Gerhard væl á veg úr samgonguni

Gerhard Lognberg sigur, at hann fer at boða løgmanni frá, hvørt hann er partur av samgonguni ella ei, áðrenn ólavsøku. Men hann metir tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at hann verður. – Tað sær ikki út til, at eg upp á nakran máta fari at góðtaka hetta her, sigur sandoyartingmaður

Klokkan trý í gjár var freistin hjá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, at svara floksfelaga sínum, Gerhardi Lognberg. »Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunlinum í november-desember 2010, og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg framvegis partur av samgonguni«, slerdi Gerhard Lognberg fast í skrivinum til løgmann. Og klokkan var farin lítið av trý, tá ein mailur lá í mailboksini hjá Gerhardi Lognberg. Løgmaður hevði svarað, men Gerhard Lognberg dámdi lítið tað, ið har stóð. Tí hóast krav, so vóru eingi lyfti frá løgmanni um nakað sum helst. Rás2 hevði Gerhard Lognberg í telefonini seinnapartin í gjár og spurdi, hvat Gerhard Lognberg gjørdi við tað?

– Tað skal eg koma aftur til, tí her er einki sum bendir á nakað sum helst, segði avgjørdi sandoyartinglimur hjá Javnaðarflokkinum.

Hann heldur ikki, at skrivið frá løgmanni tryggjar honum ella Sandoynni tað stóra.

– Tað einasta hetta skjalið, eg havi fingið, tryggjar okkum í Sandoynni er, at vit skulu avtaka lógina um sandoyartunnilin, metir Gerhard Lognberg.

Vísandi til skriv sítt til løgmann, varð Gerhard Lognberg spurdur, hvat hann nú gjørdi.

– Tað fari eg at boða løgmanni frá áðrenn ólavsøku. Men tað sær ikki út til, at eg upp á nakran máta fari at góðtaka hetta her, segði hann og legði aftrat, at við tí havandi í huga, so fer tað neyvan at líkjast tí, at Gerhard Lognberg framhaldandi verður partur av samgonguni.

– Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, men eg skal boða løgmanni frá, hvussu verður við tí, sigur Gerhard Lognberg við Rás2.


Vil at satsa samgonguna

Grundgevingar fyri útsøgnum sínum grundar Gerhard Lognberg á uppáhaldið um, at Jóannes Eidesgaard ikki gevur nakað lyfti, hóast tað var kravið hjá Gerhardi í skrivinum til løgmann.

– Í ongan máta gongur hann mær á møti í hesum skrivinum. Tvørtur ímóti vísir hann øllum tí aftur, sum eg spurdi hann um. Og hann sigur nokkso greitt, at skálafjarðatunnilin verður tann fyrri, segði avgjørdi Gerhard Lognberg.

Hann er av teirri sannføring, at sjálvandi skal tað lógarfestast, nær byrjað verður upp á sandoyartunnilin. Men tað ynskir løgmaður ikki at gera.

Verður áðrenn ólavsøku at Gerhard boðar frá.

– Eg vil siga tað, at samgongan hevur slept øllum suðurøkinum í Føroyum upp á fjall. Tað eru einassta øki í landinum, sum gongur aftur í fólkatali og tað vil man ikki taka atlit til og bara letur koyra, metti Gerhard Lognberg, sum síðani varð spurdur, um hann var til reiðar at seta samgonguna upp á spæl til frama fyri Sandoyartunnilin?

– Ja, sjálvandi eri eg tað, staðfesti Gerhard Lognberg.