Døglingur
Enn einaferð løgdu nakrir døglingar beinini í Sandvík og vórðu skornir upp í Hvalba.
Flestu døglingar, sum eru deyðir í Føroyum, er antin deyðir í Hvalba ella Sandvík.
Hvalurin hoyrir til nevhvalirnar, ið hava - sum navnið sigur – nev. Teir hava eisini tenn, men tenninar eru lítið at tosa um.
Fólk vita sum heild lítið um nevhval, ið er lítið kendur millum manna.
Og kortini er “nevið” so eyðkent.
Døglingur er betri kendur í Hvalba og Sandvík enn aðrastaðni í landinum, tí tað er so ógvuliga sjáldan, at hvalur av hesum slagi endar uppi á landi aðrastaðni enn júst í hesum bygdum.
Tað er serliga um heystarnar, at døglingar kunnu enda uppi á sandinum í Hvalba og Sandvík. Viðhvørt eru ár ímillum, men fara vit longur aftur í tíðina, var hetta ikki nøkur sjáldsom sjón.
Nú tríggir døglingar aftur løgdu beinini í Hvalba, fingu øll í sóknini ein bita at koyra í pottin!
Gomul hagtøl
Sambært keldum, eiga vit føroyingar veiðitøl fyri døgling heilt aftur til 1584, sum er fimm ár fyri, at Magnus Heinason varð tikin av døgum í Keypmannahavn í 1589.
Hetta eru sostatt gomul hagtøl.
Døglingur, sum deyður er í Føroyum, hevur ligið úr 3,50 og upp í 11,30 metrar.
Døglingalýsi var tiltikið til ymiskt grøðandi endamál, og spikið skal vera ógvuliga feitt - og ikki etandi.
Í gomlum døgum hildu fólk - sum ikki høvdu sæð henda nevhval - at døglingur bert hevði eitt eyga. Men hetta er ikki so.
Slíkt livir bert í sagnum – og tó, kunnu vit siga.
Søgn er um risa og mykinesmann. Tá illa stóð til hjá risanum, og tap var í hendi, legði hann seg at biðja fyri lívinum. Eitt av trimum lyftum, sum risin gav mykinesmanninum, var, at hvørt ár um hoyna skuldi hin stóri hvalurin koma í Hvalagjógv.
Mykinesmenn gloymdu, at teir ikki máttu siga nakað ilt um hvalin. Teir spottaðu døglingin, tí hann skuldi bara hava eitt eyga.
Hvalurin hvarv úr Hvalagjógv og kom ikki aftur hagar, men legði nú leiðina inn á Hvalba og Sandvík.
Smáir døglingar
Jákup Kjærbo í Sandvík sigur, at døglingarnir, sum hesaferð gjørdu landgongd í Sandvík, vóru av teimum smáu, sum teir plaga at siga.
- Eg haldi, at tann størsti var einar 6 metrar langur.
Jákup sigur, at seinast hann skar tríggjar døglingar á háls í Nesi í Hvalba, var tann størsti longri enn 9 metrar. Hinir báðir vóru einar 6 og 7 metrar langir.
- Hetta er eitt ógvuliga sterkt kríatúr, og sveivurin situr øvutur av tí, hann situr á vanligum grindahvali. Tí liggur døglingur á liðini, tá hann kemur at landi og er soleiðis ringur at skera á háls. Tú skalt langt niður við knívinum, áðrenn tú kemur niður á mønina, og tá hvalurin ger mønubrest, kleimur hann tvøstið fast tvørtur um arm á tær. Hetta skaðar ikki, men tað kann kennast eitt sindur óbehagiligt. Hinvegin søgdu teir gomlu, at tú ikki mást koma í klemmu millum geiðslarnar við fingrunum, tá tú skert á háls.
Jákup sigur, at teir gomlu høvdu serligar døglingaknívar, sum vóru einar 60-70 sentimetrar langir.
- Tá eg havi skorið døgling á háls, havi eg brúkt ein langan dálk.
Hann vísir á, at ein slíkur døglingaknívur leingi hevur verið í Sandvík hjá Kristiani Jacobsen. Hetta var mær kunnugt ein knívur, sum forfedrarnir hjá konu hansara áttu.
- Eg veit ikki við vissu, um hesin knívur er til enn, sigur Jákup.
Tvøstið ljósari
Jákup Kjærbo sigur, at tvøstið hevur ikki sama lit nú sum áður.
- Tað eru nógv ár, síðan eg legði hetta til merkis. Áður var tvøstið kolsvart, men nú er tað meira reydligt og brúnligt. Eg havi spurt Doretu Bloch, hvussu hetta man hanga saman, og hon heldur, at er tað so, sum vit siga, er orsøkin hon, at døglingurin í dag livir av aðrari føði enn áður.
Hann vísur á, at fyri nøkrum árum síðan vóru døglingar, sum svumu upp á land har suðuri, fullir av rossamakreli.
- Nú verður alt sent norður til Havnar, og ivaleyst hava tey har eina meting av, hvørt døglingur í dag livir av øðrum enn áður.
Turkað tvøst
Jákup Kjærbo sigur, at honum dámdi betri tvøstið, tá tað var kolsvart, men leggur aftrat, at tvøstið úr døglingi er framvegis gott og vælsmakkandi.
- Tvøstið er eitt sindur turt, men okkum dámar ógvuliga væl at hanga tað upp at turka.
Sum skilst úr Hvalba og Sandvík eru tað mong, sum dáma væl at skera búffar burtur úr døglingatvøsti og steikja teir á pannuni. Hetta skal smakka sera væl aftur við sós.
Jákup sigur, at tað er ein góður dagur í Hvalba og Sandvík, tá døglingur doyr.
- Jú, vit eru sera fegin um tvøstið, men spikið er ikki etandi, men tað er gott sum lýsi, sigur hann.
Tað var fjarandi sjógvur, tá døglingarnir hesaferð endaðu uppi á sandinum í Sandvík.
- Í fyrstu syfti royndu menn at fáa teir útaftur, men tað læt seg ikki gera.
Jákup Kjærbo sigur, at vinstra eygað á døglingi liggur líka sum afturlatið, og haðani kann søgnin koma um, at døglingur bara hevur eitt eyga.
- Men kanningar eru gjørdar, har bæði eyguni eru tikin úr hvalinum og eru vigaði. Tað vísir seg nevniliga, at bæði eyguni er júst líka stór, sigur hann.