Tær næstu tríggjar vikurnar eru einir 450 týskarar við Norrönu á hvørjum túri. Ferðirnar byrja leygardag í Hirtshals og enda eina viku seinni, tá ið Norröna aftur leggur at í Hirtshals. Allar dagarnar búgva ferðafólkini umborð á Norrönu, sum steðgar á í Føroyum bæði mánadag og hósdag.
Tað er týska ferðavinnufelagið, Trend Tours, ið hevur marknaðarført og selt týskarum túrin. Samstarvið við Trend Tours er liður í tí, at Smyril Line hevur lagt seg eftir at leingja vertíðina so nógv sum gjørligt.
- Og fyri árið 2013 sær hetta út at eydnast, staðfestir Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line.
Ferðirnar úr Týsklandi byrja í bussi. Til hvørja av teimum trimum ferðunum fara átta bussar úr átta ymsum býum í Týsklandi. Bussarnir koyra norður til Hirtshals í Danmark, har Norröna liggur klár leygardag. Tá ið Norröna kemur á Havnina mánamorgun fara allir átta bussarnir útferð í Føroyum. Norröna fer víðari til Íslands klokkan 14 sama dag. Í Íslandi verður steðgað hálvan annan dag. Tá ið Norröna kemur aftur til Føroya hósdag, fara ferðafólkini spennandi útferð í Føroyum.
-Tað er gott, at Ferðaráð Føroya og Kunningarstovan í hesum sambandi bjóða gestunum til føroyskan dans og upplestur í Norðurlandahúsinum, sigur Henny á Líknargøtu, ið eisini fegnast um hugin hjá týskarum at koma til Føroya longu í apríl.
Norröna fer aftur til Danmarkar við týsku ferðaløgunum klokkan 21 tey komandi trý hóskvøldini.