hevur nú verið í Føroyum í skjótt tvær vikur, har hon hevur búð hjá teimum, sum plaga at vera í Rumenia við hjálparbussinum. Hon heldur, at tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga [...] læknahjálp tá. Tí var tað ein torfør støða, sum mamma Estera var í, tá lítla dóttirin bleiv innløgd á sjúkrahúsið við ógvusligum bruna í øðrum oyranum. - Eg havi fingið fortalt, at mamma var í dýrastu neyð [...] føroyingum var í 1993, tá Estera einans var átta mánaðir gomul. Um tað mundið var fíggjarstøðan hjá romensku familjuni alt annað enn góð. - Vit høvdu bara eina inntøku, tí mamma bleiv einkja, tá eg var tríggjar
mótmæla, at ruskbingjurnar eru fluttar av plássinum inni í dalinum í Trongisvág, út í grótbrotið undir Akursgerði. Sum greitt frá í blaðnum í gjár, og í greinini omanfyri, er ætlanin at savna inn undiskriftir [...] hevur verið í dalinum í Trongisvági, har savningarstaðið hjá IRF var. Hann váttar, at Starvsstovan kravdi, at bingjurnar blivu fluttar, tá ið IRF flutti savningarstaðið til Trøllavíkar. Men tað var ikki so [...] bingjuplássið so nær við, har nógv fólk býr og annars hava sína dagligu í sambandi við jarðarferðir og fótbóltsdyst. Men vilja tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ikki geva teimum rætt í. Jacob Pauli Joensen
er væl hugsandi, at negativu tendensirnir í Danmark eisini eru at finna í Føroyum, sigur mentamálaráðharrin. Tí ynskir hann fyrst og fremst at seta seg inn í, hvør kanning hevði hóskað best til føroysk [...] nakað ítøkiliga um, nær og hvussu, men hetta er avgjørt eitt mál, vit ætla at arbeiða við og ogna okkum meiri innlit í, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir í hesum høpi eisini á samtykt í samgonguskjalinum [...] Í fyrradagin kastaði Sosialurin ljós á nýggja OECD kanning um danska fólkaskúlan, sum avdúkaði álvarsamar fakligar og sosialar trupulleikar hjá donsku næmingunum. Í gjár metti næstformaðurin í Føroya
framleiða sjónvarpssendingar, har hann var við til at bróta slóð fyri eini nýggjari tíð við almennum sjónvarpi í Føroyum. Ragnar gjørdist fyrsti tekniski leiðari í Sjónvarp Føroya, og arbeiddi sostatt undir [...] til í 1984. Ein lítil stovnur, har senditíðin var stutt, men rættiliga nógvar áhugaverdar sendingar vórðu gjørdar, sum í dag eru siðsøguligar. Kristiligar sjónvarpssendingar lógu hansara hjarta nær, og [...] og hann var mangan drívmegin í hesum. Eitt nú var Ragnar sama ár, sum almenna sjónvarpið byrjaði, í Keypmannahavn og gjørdi sending um Kristnastovu saman við Samulinu Hansen, blaðkvinnu. Nógv persónlig minni
árini, frá 1980 til og við 1984. Í 1980 var veiðan 504 tons, 248 tons í 1982 og 200 tons í 1983. Hjalti sigur, at eftir at menn høvdu gjørt seg væl út til at fiska høgguslokk í 1985, hendi tað, at hetta árið [...] Hjalti í Jákupsstovu veit at siga, at bæði í Íslandi og Noregi fáa teir eisini høgguslokk av og á. - Men tað vísir seg, at høgguslokkurin er ikki fingin tey somu árini í ávikavist Íslandi, Føroyum og Noregi [...] Fiskivinna Í grein í Sosialinum í vikuni vístu vit á, at heystið er høgguslokkatíð, og at áhugavert hevði verið, nú grindir hava lagt beinini, um menn høvdu gjørt onkrar royndir at veiða høgguslokk. Sosialurin
Hammershaimbs í gjár fekk Høgni Djurhuus, journalistur, Móðurmálsvirðislønina 2012. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum handaði honum virðislønina á hátíðarhaldi, sum var í Fútastovu og [...] fyri tiltakinum. Tað var íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Þórður Bjarni Guðjónsson, sum beyð vælkomin í Fútastovu. Íslendska aðalkonsulátið heldur til í Fútastovu, og á íslendskum máli talaði hann um málrøkt [...] og Nýggjustovu í Gongini í Havn – í umhvørvinum, har V. U. Hammershaimb vaks upp. Tað eru Sosialurin, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, NÁM og Mentamálaráðið sum í felag skipaðu fyri
málið, hví tað var so tápuliga avstað farið í nevndu starvsetan, og fekk eg tá at vita, hvussu málið veruliga hekk saman. Tað hevði skjótt víst seg - eftir at P.M. Dam var farin til arbeiðis í Tinganesi eftir [...] høgraradikalum í stjórn - at stjórnarkontórinum vóru fullsett við høgraradikalum proselyttum, og tað eisini í 'den grad', at einki kundi viðgerast í trúnaði, hvørki skrivligt ella munnligt, tí alt var borið út [...] møta í salinum, seta seg nær pápanum og syngja so hart, at pápin legði merki til hansara, so skuldi arbeiði heilt víst verið tøkt mánadagin, og so var. Høgraradikalt klanvirksemi hevur florerað í Føroyum
málið, hví tað var so tápuliga avstað farið í nevndu starvsetan, og fekk eg tá at vita, hvussu málið veruliga hekk saman. Tað hevði skjótt víst seg - eftir at P.M. Dam var farin til arbeiðis í Tinganesi eftir [...] høgraradikalum í stjórn - at stjórnarkontórinum vóru fullsett við høgraradikalum proselyttum, og tað eisini í 'den grad', at einki kundi viðgerast í trúnaði, hvørki skrivligt ella munnligt, tí alt var borið út [...] møta í salinum, seta seg nær pápanum og syngja so hart, at pápin legði merki til hansara, so skuldi arbeiði heilt víst verið tøkt mánadagin, og so var. Høgraradikalt klanvirksemi hevur florerað í Føroyum
sum um sjúka er staðfest í ringunum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Í gjárkvøldi sendi alirisin út tíðindaskriv, har boðað var frá, at ILA-virus varð staðfest í ringunum við Selatrað. Bakkafrost [...] síðani, er at vinnan í dag er til reiðar at lofta slíkum støðum. .. ILA-tilbúgving sett í verk Landsdjóralæknin tekur støðuna í størsta álvara, nú sjúkuelvandi ILA-virus er staðfest í Føroyum, fyri fyrstu ferð [...] 2005. Í nátt sendi Birna Mørkøre út hesa fráboðan: Sjúkuelvandi ILA er staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum síðani 2005. Tiltøk verða sett í verk beinanvegin til tess at avmarka og basa hesi virus. Í yvi
at Jóannes Eidesgaard ikki gevur nakað lyfti, hóast tað var kravið hjá Gerhardi í skrivinum til løgmann. – Í ongan máta gongur hann mær á møti í hesum skrivinum. Tvørtur ímóti vísir hann øllum tí aftur [...] Klokkan trý í gjár var freistin hjá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, at svara floksfelaga sínum, Gerhardi Lognberg. »Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunlinum í november-desember 2010, og hetta verður [...] framvegis partur av samgonguni«, slerdi Gerhard Lognberg fast í skrivinum til løgmann. Og klokkan var farin lítið av trý, tá ein mailur lá í mailboksini hjá Gerhardi Lognberg. Løgmaður hevði svarað, men