við hana, sum tú dugir væl at halda røðu, so svarar hon, tað er tí eg havi so góða tíð. Tit gera alla restina, og so kann eg halda røðu. Hon plagar eisini at siga, tit skulu ikki stúra, tað kann eg taka [...] og sigur, at Mamma sigur nú at hon heldur tað hevði verið so hugnaligt at hildið ein føðingardag. Av tí at vit kenna so nógv fitt fólk, so hevur eydnast okkum at stápla henda dagin upp á beinini. Ingibjørg [...] eiga, sum tit vita, eina systur afturat, hon er nr. 2, og eg havi lisið onkrastaðni, at tað er ræðuligt at verða genta nr. 2. Grundin til, at mamman er so glað, tá ið genta nr. 2 kemur, er, at so kann hon
orkaðu vit einki. Í 1992 kom ein en-fø, sum Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen skrivaðu. Í 1998 kom føroysk orðabók, sum Jóhan H.W.Poulsen og onnur ritstjórnaðu, og so leyp skriðan. Síðan tá eru komnar: [...] man vera eindømi, at so lítið málsamfelag eigur so góða atgongd til stór evropisk mál gjøgnum sítt egna. Hetta er í heimshøpi nakað heilt fyri seg! Arbeitt í 20 ár at fáa dreymin til veruleika Ein óhoyrd [...] viti, hvussu orðabøkur fara at síggja út um nøkur ár. Tað týdningarmesta er, at so nógv sum til ber brúka tær so nógv sum til ber og súgva sær málsligan kunnleika úr teimum. Ókeypis í skúlunum – hini mugu
ov nógv verður latið upp, so kann smittan koma sum ein brestur og gera nógv um seg. Hann heldur tí, at ístaðin eigur at vera latið upp í smáum. – Vit vita, at børn kunnu vera ein stór smittukelda, tí at [...] eg haldi, at vit skulu vera sera varin. Tað kann gott vera, at skúlar ikki skulu lata upp aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina, og tað kann eisini vera, at allur ítróttur skal vera uttan áskoðarar restina [...] at verja tey veiku og sjúku. Men vit, sum hava skil fyri smittuspjaðing, vita, at brádliga kann tað koma ein ógvusligur vøkstur í smittuna. Og um tað hendir, kann smittan gera nógv um seg, sigur Shahin
sum fær viðhald, tá ið stríð er millum foreldrini. Tað ásannar ein pápi, sum Sosialurin hevur tosað við. Pápin vil vera ónevndur fyri ikki at særa ella skaða børnini. Hann er púrasta fyri ongum av stríðnum [...] burturav skuldi vera hjá mær, tikin av, sigur pápin. Mamman kom ikki Onkuntíð skuldi mamman koma eftir barninum, sum búði hjá pápanum, tí barnið skuldi vera um vikuskiftið hjá mammuni. Ein dag stóð barnið [...] húsleigu, olju og streym, sum so Almannastovan skuldi endurrinda henni. Men hon rindaði einki, og Almannastovan kravdi hann at gjalda rokningarnar. Tá koyrdi hann hana út úr húsunum, sum stóðu myrk og køld.
um rokk, film, ella skaldskap, sum eg kann brúka í mínum dagliga arbeiði. Er talan um fagurfrøðiligar bøkur, so velji eg bøkur, sum onkursvegna geva eitt afturljóð, sum klingar av mínum barnaárum, bíbilskt [...] eg oftast havi lisið. Góðar bøkur, sum eg vendi aftur til og nýti sum fakligar uppslagsbøkur, eru Ögonvittnet hjá Anders Ehmark um ein krígsreportara í Afrika, sum aldri sær kríggið, men tó skrivar av fullum [...] Fyrsta sjálvstøðuga lesiuppliving man vera Ein Ribbaldur hjá Eilif Mortansson og Vicke Viking. Gluggan las eg eisini á tamb, og eitt íslendsk barnablað, Æskan, sum mostir ein floksfelaga plagdi at fáa. Hvørja
mánakvøldið greiddi frá leiklutinum sum pápi og rættindum hjá pápum í søguligum og nútíðarhøpi. Umsorgandi pápin ein veruleiki Í tveimum teimum seinastu ártíggjunum er ein stór mentunarlig og samfelagslig [...] í lóggávuni kring børn og tað, sum vit í dag heldur konservativt kalla foreldrarætt. Men so er ikki í Føroyum. Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini [...] kanningar, Jørgen Lorentzen hevur gjørt, taka støði í Noregi. Har vísir tað seg sum, at páparevolutiónin, sum hann kallar hana, sum er farin fram í Noregi tey seinastu tvey ártíggjuni hevur skapt eitt heilt
hasardsigling og hvat var tað sum dróg, sum var so týdningarmikið, at teir settu lív í vága fyri nøkur pund. Eg spurdi Andrias hendan spurning fyri ikki so langari tíð síðani, ein dagin inni á røktarheiminum [...] lammaður á røktarheiminum, og slett ikki hevur verið førur fyri nakað sum helst. Havi havt ilt av, at hesin maður, sum var so glaður fyri at vera saman við fólki, nú sat kleppaður í koyristóli, og var fullkomiliga [...] verri, at eg valdi skriving sum mína yrkisleið. Og hóast lívsleiðin hjá mær á yngri árum mangan var, stikk tað øvugta av tí sum sum Andrias skilti við eina skilagóða lívsleið, so nartlaði tað ikki burtur
alla § 43, og ikki bara ein part, so letur Landstýrið bara vera við at leggja fram uppskot um fíggjarlóg tann 1. okt.. Tað kann so bæði vera seinni ella als ikki, - tað ger fyri so vítt ikki mun, tá politiska [...] aðrar reglur eins væl kunnu brótast uttan avleiðingar? T.d. kann politiska valdið tá bara bróta § 4 í stýrisskipaanarlógini, soleiðis at løgtingsmenn bara kunnu vera sitandi longri enn ásetta valskeiðið, [...] nú fer at mynda fordømi og seta ein standard, soleiðis tað bara er ein spurningur um tíð til farið verður enn longur út á hesa glíðibreyt, við tí úrsliti, at støðið so líðandi verður máað undan eisini
visti bara, at eg ikki longur var sum hinir dreingirnir. Gentur var bara nakað, sum eg metti sum vinir og einki meira. Eg var ikki áhugaður í teimum á annan hátt, sigur Snorri Hansen. Hann bara visti við [...] goymt, at eg eri samkyntur, tí serliga pápi mín hugsaði so nógv um umdømi. So at koma her, og øll bara góðtaka meg, sum eg eri, uttan at seta spurnartekin, er bara ótrúligt, sigur Lionel. Hjá honum var [...] hugaligt at hitst aftur, so um kvøldið fóru teir út at eta ein døgurða saman á einari eysturlendskari matstovu, og ein kann næstan siga, at teir hava verið saman líka síðani. Tað gekk so eitt ár, har teir báðir
hevur tað verið mær ein gáta, hví Javnaðarflokkurin treytaleyst vil vera ein partur av danska ríkinum. Havi ongantíð skilt, at hetta skal vera nakað mál í sjálvum sær. Orsøkin kann bara vera, at Javnaðarflokkurin [...] við frælsi, trúgvi eg neyvan, at javnaðarfólk vita sjálvi; tað kann so bara vera frælsi til at velja ófrælsi, so Føroya fólk um allar ævir vera húskallar hjá dønum í Føroyum. Hvussu langt »javnaðurin og [...] soleiðis er tað bara. Er tað nakað, sum tann »sosiali« Javnaðarflokkurin kann liva við? Ella - hevur flokkurin bara áhuga fyri teimum, sum starvast innan almennu umsitingina. Hvat við brúkarunum, sum kanska eru