Hóast vikuskiftið hevur verið friðaligt, hava fleiri fólk verið og sovið rúsin av sær. Eisini eru 4 fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring
Bæði fríggja- og leygarkvøldið var mestsum fult á støðini í Jónas Broncksgøtu. Vakthavandi greiðir frá, at tey fáa nógvar áheitanir frá fólki, sum tíðliga um morgunin finna avdottin fólk í garðinum ella í túninum hjá sær. Eisini fólk, sum eru á veg heim úr býnum og síggja fólk liggja avdottin, ringja til løgregluna at boða frá.
Umframt avdottin fólk, vóru eisini fýra dømi um rúsdrekkakoyring um vikuskiftið. Tveir førarar vórðu tiknir í Suðuroynni, ein varð tikin í miðstaðarøkinum og ein varð tikin í Eysturoynni.
Vakthavandi sigur, at allir førarar høvdu eina promillu, ið var yvir tað loyvda, og onkur kann vænta at missa koyrikortið. Blóðroyndir vórðu tiknar, og einki er tó vist fyrr enn blóðroyndirnar eru afturkomnar.