Hólmgonga um formanssess

Annar heldur, at landið eigur at varðveita ábyrgdina av fólkaskúlanum, meðan hin er vorðin sannførdur um tað øvugta. Annar eftirlýsir eitt meira aggressivt fakfelag við greiðari boðskapi, har hin heldur, at felagið longu hevur ein konstruktivan leiklut. Hans Jón Thomsen og Herálvur Jacobsen bjóða seg fram til formann í Føroya Lærarafelag

Leygardagin 6. apríl verður formansval á skránni, tá Føroya Lærarafelag hevur aðalfund. Herálvur Jacobsen, ið hevur sitið sum formaður síðani september 2010, stillar uppaftur. Mótstøðumaður hansara er 39 ára gamli Hans Jón Thomsen, sum í løtuni er í farloyvi frá starvinum sum varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.
- Felagið stendur fyri stórum fakfelagsligum broytingum komandi tíðina. Játtanin til fólkaskúlan hevur staðið í stað seinastu fýra árini, og tískil mugu broytingar og sparingar gerast. Av tí sama er eitt stórt trýst á løn og tíð hjá lærarunum. Haldi eg fram sum formaður, verða komandi árini eitt stríð, sum vit sum felag avgjørt fara útí, sigur 56 ára gamli Herálvur Jacobsen.
Hesum er Hans Jón Thomsen samdur um, men hann heldur, at felagið átti at verið meira sjónligt og aktivt. Og tí bjóðar hann seg fram sum formann í Lærarafelagnum.
- Felagið skal vera nógv meira progressivt og agressivt og hava ein greiðan boðskap. Lærarafelagið eigur í størri mun enn tað ger í dag at tora at melda greitt út, hvør hugburðurin er til tey ymsu evnini, og hvat tað er, felagið vil, sigur Hans Jón Thomsen.

Eitt aktivt felag
At Føroya Lærarafelag ikki er nóg aktivt ella sjónligt í kjakinum, er nakað, sum núverandi formaðurin als ikki er samdur í.
- So at siga hvørja ferð okkurt kjak er um fólkaskúlan, tá er tað Lærarafelagið, sum hevur tikið evnið upp, so tað ber ikki til at siga, at felagið ikki er aktivt, sigur Herálvur Jacobsen, sum tó vísir á, at felagnum manglar ein sparringspartnara, og at felagið saknar meira útspæl frá Mentamálaráðnum.
Men júst samstarvið millum Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið heldur Hans Jón Thomsen ikki virkar nóg væl.
- Lærarafelagið og Mentamálaráðið eiga at vera í tættasta dialogi. Tað ber ikki til at høgga eftir Mentamálaráðnum og vera negativur um ráðið í teimum ymsu kjakunum, sum taka seg upp, heldur Hans Jón Thomsen.
- Samstarvið við mentamálaráðið hevur eftir mínum tykki verið fínt. Føroya Lærarafelag svevur als ikki í tímanum, og eg haldi, at vit luttaka aktivt í tí kjakinum, sum er. Men veruleikin er tann, at vit hava nógvar bóltar í luftini, og tá kann koma fyri at onkur dettur á gólvið sigur Herálvur Jacobsen.

Rationaliseringar mugu til
Bæði formansvalevnini eru á einum máli um, at orsakað av peningajáttanini, sum er sett av til fólkaskúlan, er neyðugt at gera broytingar í skúlabygnaðinum.
Hesar broytingarnar eiga at hava fyrstu raðfesting, heldur Hans Jón Thomsen.
- Ein avger um skúlabygnaðin má takast nú. Vit eiga at niðurleggja smáu bygdaskúlarnar soleiðis, at vit einans hava eini sjey til níggju skúlaeindir, og á tann hátt frígeva nakrar resursur, greiðir Hans Jón Thomsen frá og undirstrikar samstundis, at tað ikki merkir, at lítlu skúlarnir á útoyggjunum skulu niðurleggjast.
Herálvur Jacobsen hevur eisini fleiri ferðir verið frammi og víst á, at broytingar í skúlabygnaðinum eru neyðugar, men hann heldur tað vera alneyðugt, at talan ikki bara verður um eina sparingsverkætlan.
- Eg eri við uppá at broyta skúlabygnaðin, soleiðis at vit hava hesar sjey til níggju eindirnar, men fyri meg er tað umráðandi, at vit so ikki bara niðurleggja smáu skúlarnir, og lærararnir síðani bara verða sleptur upp á fjall. Tað ber ikki til at gera broytingarnar, og so fáa fleiri arbeiðsleysar lærarar, sigur Herálvur Jacobsen.
Hans Jón Thomsen ímyndar sær, at lærararnir, sum eru á smáu skúlunum, ið blíva niðurlagdir, kunnu endurútbúgva seg.
- Teir pengarnir, ið verða spardir við broytingum í skúlabygnaðinum, kunnu brúkast til endurútbúgving og eisini til Nám. Á tann hátt kunnu vit fáa meir fyri pengarnar. Rationaliseringar mugu gerast líka mikið hvussu víkur og vendir, sigur Hans Jón Thomsen.
So lætt er tað ikki sambært Herálvi Jacobsen.
- Tú kanst ikki bara uttan víðari rationalisera, tí skúlin er so illa sperdur frammanundan, sigur Herálvur Jacobsen.

Kommunurnar kunnu yvirtaka skúlan
Seinastu árini hevur afturvendandi kjak verið um kommunurnar eiga at yvirtaka fólkaskúlan. Núverandi formaðurin í Lærarafelagnum heldur tað ikki vera eina skilagóða loysn.
- Vit eru eitt lítið land, og eg haldi, at vit eiga at hava eina sentrala skúlafyristing, sigur Herálvur Jacobsen og heldur fram:
- Kommunurnar eru ymiskt fyri fíggjarliga, og eg eri bangin fyri at júst tað kann ganga út yvir arbeiðsviðurskifti og góðsku.
Soleiðis hevur hugsanin hjá Hans Jón Thomsen eisini verið, men hann hevur í dag aðrar hugsanir um at kommunurnar skulu yvirtaka fólkaskúlan.
- Skúlabygnaðurin og kommunalbygnaðurin skulu vera eins, tað vil siga, at vit skulu hava færri kommunur og færri skúlar. Við at vit niðurleggja smáu skúlarnar og harvið fáa størri eindir, so verða skúlarnir eisini fíggjarliga sterkari. Harafturat haldi eg, at tey økini, sum kommunurnar higartil hava yvirtikið, eru blivin væl umsitin, og tí síggi eg ongar vandar í, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar, sigur Hans Jón Thomsen.

Formansvalið í Føroya Lærarafelag verður leygardagin 6. apríl á aðalfundi felagsins.


Top-5 raðfestingarlisti
Hans Jón Thomsen:
1) Skúlabygnaður – størri eindir
2) Arbeiðstíðaravtalan skal endurskoðast
3) Eftirútbúgvingar
4) Betra um møguleikan hjá lærarum at arbeiða í toymum
5) Forskúlar setast á stovn


Herálvur Jacobsen:
1) Skeiðsdagar um nýggjar námsætlanir og próvtalsstigan
2) Eftirútbúgvingar
3) Skipan fyri hvussu nýútbúnir lærarar verða móttiknir á skúlunum
4) Ætlan fyri inklusión
5) Játtanin til Nám skal hækka, so mann fær nýtt undirvísingartilfar

Navn: Hans Jón Thomsen
Aldur: 39 ár
Bústaður: Tórshavn
Starv: Varaskúlastjóri í farloyvi í Skúlanum við Løgmannabreyt

Navn: Herálvur Jacobsen
Aldur: 56 ár
Bústaður: Sørvágur
Starv: Lærari og KT-vørður í Sørvágs skúla