Tilsamans 50.941 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. Koppsetingarbólkurin roknar við, at fyri ólavsøku hava øll, sum ynskja tað, fingið tilboð um fyrra prik, og síðst í august eru øll, sum ynskja tað, liðugt [...] Aftur í gjár vórðu nógvar koppsetingar gjørdar. 1.120 fólk vórðu prikað. Av teimum fingu 855 fyrra prikið, og 265 fingu tað seinna. Nú hava 30.401 fólk fingið fyrru koppsetingina. 20.540 fólk hava fingið
Inger Støjberg, ráðfrúa í integratiónsmálum, hevur svarað Magna Arge um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Í árunum 2014, 2015 og 2016 er talið á umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum minkað, og umsóknirnar [...] familjusameining í Føroyum vorðnar fleiri. Samstundis er talið á havnaðum umsóknum, serliga um arbeiðsloyvi, minkað niður í næstan einki. Tað hevur Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, upplýst í svari til [...] uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvar umsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar. Svarið vísir at í 2014, 2015 og 2016 fingu danskir
Í september vóru 24.163 løntakarar í Føroyum, og eru hetta 1.166 færri enn í september 2008. Afturgongdin er 4,5% og er tann størsta higartil í ár. Tað hevur annars verið framgongd innan almenna fyrisiting [...] fyrisiting og tænastur annars í ár. Men í september var framgongdin nærum burtur, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Tað er tó serliga innan byggivinnu og tilvirking at løntararnir eru færri. Her er
januar 1998 hækkaði útgjaldið upp í 525 kr. og 1. januar 1999 upp í 560 kr. Um inngjaldið verður óbroytt, kunnu vit rokna við, at útgjaldið verður 594 kr. um mánaðin í 2000, men um hetta uppskotið hjá [...] røkka vit málinum í 2004. Vilhelm Johannesen segði, at havandi í huga, at mánaðarliga útgjaldið við verandi lága rentustøði hækkar við 6% árliga, kunnu vit rokna við, at útgjaldið í 2004 kemur upp á einar [...] kom upp á tey 3%. Eftir 1. viðgerð tann 15. apríl 1988 varð málið beint í arbeiðaramálanevndina. Eftir uppskoti frá meirilutanum í nevndini varð endaliga inngjaldið frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum sett
harðast raktu í Afghanistan. Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmánað í Afghanistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur [...] Ímeðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, leika tíverri eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan, har stríð, búskaparkreppa og veðurlagskreppa [...] turkur í landinum merkir, at akurin í vár og summar verður minni enn vanligt, sum kann elva til álvarsama hungursneyð. Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar, um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan
sølulistunum í Evropa, Norður- og Suðuramerika ? og í Kina, har tað er staðfest, at fleiri eintøk eru seld av Harry Potter bókum enn »Lítlu reyðu« hjá sjálvum Mao, formanni! Eisini í Føroyum hevur móttøkan [...] og hon kom í bókabúðirnar í síðstu viku Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn: Síðan tann fyrsta, Harry Potter og vitramannasteinurin, kom út í 1997, eru seldar [...] verður frumsýndur til jóla í ár. Higartil hevur J. K. Rowling skrivað fýra bøkur av ætlandi sjey, eina fyri hvørt árið, Harry er í Hogwarts. Tann triðja á føroyskum kemur fyri jól í ár. Harry Potter og kamarið
Ferðirnar byrja leygardag í Hirtshals og enda eina viku seinni, tá ið Norröna aftur leggur at í Hirtshals. Allar dagarnar búgva ferðafólkini umborð á Norrönu, sum steðgar á í Føroyum bæði mánadag og hósdag [...] útferð í Føroyum. Norröna fer víðari til Íslands klokkan 14 sama dag. Í Íslandi verður steðgað hálvan annan dag. Tá ið Norröna kemur aftur til Føroya hósdag, fara ferðafólkini spennandi útferð í Føroyum [...] Line. Ferðirnar úr Týsklandi byrja í bussi. Til hvørja av teimum trimum ferðunum fara átta bussar úr átta ymsum býum í Týsklandi. Bussarnir koyra norður til Hirtshals í Danmark, har Norröna liggur klár leygardag
bankastjóri í Føroyum úttalar seg, vilja tey gera álvara av at "venda hvørjum steini". Loksins - eftir 1.300 dagar í heingikoyggjuni - birtist áhugi fyri manglandi grunnaeftirlitinum í Føroyum. "Stór skomm" [...] ov seint Í grundini er hetta tann beri handatváttur. Løgtingsfólk, landsstýrið og miðlar hava í áravís vitað, at leikluturin - ella rættari tann manglandi leiluturin - hjá Skráseting Føroya í Eik-málinum [...] sammeta við illa gitna Bankamálið í 90-árunum. Tá var danska fíggjareftirlitið ikki nóg strangt. Hesaferð var galið við føroyska grunnaeftirlitinum. Tá fóru stórbankar í Føroyum á húsagang. Nú eru bæði størsti
flytingin í Føroyum lutfalsliga stór og broytingar í flytimynstrinum sláa sterkt ígjøgnum í fólkatalinum. Men av tí at tað mest er yngri fólk, sum flytur, ávirkar flytingin ikki stórvegis í tí eldra endanum [...] framrokningar fyri aldurs- og kynsbýtið í Føroyum 40 ár fram. Óvissurnar fyri framman eru stórar. Gott hevði verið at vitað Hvussu nógv skulu hava eftirløn í Føroyum um 25 ár? Hvat man tørvurin fara at verða [...] deyðatøl, ber hampiliga væl til at hyggja nakað fram í tíðina, tí hesi viðurskifti broytast bara so líðandi. Verri er við flytimynstrinum, sum í Føroyum hevur verið baldrut seinastu nógvu árini við ógvisligum
vi. Hetta er boðskapurin í nýggja lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum. Tað skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið í tíðindaskrivi í dag. Í 2021 vóru sambært Hagstovu [...] 489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar. Hetta eru 620 fleir enn í 2012. Størsti parturin av vøkstrinum, yvir 400, er í vinnugreinini Handil og smásøla, har tað í 2021 starvaðust [...] nakrar tímar um vikuna í einum handli. Tá ið hesi byrja at arbeiða, er teirra kunnleiki um reglur um arbeiðsumhvørvi ofta avmarkaður. Hetta ger, at tilvitskan um møguligar vandar í arbeiðinum ofta er lítil