Og tá hetta eisini tyktist mær margháttligt og løgi, spurdi eg pápa mín, ið av góðum grundum kendi málið, hví tað var so tápuliga avstað farið í nevndu starvsetan, og fekk eg tá at vita, hvussu málið veruliga hekk saman.
Tað hevði skjótt víst seg - eftir at P.M. Dam var farin til arbeiðis í Tinganesi eftir 8 árum við høgraradikalum í stjórn - at stjórnarkontórinum vóru fullsett við høgraradikalum proselyttum, og tað eisini í 'den grad', at einki kundi viðgerast í trúnaði, hvørki skrivligt ella munnligt, tí alt var borið út til floksfelagarnar, sum so - í góðari tíð - kundu leggja forðingar fyri ætlanum, ið teimum ikki dámdu. Hetta ætlaði P. M. Dam at steðga í ein vissan mun við at seta eitt 100% loyalt skrivustovufólk, sum kundi hava fulla ábyrgd av trúnarskjølum.
Mong hava ivaleyst eisini hoyrt um mannin, sum leitaði eftir arbeiði, og sum spurdi sonin hjá høgraradikala handilsmanninum og reiðaranum um møguleika fyri at fáa arbeiði hjá pápanum. Sonurin gav honum tá tey ráð at møta í salinum, seta seg nær pápanum og syngja so hart, at pápin legði merki til hansara, so skuldi arbeiði heilt víst verið tøkt mánadagin, og so var.
Høgraradikalt klanvirksemi hevur florerað í Føroyum í mong, mong Harrans ár. Men meðan klanvirksemi á tí privata arbeiðsmarknaðinum er loyvt, so er klanvirksemi í starvsetanarmálum innan tað almenna brandólógligt og strafbart. Hóast hetta, so hevur klanvirksemi verið væl kent og meira ella minni góðtikið kring landið líka til nú langt inn í 21. øld. Ófatiligt.
Man tað vera, sum onkur hevur sagt um føroyingar, at teir liva eftir devisuni: Gongur tað, so gongur tað, og gongur tað ikki, so gongur tað álíkavæl. - Og higartil hevur eisini tað, ið ikki átti at gingið, gingið álíkavæl. Ongin hevur higartil verið til at sagt: Higartil, og so ikki longur.
Og tó, nú er ein sera gløgg og dugnalig kvinna vorðin løgtingsins umboðsmaður. Og eftir at hon hevur verið í arbeiðsklæðunum í forholdsvís stutta tíð, nú rulla tey fyrstu høgraradikalu líkini út úr skuffum og skápum. Og hesir, ið annars eru vanir til at gera so sum teimum lystir, uttan at spyrja onnur og uttan at nakað hevur fingið avleiðingar, skulu nú standa til svars. Teir øtast, og tað hava teir grund til .
Og nú verður tosað um heksujagt. Guð forbarmi seg. Heksajagt? Hvør er heksin? Er tað umboðskvinnan? Ella sakførarin? Ella teir høgraradikalu?
Sama ger - vit vita, hvør ið eigur kustin, og sum skjótast til ber eigur at stinga hann millum beinini og taka túrin til Bloksbjerg, eisini sjálvt um tað er í seinra lagi.