1.206.856 krónur til neyðstødd í Afghanistan

Ímeðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, leika tíverri eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan.

Ímeðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, leika tíverri eisini sera álvarsamar kreppur á í øðrum londum – eitt nú í Afghanistan, har stríð, búskaparkreppa og veðurlagskreppa hava við sær, at nógvir afghanar hava bráðfeingis tørv á humaniterari hjálp. Áhaldandi turkur í landinum merkir, at akurin í vár og summar verður minni enn vanligt, sum kann elva til álvarsama hungursneyð.

 

Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar, um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan, og við fyrimyndarligum stuðli frá eitt nú skúlum kring landið er omanfyri eina millión krónur savnað, sum verður send til tey harðast raktu í Afghanistan.

 

Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmánað í Afghanistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur serliga lagdur á at veita neyðhjálp, so sum mat og drekka, umframt at stuðla sjúkrahúsum og heilsustøðum.

 

Hjartans tøkk til fólk, fyritøkur, feløg, kommunur, og ikki minst, skúlar og dagstovnar í Føroyum, sum hava tikið stig til stuðulsátøk kring alt landið. Enn ber til at stuðla hjálpararbeiðinum í Afghanistan, skrivar Reyði Krossur Føroya.

 

Les meir á https://redcross.fo/hjalp-afghanistan/.