1.120 fólk koppsett í gjár

Nú eru næstan 51.000 koppsetingar gjørdar

Aftur í gjár vórðu nógvar koppsetingar gjørdar. 1.120 fólk vórðu prikað. Av teimum fingu 855 fyrra prikið, og 265 fingu tað seinna.

 

Nú hava 30.401 fólk fingið fyrru koppsetingina. 20.540 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 50.941 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

Koppsetingarbólkurin roknar við, at fyri ólavsøku hava øll, sum ynskja tað, fingið tilboð um fyrra prik, og síðst í august eru øll, sum ynskja tað, liðugt koppsett.