1.131 umsóknir um upphaldsloyvi í Føroyum

Inger Støjberg, ráðfrúa í integratiónsmálum, hevur svarað Magna Arge um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

Inger Støjberg, ráðfrúa í integratiónsmálum, hevur svarað Magna Arge um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Í árunum 2014, 2015 og 2016 er talið á umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum minkað, og umsóknirnar um familjusameining í Føroyum vorðnar fleiri. Samstundis er talið á havnaðum umsóknum, serliga um arbeiðsloyvi, minkað niður í næstan einki. Tað hevur Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, upplýst í svari til Magna Arge.

 

Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um útlendingamál í Føroyum. Tí bað fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi herfyri útlendingamálaráðharran, Inger Støjberg, koma við upplýsingum, sum vísa, hvussu støðan er á økinum. Magni Arge bað útlendingamálaráðharran upplýsa, hvussu nógvar umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvar umsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar.

 

Svarið vísir at í 2014, 2015 og 2016 fingu danskir myndugleikar ávikavist 415, 354 og 362 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum ella tilsamans 1.131 umsóknir.

 

Tá Magni Arge setti spurningin til útlendingaráðharran, varð samstundis biðið um, at fáa tølini útgreinað eftir hvat slag av umsókn, talan var um og eisini, hvussu nógvar umsóknir vórðu ávikavist gingnar á møti og havnaðar. Talið á innkomnum umsóknum hongur ikki ár fyri ár saman við hesum tali, tá umsókn kann verða komin inn í 2014 og liðugt viðgjørd í 2015.

 

Her svarar útlendingamálaráðharrin, at meðan talið á góðkendum umsóknum liggur javnt um 300 umsóknir, so er talið á havnaðum umsóknum fallið nógv, úr 88 niður í 15 umsóknir.

 

Hetta hongur beinleiðis saman við, at meginparturin av havnaðu umsóknunum í 2014 eru umsóknir um arbeiðsloyvi, og at Vinnumálaráðið tann 11. desember 2014 boðaði frá, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuni ikki krav, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðir hevur verið omanfyri 3,5%, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innan byggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligu góðkenningarskipanini.

 

Magni Arge bað eisini um at fáa upplýst, hvussu býtið er millum ymsu skipanirnar, tá arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða givin í Føroyum. Tá arbeiðsloyvi verða givin í Føroyum, verða tey antin fráboðað eftir anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven ella eftir serligu skipanini fyri ES-borgarar, sum søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Svarið frá útlendingamálaráðharranum vísir millum annað, at í 2016, tá serliga ítróttaravtalan, sum ger tað lættari hjá ítróttafólki, venjarum, læknum, sirkusartistum og oljuarbeiðarum at koma inn í landið, kom í gildi, vórðu 13 arbeiðs- og uppihaldsloyvi givin til ítróttarfólk, meðan 18 arbeiðs- og uppihaldsloyvi vórðu givin til læknar.

 

Tølini síggjast í Talvu 3, sum eisini stendur í svarinum frá Inger Støjberg til Magna Arge.

 

Tabel 3. Opholdstilladelser efter de forskellige ordninger på erhvervsområdet 2014-16

Sagsområde/år

2014

2015

2016

Opholdstilladelser og anmeldelser meddelt efter EU-ordningen

17

137

130

Opholdstilladelser meddelt efter anordningen:

 

 

 

  - efter anordning ikke fordelt på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen*

190

63

10

  - efter anordningen (ej Sportsaftalen**)

 

 

18

  - efter anordningen (Sportsaftalen**)

 

 

13

Medfølgende familie

17

23

19

I alt

224

223

190

 

* For ansøgninger indkommet fra og med 4. februar 2016 blev det muligt at registrere opholdstilladelser meddelt efter anordningen opdelt på Sportsaftalen/ej Sportsaftalen. 10 tilladelser i sager med ansøgningsdato før 4. februar 2016 er ikke fordelt efter Sportsaftalen/ej Sportsaftalen.

 

** Læger er omfattet af Sportsaftalen, men registreres ikke under Sportsaftalen i sagsbehandlingssystemet.