- Vit kunnu bara staðfesta, at skal landsstýrið náa sínum egna máli um yvirskot í 2016, so má verandi leistur endurskoðast.
Tað sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sum hevur lagt fram sína fyrstu meting, síðani ráðið varð mannað av nýggjum.
Skotbráið hjá nýggja Búskaparráðnum hevur verið stutt. Tí er ikki talan um nakra konjunkturfrágreiðing frá ráðnum, men meira um eina stutta lýsing, har tað tó verður staðfest at í búskaparpolitikkinum hjá landsstýrinum lekur millum teori og praksis. Landsstýrið livir ikki upp til sín egna setning, sigur ráðið við hesi staðfesting:
- Órógvandi er eisini, at við ársenda 2012 benda inntøku- og útreiðslutøl fyri landskassan greitt á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál.
Búskaparráðið vísir á, at landskassahallið fyri 2012 verður væntandi um 340 milliónir krónur, tá avtornar. Harvið gongur skeivan vegin í mun til 2011, tá hallið var 322 milliónir. Í inntøkumetingunum hevur landsstýrið, sambært Búskaparráðnum, skotið væl omanfyri málið, og veruligu inntøkurnar eru meira enn 200 milliónir krónur lægri enn landsstýrið roknaði við. Afturat hesum kemur, at bæði í 2011 og 2012 vórðu íløgur fyri útvið 100 milliónir krónur fluttar til seinni ár. Tað pyntar landskassaroknskapin í løtuni, men økir um hallið hjá landskassanum, so hvørt sum íløgurnar verða gjørdar.
- Tølini tala fyri seg. Tað er neyðugt at eftirhyggja førda fíggjarpolitikkin, um hallið skal vendast til yvirskot í 2016. Sjálvandi kanst tú vera heppin og renna teg í óvæntaðar inntøkur, men í løtuni staðfesta vit bara, at neyðugt við endurskoðan, sigur Sverri Hansen.
Breiða grundarlagið
Búskaparráðið vísir á týdningin av ”at breiðka inntøkugrundarlagið.” Og tað skal gerast við at ”strika skatta-asymmetriir, frádráttir og stuðulsskipanir, sum gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum.”
Sverri Hansen steðgar á, tá vit biðja hann forklára hetta á vanligum føroyskum. Vil heldur ikki leypa beint á tær vinnur, sum í dag tjena pengar.
- Nú hevur í fleiri ár verið tosað um tilfeingisgjald. Búskaparráðið hevur ikki eina greiða støðu til, hvørt pengarnir skulu takast inn áðrenn ella aftaná, ella fyri sovítt um talan skal vera um eina kombinatión av báðum. Vit eftirlýsa bara tryggjar karmar, og tað merkir eina generella lóggávu, sum í minsta lagi má halda í eini 5-10 ár, sigur Sverri Hansen.
Men tryggir karmar geva væl ikki í sær sjálvum fleiri pengar í landskassan?
- Sjálvandi er tað lættast og kanska eisini mest natúrligt at fara eftir teimum vinnum, har pengar eru. Men neyðugt er at arbeiða út frá breiðari perspektivi enn bara árinum í ár. So tá vit tosa um tilfeingisvinnurnar, so er neyðugt við einari generellari lóggávu um tilfeingisgjald, ið gevur vinnuni tryggar karmar yvir longri tíðarskeið.
Hóast setningurin úr frágreiðingini hjá Búskaparráðnum illa kann tulkast øðrvísi enn at ráðið mælir til at strika sjómannafrádráttin og stuðulin til føroyskar handverkarar uttanlands, so velir formaðurin í Búskaparráðnum at pakka boðskapin inn, heldur enn at pakka hann út:
- Grundprincippið má vera, at allir borgarar og vinnugreinar eru javnstillað. Harnæst kemur spurningurin, hvussu tað verður gjørt og yvir hvussu langa tíð. Eg haldi at man gloymdi at eftirhyggja skattaskipanina, tá vit fingu flatskatt. Og síðani hava vit enntá sæð onnur dømi um at lóggávan verður gjørd eftir einkultmálum, sigur Sverri Hansen og peikar á skattafrítøkuna fyri ítróttaleiðarar, sum hóast lítið í stóra samfelagsbúskapinum er eitt symptom upp á ein eftir hansara tykki skeivan hugsunarhátt:
- Øll lóggávan má vera so generell sum tilber. Útgangsstøði má ongantíð vera at taka ein ávísan bólk burturúr, eins væl og útgangsstøðið heldur ikki má vera at leggja eftir einum ávísum bólki ella vinnu, sum tjenar pengar júst nú. Ger langtíðarætlanir, ið so við og við breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, ljóða boðini frá Sverra Hansen.
Færri at lyfta
Búskaparráðið vísir á, at síðani 2008 er føroyska arbeiðsstyrkin minkað úr umleið 28.400 fólkum niður í umleið 27.000 fólk.
- Her eru snøgt sagt færri hendur at arbeiða, og tí minkar aktiviteturin. Spurningurin er so, um landsstýrið megnar at økja um aktivitetin í samfelagnum, sigur Sverri Hansen.
Samstundis sum Búskaparráðið ynskir eina so generella skipan sum tilber, sum eitt nú ikki stuðlar handverkarum í at fara uttanlands at arbeiða, so ásannar formaðurin, at neyvan høvdu allir handverkararnir fingið arbeiði í Føroyum. Aktiviteturin í samfelagnum er ov lítil.
- Vit mugu skapa góðar, tryggar og kappingarførar karmar fyri vinnuna, slær hann fast.
Hvat liggur í tí?
- Tað liggur í lógarverkinum, sigur Sverri Hansen sannførandi.
Hvat meinar tú við?
- Partafelags- og kapitalvinningsskatturin er væl kappingarførur við grannalondini. Men avbjóðingin er at gera lógarverkið so einfalt, trygt og attraktivt, at tað skapar gróðrarlíkindi fyri kappingarførar vinnur. Tað er har, avbjóðingin liggur.
Nýggja Búskaparráðið er í síni frágreiðing hesaferð ikki farið niður í smálutir. Men minkandi arbeiðsstyrkin er ein støða, ið politiska skipanin má taka í størsta álvara, sigur Sverri Hansen og peikar á fráflytingina sum ein samfelagstrupulleika.
Broytingin
Formaðurin í Búskaparráðnum dylir ikki fyri, at forkromaðu loysnina finnur landsstýrið ikki hjá sær og ráðnum annars. Til tess hevur skotbráið verið ov stutt.
- Hesaferð vilja vit bara vísa á, at við verandi gongd røkkur landsstýrið ikki sínum egna málsetningi um yvirskot í 2016. Tað er hetta, ið landsstýrið má handla út frá og taka neyðugu stigini, sigur Sverri Hansen.
Sambært honum er loysnin tó ikki at skerja alt niður:
- Nei, skerjingar einsamællar vilja bara geva minni aktivitet. Landsstýrið má hyggja eftir samlaðu inntøkunum og breiðka inntøkugrundarlagið.










