Hagstovan hevur gjørt ein frymil, ið letur brúkaran gera ymsar framrokningar fyri aldurs- og kynsbýtið í Føroyum 40 ár fram. Óvissurnar fyri framman eru stórar. Gott hevði verið at vitað
Hvussu nógv skulu hava eftirløn í Føroyum um 25 ár? Hvat man tørvurin fara at verða á røktarheimsplássum næstu tíggju árini? Verður neyðugt at byggja fleiri skúlar? Barnagarðar? Hvussu verður eldrabylgjan? Kann meira gjaldast úr Samhaldsfasta?
Hesir spurningar kundu allir verið betur svaraðir, um vit vistu, hvussu aldurs- og kynssamansetingin í fólkinum fór at verða framyvir.
Tað kann roknast fram ...
Tí verða íbúgvafrøðingar ofta bidnir um at gera framrokningar við støði í verandi bygnaði og ymsum fortreytum um framtíðar viðurskifti viðvíkjandi føðing, deyða og flyting.
... men óvissan er stór
Hvussu framtíðar aldurs- og kynssamansetingin verður, velst heilt nógv um, hvørjar fortreytir verða lagdar til grund fyri framrokningini. Tá talan er um føði- og deyðatøl, ber hampiliga væl til at hyggja nakað fram í tíðina, tí hesi viðurskifti broytast bara so líðandi. Verri er við flytimynstrinum, sum í Føroyum hevur verið baldrut seinastu nógvu árini við ógvisligum sveiggjum báðar vegir.
Samanborið við onnur lond er flytingin í Føroyum lutfalsliga stór og broytingar í flytimynstrinum sláa sterkt ígjøgnum í fólkatalinum. Men av tí at tað mest er yngri fólk, sum flytur, ávirkar flytingin ikki stórvegis í tí eldra endanum.
Frymilin er eitt Excel rokniark, sum kann heintast á www.hagstovan.fo