Tað er ein sannroynd, at tá foreldur fara hvør til sítt, fær mamman oftast foreldramyndugleikan.
Men sjálvt um foreldrini hava felags foreldramyndugleika, stendur mamman kortini sterkari. Tað er hon, sum fær viðhald, tá ið stríð er millum foreldrini.
Tað ásannar ein pápi, sum Sosialurin hevur tosað við. Pápin vil vera ónevndur fyri ikki at særa ella skaða børnini. Hann er púrasta fyri ongum av stríðnum við fyrrverandi konuna og vil siga søgu sína sum eina roynd at hjálpa børnunum og vísa á órættvísið.
Tá ið tey komu saman, átti hon børn, og tey børnini tóku beinanvegin ímóti manninum, sum giftist við mammuni og kallaðu hann pápa.
Tey bæði fingu tvey børn, men hjúnarlagið helt ikki, tí hon livdi eitt lív, sum hann ikki kundi góðtaka.
Tí fóru tey hvør til sítt.
Felags foreldramyndugleiki varð avtalaður, men tað riggaði ikki serliga væl.
Ta fyrstu tíðina stuðlaði familja hennara manninum, tí tey góvu honum rætt í, at børnini ikki høvdu tað gott hjá mammuni.
Desperatur
Hann valdi eina ferð at taka bæði børn síni og eitt av hennara, sum hon átti við einum øðrum manni, heim til sín. Tá ið hon fataði, hvat var hent, gjørdi hon vart við seg, mótmælti og fekk viðhald.
Maðurin gjørdi sítt besta fleiri ferðir at greiða bæði barnavernd, politinum og Ríkisumboðnum frá, hvussu støðan var, men ongastaðni møttti hann forstáilsi.
Fleiri ferðir hava tey verið í rættinum.
Í fjør fekk hann tað eldra barnið til sín at búgva. Barnið fekk adressu hjá pápanum og kom í barnagarð í Havn, og alt gekk væl. Men Ríkisumboðið skrásetti ikki barnið at búgva hjá pápanum.
Myndugleikarnir komu til ta niðurstøðu, at hetta barnið ikki skuldi hava samveru við mammu sína, tí barnð var ótrygt, hvørja ferð tað kom aftur til pápan. Men pápin skilti, at barnið longdist eftir mammu sínu og læt tí barnið sleppa at vitja mammu sína eitt vikuskifti.
- Tá varð tað brúkt móti mær. Tá ið eg hevði lovað barninum at fara til mammuna, varð avgerðin um, at barnið burturav skuldi vera hjá mær, tikin av, sigur pápin.
Mamman kom ikki
Onkuntíð skuldi mamman koma eftir barninum, sum búði hjá pápanum, tí barnið skuldi vera um vikuskiftið hjá mammuni. Ein dag stóð barnið og bíðaði eftir mammuni, men har kom eingin mamma. Hon skuldi so koma dagin eftir. Barnið bíðaði, men har kom framvegis eingin mamma. Triðja dagin komu onnur fólk eftir barninum.
Pápin hevur alla tíðina verið sannførdur um, at øll fýra børnini hava verið fyri umsorgarsvíki, og tí hevur hann klagað fleiri ferðir bæði til barnavernd og til Ríkisummboðið, men eingin hevur rættiliga viljað lurtað eftir honum. Børnini høvdu tað gott hjá mammuni, vóru boðini til pápan.
Barnið, sum seinastu mánaðirnar hevur búð hjá pápanum, hevur regluliga verið um vikuskiftið hjá mammuni. Antin koyrdi hann barnið til mammuna, ella komu onnur fólk eftir barninum.
Løgin atburður
- Men so upplivdi eg, at barnið hevði løgnan atburð, tá ið tað kom aftur til mín. Drongurin rasaði út, græt og var illur og slerdi frá sær, og tað var ræðuligt, so eg noyddist at halda honum. Sjálvt eftir at hann var sovnaður, rópti hann í svøvni, men so seinni fall ró yvir hann, og hann vildi klemmast, sigur pápin.
Hann hevur upplivað mangt og hvat í stríðnum fyri og um børnini. Eina ferð vildi yngri sonurin ikki aftur til mammuna, men hann noyddist, tí myndugleikarnir høvdu álagt pápanum at útflýggja dreingin.
Sjálvt um felags foreldramyndugleiki er, og hon ikki hevur hildið treytirnar, hevur hann verið noyddur at boygt seg.
Eisini hava børnini sagt honum, hvat tey hava verið vitni til. Hetta er nakað, sum børn ikki hava gott av at uppliva.
Helt ikki avtaluna
Tá ið pápin valdi at fara frá konuni, læt hann hana búgva í húsunum, sum hann átti. Avtalan var, at hon skuldi rinda húsleigu, olju og streym, sum so Almannastovan skuldi endurrinda henni. Men hon rindaði einki, og Almannastovan kravdi hann at gjalda rokningarnar. Tá koyrdi hann hana út úr húsunum, sum stóðu myrk og køld.
Hann veit eisini, at tá ið hann áður hevur havt eldra sonin, sum fór um vikuskiftið til mammuna, var drongurin alla tíðina hjá mostrini. Tá var drongurin róligur, tá ið hann kom aftur til pápan.
Í barnagarðinum høvdu tey av serligum orsøkum eina serliga eygleiðing við dreinginum, og skjøl vísa, at mett varð, at drongurin var forsømdur.
- Mamman hevur fleiri ferðir verið her í Havn, og bara eina ferð hevur hon spurt eftir dreinginum, sum býr hjá mær.
Hann hevur roynt allastaðni at fáa hjálp, men alt til fánýtis.
Børnunum tørvar hjálp
- Tey hava boðið mær konfliktmekling, men tað kann eg ikki brúka til nakað. Tað einasta, sum hetta snýr seg um, er at bjarga og hjálpa børnunum, sigur pápin.
Hann hevur stovnað nýggja familju, og nýggja konan tekur væl móti børnum hansara. Men hann heldur ikki, at hann kann bjóða nýggju familjuni henda levnaðin.
- Antin má onkur hjálpa mær, ella verði eg noyddur at frásiga mær dreingirnar, og tað vil eg treyðugt. Upp á henda mátan seti eg nýggja og góða familjulív mítt upp á spæl, sigur pápin.