Í fyrradagin kastaði Sosialurin ljós á nýggja OECD kanning um danska fólkaskúlan, sum avdúkaði álvarsamar fakligar og sosialar trupulleikar hjá donsku næmingunum. Í gjár metti næstformaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, at kanningar og skipað gransking av føroyska fólkaskúlanum eru átroðkandi, og mentamálaráðharrin tykist eisini taka undir við hesum.
Skylda
Jógvan á Lakjuni er sjálvur lærari, og hann hevur fyrr nevnt fólkaskúlan at vera ovarlaga á raðfestingarlistanum. Hann metir OECD kanningina um danska fólkaskúlan vera áhugaverda og hugvekjandi, og tá vit eru undir somu skipan í Føroyum, vil Jógvan á Lakjuni eisini kasta ljós á føroysku fólkaskúlanæmingarnar.
- Eg haldi tað vera skylda okkara at kanna næmingarnar og skúlan nærri, tí tað er væl hugsandi, at negativu tendensirnir í Danmark eisini eru at finna í Føroyum, sigur mentamálaráðharrin. Tí ynskir hann fyrst og fremst at seta seg inn í, hvør kanning hevði hóskað best til føroysk viðurskifti, og hvussu ein slík skal gerast.
- Hetta er nýtt, og eg kann ikki siga nakað ítøkiliga um, nær og hvussu, men hetta er avgjørt eitt mál, vit ætla at arbeiða við og ogna okkum meiri innlit í, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir í hesum høpi eisini á samtykt í samgonguskjalinum at endurskoða og eftirmeta fólkaskúlalógina og undirvísingina.
Hægri krøv
- Ein møguleiki eru sokallaðu PISA kanningarnar, OECD hevur nýtt, har 4500 danskir næmingar í eini fakligari roynd verða spurdir um ymiskt, men enn er sum sagt ikki greitt, hvussu vit skulu fara til verka, slær mentamamálaráðharrin fast.
Í løtuni eru stig ikki tikin til nakra slíka kanning í Føroyum av myndugleikanum, men fyri stuttum gjørdi miðnámsskúlalærarin Katrin Næss eina kanning við studentaskúlanæmingum um føroyska stavseting.
- Úrslitið var, at føroyskir ungdómar duga alt ov illa at stava, og hetta kann vera ein ábending um, at fakligi førleikin ikki er nøktandi, metir Jógvan á Lakjuni.
Sjálvur er hann ikki í iva um, hvønn vong hann umboðar í sambandi við fólkaskúlan og undirvísingarrákið seinnu árini.
- Rákið hevur verið, at skúlin gerst fríari og fríari, og hetta havi eg ongantíð tikið undir við. Krøvini til okkara næmingar skulu vera hægri, sigur mentamálaráðharrin. Fyri stuttum hevur verið frammi, at næmingar sjálvir kunnu avgerða, um teir vilja upp í roynd ella ikki, men hetta heldur Jógvan á Lakjuni vera púra burturvið.
Fólkaskúlin kostar 215 mió.
Jógvan á Lakjuni heldur tað vera hugvekjandi, at júst tann danski fólkaskúlin sær út til at hava ov mong sjúkueyðkenni, tí hesin skúlin er nevniliga sera dýrur samanborið við aðrar fólkaskúlar í grannalondunum. Somuleiðis er føroyski fólkaskúlin sera dýrur, og tí vil mentamálaráðharrin vita, um vit fáa nóg mikið fyri peningin. Jógvan á Lakjuni heldur, at tá danski skúlin er so kostnaðarmikil og samstundis relativt illa fyri, er okkurt galið, og so mugu vit eisini fáa kannað, um somu trupulleikar gera seg galdandi her á landi.
- Seinastu 6-7 árini er játtanin til føroyska fólkaskúlan hækkað úr 130 til 215 milliónir, og játtanin tykist bert hækka, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann vísir á, at vøksturin á fólkaskúlajáttanini í størstan mun er orsakað av lønarhækkingunum, og hóast alt ikki kann gerast upp í pengum, vil mentamálaráðharrin vita, um vit veruliga fáa nóg mikið fyri tær 215 milliónirnar, skúlin kostar.










