Eingin høgguslokkur verið síðan 1984

- Eg trúgvi neyvan, at týðandi nøgdir at høgguslokki hava staðið á firðum og sundum seinastu árini, nú eingin veiða hevur verið. Nógvur bátur ferðast aftur og fram á sjónum. Tað vildi tí verið undarligt, um menn ikki høvdu sæð okkurt, um nógvur høgguslokkur hevði verið, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Fiskivinna

Í grein í Sosialinum í vikuni vístu vit á, at heystið er høgguslokkatíð, og at áhugavert hevði verið, nú grindir hava lagt beinini, um menn høvdu gjørt onkrar royndir at veiða høgguslokk.
Sosialurin hevur spurt Hjalta í Jákupsstovu, leiðara á Fiskirannsóknarstovuni, um skrásett hagtøl eru yvir høgguslokkaveiði inni á føroysku firðunum.
Hjalti sigur, at Hagstova Føroya hevur ført tøl yvir veiðina í fleiri ár, og hesi tøl vísa, at besta høgguslokkaárið í nýggjari tíð var árið 1981; tá veiddu vit 2131 tons inni á firðum og sundum. Næstbesta árið var 1984, og tá veiddu vit 1147 tons.
- Tølini vísa annars, at nakað av høgguslokki fekst øll árini, frá 1980 til og við 1984. Í 1980 var veiðan 504 tons, 248 tons í 1982 og 200 tons í 1983.
Hjalti sigur, at eftir at menn høvdu gjørt seg væl út til at fiska høgguslokk í 1985, hendi tað, at hetta árið gjørdist eiðasørt; tá fingu bátarnir bara 2 tons.
- Og síðan er als eingin høgguslokkur fingin, leggur hann aftrat.
Fiskirannsóknarstovan hevur eisini hugt í gomul bløð eftir, hvussu gongdin annars hevur verið.
- Her síggja vit, at bátar veiddu eisini høgguslokk í fimtiárunum, sigur Hjalti.
Nær høgguslokkur er fingin, er eitt sindur misjavnt. Okkurt árið fekst hann í juli, okkurt árið í august og uppaftur okkurt árið í september.
Hjalti sigur, at høgguslokkur er stuttlívaður; hann gerst bert tvey ára gamal, og gýtingin fer fram á Miðatlantsrygginum, helst suður ímóti Assorunum.

Neyvan nakað mist
Vit spurdu Hjalta, um tað kann hugsast, at nógvur høggurslokkur hevur verið við landið okkurt árið síðan 1984, men at einki er fingið, tí eingin bátur hevur roynt.
- Eg trúgvi neyvan, at so er. Nógvur bátur ferðast aftur og fram á sjónum ? og ikki
minst inni á firðum og sundum, har høgguslokkur plagdi at standa. Tí vildi tað verið undarligt, um menn ikki høvdu sæð okkurt, um nógvur høgguslokkur var.
Hann útihýsir tó ikki møguleikanum fyri, at nakað kann hava verið okkurt árið uttan, at menn hava givið sær far um tað.
- Tað hevur altíð víst seg, at høgguslokkurin fyrst kemur inn í Sundini norðanfyri, tey árini, hann hevur verið, t.v.s hann kemur norðaneftir. Síðan fekst hann á Borðoyarvík, Fuglafirði, Gøtuvík og at enda inni á Tangafirði.

Ikki somu ár
Hjalti í Jákupsstovu veit at siga, at bæði í Íslandi og Noregi fáa teir eisini høgguslokk av og á.
- Men tað vísir seg, at høgguslokkurin er ikki fingin tey somu árini í ávikavist Íslandi, Føroyum og Noregi. Hetta hevur so aftur nakað við ferðamynstrið, streymviðurskiftini og búningina at gera, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni.