Hálsi fyri eini viku síðan, og tað metir Filip gjørdi ein mun. - Bólturin ferðast longri tá tað er heitt. Í mun til steypafinaluna, so haldi eg ikki at vit kiksa eina servu tvey tey fyrstu settini, greiður [...] eru í høllini. - Hey, sigur ein fitt barnarødd við ein SÍ spælara, sum skal serva. Áskoðarnir grína og tað ger spælarin eisini til eitt vist. Í steypafinaluni var torført at hoyra hvønn annað. Eisini i [...] sigur ein ung genta, sum hevur fingið til uppgávu at renna tvey trý fet inn á vøllin fyri síðani at skeita yvir á dómaraborðið, sum er á somu síðu , sum teir uppstillaðu stólarnir. Tað er ein rekkja stilla
til tað, sum eg havi ført fram í kjaksendingini, “Eygleiðingin”, í Kringvarpinum, 26. februar 2013. Okkurt kenni eg meg noyddan at viðmerkja. Ein námsfrøðingur er ikki ein lærari - og ein lærari er ikki [...] av hesum, og tí at børnini í størri mun hava karmar sum leggja upp til sosialisering og spæl – uttandurða og innandurða – at finna uppá, kanna, fortelja, vera kreativ, etc., haldi eg, at barnagarðslívið [...] uppá, at eg havi sæð fyri mær eina skipan við 2 undirvísingartímum í barnagarðinum um vikuna - so man hon hava misskilt meg. Eg vísti á, at ein kommuna hevur valt ta loysnina - og um man so heldur, at børn
tíðargrein havi eg hugsað rættiliga nógv um høvuðsinnihaldið í greinini hjá honum. Eg haldi meg skilja boðskapin hjá honum at vera tann, at vit í løtuni hava eitt so høgrasinnað (at skilja sum reaktionert) [...] lokkurin, at taka seg saman í ein fast samansjóðaðan blokk. Hesin blokkur skal hava eitt endamál, og tað er at fella verandi samgongu. Síðani skal (rokni eg við) hesin blokkur føra ein vinstrahallan [...] flokkur gjørdi frammanundan valinum greitt, at hann ynskti hesar broytingar. At hetta so eisini er skilagóður borgarligur politikkur ger, at tað er nátúrligt, at hinir flokkarnir í samgonguni eisini taka
føroyskan tónleik. Og tó at allir sangirnir ikki ganga um sama evni, so er kortini ein reyður tráður at hóma ígjøgnum allan leikin. Sjálvt heitið vísir til veruleikan um, at tað ofta er ein kongur í skúlagarðinum [...] soleiðis, at leikurin er ein samanhangandi søgugongd. Sangirnir eru sjálvandi berandi partur, men millum hesar verða replikkir nýttir til at lýsa ymsu evnini. – Akkurát tað við replikkunum varð ein avbjóðing [...] næmingar at gera, og tá vilja tað altíð verða nøkur, sum slettis ikki hava hug. Og tað eru eisini tey, sum í størri mun tørva ein fastan struktur á skúladegnum. Okkara avbjóðing hevur so verið at taka hond
men gleði og gaman. Eg var mangan við, og eg hávirði ta deyvu mentanina, hóast arbeiðsøkið hjá mær kom at vera tættari at teimum hoyrandi. Alt hetta vísir, at Daniel Jensen var ein vala maður fyri deyv [...] legði í at leika í um geilar og tún, men sum veruliga gjørdi mun har hann var, og sum haraftrat var ein týdningarmikil persónur, ið gjørdi góðan mun alllastaðni, har hann var. Tað var av tilvild, at vit báðir [...] gamal, tá ið eg varð fyri hesum hvøkkinum, og ikki ber til at siga annað, enn at tað er torført og mangan fløkjaslig at liva í eini ljóðleysari verð, og tað tekur ið hvussu so er sína tíð at laga seg eftir
Grundprincippið má vera, at allir borgarar og vinnugreinar eru javnstillað. Harnæst kemur spurningurin, hvussu tað verður gjørt og yvir hvussu langa tíð. Eg haldi at man gloymdi at eftirhyggja skattaskipanina [...] Útgangsstøði má ongantíð vera at taka ein ávísan bólk burturúr, eins væl og útgangsstøðið heldur ikki má vera at leggja eftir einum ávísum bólki ella vinnu, sum tjenar pengar júst nú. Ger langtíðarætlanir, ið so [...] tulkast øðrvísi enn at ráðið mælir til at strika sjómannafrádráttin og stuðulin til føroyskar handverkarar uttanlands, so velir formaðurin í Búskaparráðnum at pakka boðskapin inn, heldur enn at pakka hann út:
ikki ert ókendur. Eg haldi, at tú venur teg við at vera eitt kent andlit, men eg vil siga, at við árunum verður tú mini áhugaður í at vera tað, sigur Magni Arge. Ikki er óvanligt, at fólk, hann annars [...] eisini at fáa atfinningar. Men tað er ikki nakað, sum darvar náttarsvøvnin hjá flogfelagstjóranum. - Eg má tola at fáa kritikk. Tað er ein partur av arbeiðinum, og nakað eg má taka við. So leingi eg havi [...] natúrligt. - Eg skilji tað væl. Býrt tú í einum oyggjasamfelag, hava tey flestu brúk fyri at koma eitt sindur burtur, síggja onnur ting og fáa fríska luft so at siga. Sjálvur haldi eg, at øll skuldu sloppið
eigur í størri mun enn tað ger í dag at tora at melda greitt út, hvør hugburðurin er til tey ymsu evnini, og hvat tað er, felagið vil, sigur Hans Jón Thomsen. Eitt aktivt felag At Føroya Lærarafelag ikki [...] svevur als ikki í tímanum, og eg haldi, at vit luttaka aktivt í tí kjakinum, sum er. Men veruleikin er tann, at vit hava nógvar bóltar í luftini, og tá kann koma fyri at onkur dettur á gólvið sigur Herálvur [...] alneyðugt, at talan ikki bara verður um eina sparingsverkætlan. - Eg eri við uppá at broyta skúlabygnaðin, soleiðis at vit hava hesar sjey til níggju eindirnar, men fyri meg er tað umráðandi, at vit so ikki
vit eiga ikki at fella í fátt av teirri orsøk, at tað er trupult at fáa í lag politiskt samstarv, tí at tað fer tað altíð at vera. Men heldur enn at sikta eftir blokkpolitikki, so eri eg persónliga sannførdur [...] ‘góða samfelagið’, til at vera fólkaræðisligar rørslur, sum í ein ávísan mun kunnu semjast um at starvast fyri at fremja vilja Føroya fólks, til tjóðarinnar gagn og frama. Heldur enn at tosa um blokkar og [...] tað fast beinavegin. Eg haldi als ikki at vit skulu stemba eftir eini politiskari skipan, ið er kloyvd í tógvar blokkar. Heldur eiga vit at stevna hinvegin, og leggja okkum eftir at loyva frískum politiskum
ið verður hildin í Brússel í Belgia í døgunum frá 23. til 25. apríl. - Eg haldi, at vit í stóran mun hava manglað nakað ítøkiligt at víst á, tá talan er um føroyska fiskivinnu. Hesin filmurin lýsir væl, [...] føroyingar: »Eitt fólk, sum hevur tað íborið at vita, at náttúran er livandi. At hon hevnir seg og verður lívssør, um hon verður eyðrænd. Eitt fólk, sum veit, at tað missir alt, um tað ikki hvønn dag ansar [...] føroyska fiskivinnu, og á undanfarnum ESE messum eri eg ofta spurdur um, hvat vit so hava at vísa á í staðin. Men eg havi ikki havt nakað ítøkiligt at víst teimum. Tað hava vit nú við hesum filminum, staðfestir