Jógvan Philbrow, Næstformaður, Føroya Pedagogfelag
------
Gitte Klein, lærari o.a., hevur nakrar viðmerkingar til tað, sum eg havi ført fram í kjaksendingini, “Eygleiðingin”, í Kringvarpinum, 26. februar 2013. Okkurt kenni eg meg noyddan at viðmerkja.
Ein námsfrøðingur er ikki ein lærari - og ein lærari er ikki námsfrøðingur. Óansæð, um Gitte Klein heldur seg hava fingið líka so holla undirvísing í námsfrøði og sálarfrøði sum námsfrøðingar fáa undir útbúgving teirra, so er tað nokk ikki heilt rætt. Serliga námsfrøðin fyllir nógv í allari útbúgvingini hjá námsfrøðingum.
Tað tykir mær, at Gitte Klein heldur, at námsfrøðingar eru okkurt slag av “kreativitets”- lærarum. Tað eru vit bara ikki, vit eru útbúgvin til at fara inn í relatiónir við tey einstøku menniskjuni, vit skulu arbeiða við (Tey, sum hava hug at vita meira um, hvat námsfrøðingar eru, eru vælkomin at hyggja inn á www.pedagogfelag.fo og har finna tær námsfrøðiligu vangamyndirnar).
Gitte Klein vísir á, at skúlin hevur ein trupulleika í mun til barnagarðar, nevnliga tann, at hon sum lærari kann standa einsamøll við 25 børnum, meðan námsfrøðingar oftani kunnu vera fleiri um børnini. Til hetta er at siga, at skúlin hevur ofta børnini í umleið 5 tímar um dagin, meðan barnagarðurin skal vera opin og klárur í 10-11 tímar dagliga, nógv fleiri “praktiskar uppgávur” eru, og man skal eisini minnast til, at jú smærri børn eru, jú fleiri vaksnum hava tey brúk fyri pr. barn. Í barnagarðinum er læringin hjá børnunum tískil í størri mun aktiv - m.a. tí at tey í nógv størri mun eru í dialog við vaksin og onnur børn, enn tey eru í skúlanum, har samskiftið fyri tað mesta er einvegis, frá lærara til børn. M.a. orsakað av hesum, og tí at børnini í størri mun hava karmar sum leggja upp til sosialisering og spæl – uttandurða og innandurða – at finna uppá, kanna, fortelja, vera kreativ, etc., haldi eg, at barnagarðslívið gevur børnum heilt aðrar møguleikar fyri at læra. Læra førleikar, sum eru av stórum týdningi í altjóða samfelagnum. Hesir karmar verða skaptir, hóast námsfrøðingurin ikki fær somu sømdir, tá tað snýr seg um at fyrireika og eftirmeta arbeiðstíðina hjá sær. So myndin, sum Gitte Klein framførir, er eitt sindur villleiðandi. Minnist meg rætt, so hevur ein fulltíðarsettur lærari heilar 13 tímar um vikuna til annað enn undirvísing, meðan námsfrøðingurin ikki hevur meira enn millum 1 og 5 tímar um vikuna.
Nakað annað er, at Gitte Klein nokk hevur grein í sínum máli, tá ið hon mælir til at hyggja eftir, hvussu fyrstu árini í skúlanum eru skipað. Kanska, skúlin í hesum sambandi átti at lænt nøkur hugskot úr barnagørðunum – sum nógv serfrøði mælir til - heldur enn at royna at trýsta sína skipan út yvir barnagarðarnar.
Gitte Klein kemur eisini inn á stuðlar í skúlanum - eitt næstan útdeytt hugtak innan dagstovnaheimin, tí her hava flestu kommunur dugað sera væl at sett inn, har, tað hevur verið tørvur á tí, meðan skúlin hoyrir til ein annan játtanarmyndugleika, sum vísir seg at hava trupult við at seta inn, har neyðugt er. Og út frá tí, sum Gitte sigur, virkar hesin partur heldur ikki serliga væl innan skúlan. Enn ein orsøk til at royna at gera okkurt við fyrstu skúlaárini, heldur enn at royna at flyta trupulleikarnar niður til tey børnini, sum eru undir skúlaaldur. Eisini her kundi skúlin lært okkurt av tí, sum gjørt verður í barnagørðunum.
Tá Gitte so heldur uppá, at eg havi sæð fyri mær eina skipan við 2 undirvísingartímum í barnagarðinum um vikuna - so man hon hava misskilt meg. Eg vísti á, at ein kommuna hevur valt ta loysnina - og um man so heldur, at børn endiliga mugu undirvísast, so var tað ein háttur at gera tað uppá, ið ikki var eitt heilt so stórt inntriv í barnalívið.
Hvussu barnagarðar skipa virksemi teirra í mun til at flyta børn úr vøggustovu í barnagarð, er eisini rættiliga ymiskt, og verður tá, sum eg veit um, tikið støði í tørvunum hjá tí einstaka barninum. Vanliga eru hurðarnar opnar á stovninum og børnini kunnu ferðast frítt millum rúmini. Flytingin gerst tískil náttúrlig. Men tá umræður flyting úr barnagarði yvir í skúla er talan um eina flyting úr einari skipan í aðrari – og tað er nakað heilt annað. So, nei, Gitte, námsfrøðingar plaga ikki at fylgja við barninum úr vøggustovuni yvir í barnagarðsstovuna, tí hetta er ofta sama stað.
Tí skilji eg ikki, hvussu tað skal kunna hjálpa upp á flytingina frá barnagarð í skúla, at hon verður gjørd 1 ár fyrr - tá flytur man bert “trupulleikan” eitt ár niður. Man ger einki við hann.
Og so kemur tann stóri trupulleikin, trupulleikin, ið vísir, at her er ein sera stórur munur á hugburðinum hjá mær og forskúlafortalarum. Ferð aftan á ferð verður havt á lofti, at barnið skal gerast skúlabúgvið, tá ið tað í mínari verð ikki eigur at vera talan um tað. Talan eigur at vera um, hvussu skúlin kann gerast betur barnabúgvin - tí børn eru og vera børn.
Lesiførleiki er allarhelst eisini ein so grundleggjandi partur av kjakinum - tíverri er bara at siga, at eingin prógv eru fyri, at børn gerast betur før fyri at lesa við at leggja størri áherðslu á tann partin. Pasi Sahlberg, ein finskur lærari, hevur í viðmerkingum sínum til, hví Finnland klárar seg so væl í PISA-kanningunum, eina greiða fatan av, at ein orsøk er tann, at tey ymisku fakini – tað verið seg: akademisk, kropslig ella kreativ - eru javnsett! Er tað ikki nettupp í samsvar við nakað av tí, sum granskingin hjá Anne Bramford, professara, vísti? Nakað annað, er at Peter Gray, Ph.D. research professari á Boston College, heldur at ov nógv orka og peningur verða sett av til at royna at læra børn at lesa, tí tey tykjast megna tað mesta sjálvi. So hvussu týdningarmikið, tað er at seta allar kreftir inn fyri at dyrka lesikynstrið, er ivasamt.
Nei, tíðin er ikki komin at kopiera útlendskar loysnir við forskúlum, men tíðin er heldur komin til at endurskoða, hvussu barnaskúlin er settur saman.
Hví er Føroyski fólkaskúlin ikki barnabúgvin?










