Tað er umráðandi at bera seg rætt at, tá náti verður tikin og hagreiddur. Kanningar vísa, at smitta er í havhesti Landslæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan heita á fólk um at bera seg rætt at, tá náti verður tikin og hagreiddur, so sleppast kann undan nátasjúkuni. Kanningar hava víst, at 10 prosent av tiknu nátunum hava sjúkuna, og árini frá 1954 til 2003 vórðu 48 tilburðir av nátasjúku skrásettir.
Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og at vaska tey og onnur klæðir, sum tey hava verið í, væl, tá ið veiðan er av. Tað er eisini umráðandi at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna, og hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn ein fær sær at eta ella festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni, og kloramintablettir og leiðbeining fáast á apotekinum.
Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepuri umleið 39º, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4 til 14 dagar eftir smittuna, eiga tey alt fyri eitt at venda sær til lækna, siga Landslæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan í leiðbeining.










