stóð eg og las hart upp fyri mær sjálvum framman fyri speglinum inni á wc-inum, sigur fryntligi, ungi sjónvarpsverturin, sum hevur fingið mong rósandi orð frá vælnøgdum hyggjarum. Og júst tað er nakað, hann ikki hevur heilt lætt við at handfara.
- Eg dugi als ikki at rósa mær sjálvum ella at taka ímóti rósi. Eg eri ongantíð errin av tí, eg havi gjørt. Tá eg geri mistøk, eina vánaliga samrøðu, ella havi misskilt eitt evni eitt sindur, so kann tað níva meg í einar tveir dagar, áðrenn eg komi fyri meg, og tað kann vera eitt sindur strævið, sigur Uni Holm Johannesen.
Smæðin av lyndi
Sum vertur á Degi & Viku verður tú sæddur av einum stórum parti av Føroya fólki og gerst skjótt ein almennur persónur, men tað er ikki nakað, ið Uni Holm Johannesen ræðist.
- Eg haldi ikki, at eg havi hugsað so nógv um tað. Tað er kanska trupulleikin, segði ein, ið ráddi mær frá at fara á skermin. Hon segði, at eg ánaði ikki, hvat eg rótaði meg úti. Viðkomandi helt, at hetta fór at vera ein kollvelting fyri meg, at eg eri ov ungur og fari ikki at duga at handfara uppmerksemi. Men eg veit ikki, enn taki eg tað púra róligt, fortelur Uni Holm Johannesen.
Hóast hann ikki er heilt ókendur innan føroyska fjølmiðlaheimin, so dugir hann nú at síggja, at tað er munur á at vera tíðindafólk í útvarpi ella á einum blaði og so at vera sjónvarpsvertur.
- Higartil havi eg kent meg meira anonyman. Fólk kennast ofta við navnið, men tey kunnu ikki seta andlit á. Seinastu dagarnar havi eg veruliga merkt, at sjónvarpið er ein munandi sterkari miðil, sigur Uni Holm Johannesen.
Hóast hann trívist í nýggja leiklutinum, so dylir hann ikki fyri, at tað kann vera trupult at handfara uppmerksemi frá fólki, sum ikki er so lítið í hesum døgum.
- Í roynd og veru eri eg rættiliga smæðin og afturhaldin av lyndi. Eg havi eisini trupult við at framføra sum eg sjálvur til veitslur og tílíkt, fortelur Uni Holm Johannesen og er skjótur at leggja afturat, at hóast tað kann tykjast løgi, at ein við slíkum lyndi gerst sjónvarpsvertur, so fellir tann uppgávan honum púra nattúrligt:
- Sum journalistur fari eg líksum í ein annan ham, ið onkursvegna ger, at eg ikki havi trupult við at framføra tá.
Sonur the grand old man
Hóast Uni Holm Johannesen er sonur Johnsigurd Johannesen, sum í 28 ár hevur verið sjónvarpsvertur í Degi & Viku, hevur hann ongantíð sjálvur havt ætlanir um at fylgja fótasporum pápans.
- Eg havi ongantíð ætlað mær at verið sjónvarpsvertur ella gjørt mær stórvegis tankar um tað. Spurningurin bleiv heldur ikki aktuellur, fyrr enn tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, orðaði tað við meg í februar, sigur Uni Holm Johannesen og heldur skemtiliga fyri:
- Tað er ikki soleiðis, at meðan allir hinir páparnir fóru út á grasplenuna at sparka við soninum, sótu babba og eg inni við stovuborðið og terpaðu Deg & Viku, sigur Uni Holm Johannesen og flennir.
At hann er sonur the grand old man, hvat føroyskum sjónvarpsvertum viðvíkur, er nakað, sum nógv fólk hava lagt til merkis, nú hann sjálvur er at síggja á sjónvarpsskíggjanum. Eisini hevur hann fingið fleiri viðmerkingar, har fólk hava sagt ”ja, hatta liggur í blóðinum”.
- Tað dámar mær ikki reiðiliga. Eg havi lagt alvorliga nógva orku og tíð í arbeiði seinastu átta árini. Einki er komið av sær sjálvum, sigur Uni Holm Johannesen.
Hóast Uni Holm Johannesen ongantíð sjálvur hevur givið sær stórvegis far um, at nærum hvørt mannsbarn í Føroyum veit, hvør Johnsigurd Johannesen er, veit hann, at tað er nakað, sum hevur fylt nógv hjá øðrum fólkum.
- Fyri onnur fólk er arbeiðið sum sjónvarpsvertur kanska ikki heilt vanligt. Minnist at eg sum átta ára gamal vitjaði ein góðan vinmann eitt kvøldi, tá babba kom á skermin. Tá hugdi hann undrandi at mær og spurdi, um eg ikki skuldi skunda mær heim. Eg skilti púra einki av tí. Vinmaðurin helt í fullum álvara, at familjan savnaðist framman fyri sjónvarpinum, tá Dagur & Vika var, heldur Uni Holm Johannesen skemtiliga fyri og leggur afturat:
- Eg haldi ikki, at tað á nakran hátt hevur verið strævið fyri meg. Yvirhøvur ikki. Kanska tí at babba ger so lítlan háva burtur úr sær sjálvum, sigur Uni Holm Johannesen.
Lærir av pápanum
Tær vikurnar, Uni Holm Johannesen fyrireikaði seg til nýggja starvið sum sjónvarpsvertur, gjørdi hann sær ymsar tankar um, hvussu hann skuldi røkja ta uppgávuna.
- Eg havi roynt ikki at kopiera hann ov nógv, tí hann er egin. Fleiri hava kortini sagt nú, at vit minna um hvønn annan, so eg veit ikki reiðiliga, hvussu tað hevur gingist, sigur Uni Holm Johannesen, sum á ongan hátt kendi eitt trýst frá fólki, um at hann hevði nakað at liva upp til sum sjónvarpsvertur.
- Eg havi ikki valt hesa lívsleiðina, tí babba gjørdi tað, men havi gjørt tað av áhuga. Tað kann vera strævið hjá øðrum at síggja og hoyra okkum í heilum, men eg kom skjótt eftir, at tað skuldi ikki forða mær at gera tað, eg dugi og tími best, sigur Uni Holm Johannesen.
Hóast hann ikki hevur kent nakað trýst frá øðrum fólku, so dylir hann ikki fyri, at hann er týpan, ið setir seg sjálvan undir trýst.
- Trýstið kemur bara innanfrá, og tað hevur tað altíð gjørt. Eg havi eina ómettandi trongd at læra, og eg verði skjótt rastleysur, um tað verður ov friðarligt rundan um meg. Eg havi eina trongd at produsera eitt ella annað hvønn dag, tí produksjónin, íløgan, úrslitið av tí, tú fæst við, er væl tað, sum gevur lívinum meining.
- Eg miði altíð oman fyri tað, eg klári, og tað havi eg altíð gjørt. Úrslitið er, at eg eri at kalla altíð ónøgdur við tað, sum kemur burturúr. Men so royni eg at ugga meg við, at dølskni og líkasæla er so nógv verri, sigur Uni Holm Johannesen.
Hann vísir á, at hóast hann ikki vil kopiera pápan, so kann hann læra nógv av hansara máta at arbeiða.
- Babba er perfektionistur. Hann gevur sær altíð stundir til at lesa og hampa handritið, og hann er av somu orsøk altíð væl inni í tí, hann fæst við. Tilvildin sleppur aldrin at ráða. Eg eri meira bráður av lyndi, men eg royni altíð at vera væl fyrireikaður, sama um tað er sjónvarp ella útvarp. Tað skal eg duga betur. Og so dugi eg heldur ikki at binda slipsaknút. Hatta er vansin, tá foreldrini gera tað fyri teg, greiðir Uni Holm Johannesen frá.
Tað er tó ikki bara pápan, ið Uni Holm Johannesen hevur styðjað seg mest til journalistiskt.
- Beiggi mín, Páll, hevur altíð verið hollur í ráðum og hevur altíð givið sær stundir til at hjálpa mær við tí, eg havi arbeitt við. Honum havi eg nógv at vera takksamur fyri.
Stóran alsk til journalistikk
Hóast sín unga aldur hevur Uni Holm Johannesen fleiri ára royndir frá arbeiðinum sum journalistur. Fyrstu ferð hann royndi seg um tíðindamann, var í 2006, tá hann kom í starv hjá Dimmalætting.
- Eg fór sum 15 ára gamal í starvsvenjing har. Uni Leitisstein Hansen, sum eisini var har tá, syrgdi síðani fyri, at tá starvsvenjingin var av, skuldi eg sleppa at skriva fyri blaðið í fríðtíðini, og tí lærdi eg eina rúgvu av. Minnist, at fyrstu ferð eg hitti Árna Gregersen, spurdi hann, um hetta var hann, sum var farin at frøast við ð. Tá hevði eg skrivað 'frøðast' í einari grein, sigur Uni Holm Johannesen, sum tíðliga í 2008 fór at arbeiða í Miðlahúsinum.
- Har var eg við til at røkja teir tríggjar tíðindapallarnar Sosialin, Rás2 og portal.fo. Tá eg var liðugur í Hoydølum í 2010, fekk eg fast starv har. Eisini har lærdi eg nógv, kanska serliga frá Eiriki Lindenskov og Áka Bertholdsen, sigur Uni Holm Johannesen.
Tá hann hyggur aftur á barndómsárini dugir hann eisini at síggja, at hann longu tá hevði ein alsk til journalistikk.
- Vit plagdu at skipa fyri fótbóltskappingum í grannalagnum á Ternuryggi. Tá skrivaði eg tíðindabløð, har eg prátaði við teir, ið skuldi spæla við, skrivaði um dystirnar og slíkt. Seinni royndi eg meg eisini við mínum egnu tíðindaportalum á internetinum, men sjálvur var eg væl tann einasti, sum vitjaði tær heimasíðurnar, fortelur Uni Holm Johannesen skemtiliga.
- Eg royndi eisini tá at studera tær 30 ára gomlu slitnu journalistisku lærubøkurnar hjá babba, men tær vóru so strævnar at terpa, at eg fann ofta søgurnar um Jón Oddur og Jón Bjarna framaftur, sigur hann.
Enn tann dag í dag fyllir journalistikkur nógv í lívinum hjá unga havnarmanninum, og sjálvur sigur hann, at hann fær ringa samvitsku, um tað er ein tíðindasending ella ein avís, hann ikki fær við.
- Ómetaliga nógv frítíð fer við at halda meg uppdateraðan. Tað fekk ein vinkona at sanna herfyri. Vit vóru í einum balli, tá eg skuldi skifta sang, men eg sat og las ein tíðindastubba á Sermitsiaq um arbeiðsloysið í Grønlandi ístaðin. Tá talaði hon harðliga at, fortelur Uni Holm Johannesen, sum tó ætlar sær at duga betur at halda frí.
- Tað má eg læra meg. Eg dugi alt ov illa at halda frí, sigur Uni Holm Johannesen.
FAKTA:
Navn: Uni Holm Johannesen
Aldur: 24
Bústaður: Tórshavn
Útbúgving: Lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum og verður eftir ætlan bachelor í summar
Bókaútgáva: Gav út bókina ”Maðurin við topphúgvuni” í august 2012. Bókin er týdd til enskt og týskt