børn skilja ikki móðurmálið, tey hoyra, og bøkurnar, tey lesa í skúlanum. Foreldur og eldri fólk eru ikki før fyri at hjálpa børnunum við teirra heimaarbeiði, tí eisini fyri tey er okkara mál fremmandagjørt [...] Í mong Harrans ár hevur løgtingið játtað pening til tann almenna stovnin Bileftirlitið, men fyri tveimum árum síðani varð hetta stovnsnavnið broytt til Akstovan. Á hesum stovni eru allir persónbilar, lastbilar [...] rættiliga nógv ár játtaði løgtingið pening til sjónleik. Orðið sjónleikur varð strikað í løgtings-fíggjarlógini 1999, og í staðin játtar løgtingið pening til Leikpall Føroya, men hetta navnið helt ikki
hava sjúkuna, og árini frá 1954 til 2003 vórðu 48 tilburðir av nátasjúku skrásettir. Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og at vaska tey og onnur klæðir, sum tey hava verið í, væl, tá ið veiðan [...] sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4 til 14 dagar eftir smittuna, eiga tey alt fyri eitt at venda sær til lækna, siga Landslæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan í leiðbeining [...] at, tá náti verður tikin og hagreiddur. Kanningar vísa, at smitta er í havhesti Landslæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan heita á fólk um at bera seg rætt at, tá náti verður tikin og hagreiddur, so sleppast
næstakærleiki runnu saman. Til Sovjetsamveldið Í Barkenhoff grundaði hann eina sosialistiska kommunu, sum var til var 1919 til 1923. Hann kom at kenna ta russisku Sonju Marsjelevsku, tey fingu ein son, Heinrich [...] hvørki bøn ella illbøn hjálpir, er vanlig alt árið. Sarah Kirsch Komin til Bremen, fari eg til gongu í seinnapartslýkkuni oman til býargrøvina, sum ringir seg um tann gamla býin eystan- og norðanfyri. Eg [...] ella, sum nazistarnir tóku til (við einum hugtaki frá Max Nordau): entartet. Emil Nolde upplivdi nú, at 1052 málningar eftir hann vórðu inndrignir, at nakrir teirra vórðu brendir, saman við øðrum týskum
medvirkandi til, at Føroyar rættiliga tíðliga fingu nøkur ættarlið av ungfólki, sum høvdu áræði til at søkja sær hægri útbúgvingar uttanlands. Hesi vóru við til at menna samfelagið og við til at geva føroyingum [...] og hvat tey minnast. Í 1960, tá ið skúlin fór frá at hava verið 2 ára studentaskeið og til at vera 3 ára studentaskúli - fóru átjan í skúlan – 12 málslingar og 6 matematikarar. Eg síggi, at tey høvdu samlestur [...] íblástur til sínar framúr góðu yrkingar. Hann vaks upp her, tí pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum. Tá ið skúlin her varð tikin í nýstlu í 1965 yrkti Karsten eina kantatu – Songur til Stud
foreldrini hjá dreingi finna fram til eina hóskandi gentu, og skipað verður fyri, at tey hittast, í eini ”date”. Um bæði eru áhugað, so hittast tey aftur, og so kunnu tey verða trúlovað eftir tveimum mánaðum [...] vísa virðing, og hetta er orsøkin til, at teir hava kalottin. Omman og abbin bjargað undan nasistunum Hesir báðir hava eisini tað til felags, at teirra forfedrar vórðu so hepnir at vera bjargaðir undan [...] ortodoksir jødar búgva. Í hesum býarpartinum er alt tað, sum hoyrir til eitt jødiskt umhvørvi, so sum synagogur, matvøruhandlar til teira tørv og annað. Abbi David kom upprunaliga úr Irak, meðan flestu
Jens Joensen uppi á Lakju at kennast. Tey gerast væl. Og eftir at hava gingið saman í átta ár, giftast tey hin 13.01.1944. Tað er Poul Bull Nielsen, ið vígur tey. Tey keypa húsini hjá ommu og abba Jens. [...] ravmagn. Jú, sanniliga aðrar tíðir. Ígjøgnum árini er nógvur sandur tikin úr Skálafirði til ymiskt stoypiarbeiði, longur úti á fjørðinum. Til dømis, tá Turkihúsið á Høgabóli var bygd uml.1930, varð sandurin [...] Grundtvig, sum Jóhan Weihe sáli, plagdi at taka til. Kom i den sidste nattevagt i en af mine kæres dragt og sæt dig ved min side og tal til mig som ven til ven om hvor vi snart skal ses igen og glemme al
liggja avdottin, ringja til løgregluna at boða frá. Umframt avdottin fólk, vóru eisini fýra dømi um rúsdrekkakoyring um vikuskiftið. Tveir førarar vórðu tiknir í Suðuroynni, ein varð tikin í miðstaðarøkinum [...] rúsin av sær. Eisini eru 4 fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring Bæði fríggja- og leygarkvøldið var mestsum fult á støðini í Jónas Broncksgøtu. Vakthavandi greiðir frá, at tey fáa nógvar áheitanir frá fólki [...] og ein varð tikin í Eysturoynni. Vakthavandi sigur, at allir førarar høvdu eina promillu, ið var yvir tað loyvda, og onkur kann vænta at missa koyrikortið. Blóðroyndir vórðu tiknar, og einki er tó vist
Stig til at byggja línuskip Men so tóku Højgardsmenninir á Toftum stig til at byggja eitt línuskip, og var hetta Vesturhavið Blíða, sum kom til Føroya um jóltíðir í 1956. Hetta var byrjanin til “línu [...] m. Teir fóru til Ný Foundland, yvir á Flemish Cap. Skipið hevði bara frostgoymslu til 12 tons av agni, so teir máttu hava ein heilan kubba í lastini til agn. Tá ið teir so vóru komnir til fiskarí, var [...] av 60-unum vórðu nógvir av línubátunum bygdir um til kraftblokk, sum kravdi munandi minni manning, og har úrtøkan gjørdist nógv størri. Tá vit komu inn í 70-ini vórðu aðrir umbygdir til ídnaðarfisk
nakrir døglingar beinini í Sandvík og vórðu skornir upp í Hvalba. Flestu døglingar, sum eru deyðir í Føroyum, er antin deyðir í Hvalba ella Sandvík. Hvalurin hoyrir til nevhvalirnar, ið hava - sum navnið [...] Sambært keldum, eiga vit føroyingar veiðitøl fyri døgling heilt aftur til 1584, sum er fimm ár fyri, at Magnus Heinason varð tikin av døgum í Keypmannahavn í 1589. Hetta eru sostatt gomul hagtøl. Døglingur [...] við vissu, um hesin knívur er til enn, sigur Jákup. Tvøstið ljósari Jákup Kjærbo sigur, at tvøstið hevur ikki sama lit nú sum áður. - Tað eru nógv ár, síðan eg legði hetta til merkis. Áður var tvøstið kolsvart
kvinnur vórðu í landsstýrinum. Nú situr hann við lyklinum, ið kanska kann hava við sær, at tey, ið atkvøða fyri eini kvinnu, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna. Um sama mundið eru vit so vitni til, at løgmaður [...] alstjóran týdning, at stig verða tikin til at fáa greiði á, hvussu m.a. listaatkvøður hjá flokkunum skulu teljast. Og hetta er tað tær ætla at biðja løgmann um hjálp til - at leggja fram eitt uppskot, ið [...] kvinnurnar heldur vilja lata politiskt arbeiði upp í hendurnar á monnunum er tokutala og hoyrir miðøldini til. Hinvegin tykist tað vera torført at venda hesi tankagongd. Eisini manglar nógv í at fáa kvinnurnar