Allir skúlar netorðabøkur - ókeypis

Samstarv millum Mentamálaráðið, NÁM, Orðabókagrunnin og Sprotan ger, at allir føroyskir skúlar nú fáa allar tær føroyskar netorðabøkurnar ókeypis inn á teldurnar, tá ið skúlaárið byrjar mánadagin.

Randi Kúrberg

---------------



Hetta er størsta frambrot fyri okkara mál og okkara málmenning, nakrantíð. Frambrotið ger tað møguligt at arbeiða við føroyskum, enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini við fronskum og russiskum orðabókum á telduni. Tað er ein kollvelting av teimum heilt stóru í skúlasamanhangi.

Tiltakið slóðar fyri heilt nýggjum hugsanarhátti í sambandi við føroyskt.
At arbeiða við orðabókunum fer at styrkja tilvitskuna um okkara mál. Tað fer at bøta um lesiførleikan hjá føroyskum næmingum og fer at gera tað lættari hjá øllum lesandi føroyingum at ogna sær kunnleika til føroyskt samstundis, sum hini málini verða lærd.

Okkara málsamfelag hevur snøgt sagt fingið nýggjar høvuðsmotorar ísettar, og teir eru útvegaðir seinastu 20 árini.
Skrúva vit tíðina 20 ár aftur - til 1991 -, høvdu vit at kalla bara eina lítla fø-da við eykabindi og eina lítla da-fø. Tað var alt. Tað nøktaði ongan tørv, og tann støðan rótfesti fatina, at føroyskt kundi ikki brúkast, at málsliga orkaðu vit einki. Í 1992 kom ein en-fø, sum Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen skrivaðu. Í 1998 kom føroysk orðabók, sum Jóhan H.W.Poulsen og onnur ritstjórnaðu, og so leyp skriðan. Síðan tá eru komnar: fø-do, do-fø, fø-en, nýggj en-fø, fø-tý, tý-fø, fø-sp, sp-fø, it-fø, ísl-fø og samheitaorðabók. Fr-fø og rus-fø verða eisini klárar skjótt.
15 orðabøkur í 20 ár og nú liggja tær flestu opnar á øllum skúlateldum. Tað er eitt bragd so stórt, at tað fer at seta sjónsk spor eftir seg í føroyskum málmenningararbeiði.

Mynd av síðuni við øllum bókunum / Sonja Kjølbro – sonja@sonja.fo

Gyldendal yvirhálað
Alt broytist, og eingin í Føroyum hevði kunnað hugsað sær, at Gyldendals Røde ordbøger nakrantíð fóru at verða yvirhálaðar av føroyskum forløgum. Men tað er veruleikin nú. Nakað sum, tá ið Atlantic Airways vann á Maersk. Nú eiga vit eins góðar orðabøkur á føroyskum, og tað ger, at vit kunnu læra okkum fremmand mál beinleiðis ígjøgnum okkara egna og ikki um danskt. Tað fer í longdini at bøta støðuna hjá okkara egna víkjandi og viknaða máli.
Dreymar, sum vóru droymdir fyri 20 árum síðan, eru við treiskni og seiggi vorðnir veruleiki í ár. Seinasta stigið var at fáa alt arbeiðið sjóðað saman og latið skúlunum ókeypis. Og tað hendi í gjár.

Tað man vera eindømi, at so lítið málsamfelag eigur so góða atgongd til stór evropisk mál gjøgnum sítt egna. Hetta er í heimshøpi nakað heilt fyri seg!

Arbeitt í 20 ár at fáa dreymin til veruleika
Ein óhoyrd menning í so stutta tíð. Men hetta er úrslit av hugsjónum, ið summir politikarar hava havt, stuðulsmøguleikum, ið Mentamálaráðið hevur slóðað fyri, og fakligum førleika og ókúgandi arbeiðstreiskni, ið væl útbúnir cand.mag.-ar í føroyskum, donskum, enskum, týskum, sponskum, russiskum og fronskum hava havt.
Úrslitið er veruliga nakað at vera stoltur av og prógvar enn eina ferð, at vit megna alt, vit seta okkum fyri.
Bøkurnar hava verið býttar út á tveir portalar - tann hjá Orðabókagrunninum og tann hjá Sprotanum. Nú eru allar savnaðar á einari nýtíðar, skjótari og fiksari heimasíðu. Flott avrik, og enn eitt dømi um, hvussu alt gott stendst av góðum samstarvi.

Møguleikar, sum nú eru í bókunum.
Nú er tað tyngsta takið tikið. Nú ræður um at dagføra bøkurnar alsamt og menna tær. Næsta stig verður at fáa tær sum pinkuforrit (applikasjón) inn á telefonina. Tað verður kanska gjørt í heyst. Onnur ætlan er at fáa lagt ljóðfílur inn í leitorðini. Tað hava allar framkomnar orðabøkur nú á døgum. Tú nemur til dømis við eitt russiskt leitorð og hoyrir framburðin. Tað er eyðvitað ógvuliga hent, men tú kanst eisini hugsa longri í sambandi við føroyskt. Hesar ljóðfílur kunnu til dømis verða brúktar til at varðveita føroyskar dialektir. Tú trýsir á eitt orð, ein talva við valmøguleikum dettur úr orðinum, og tú kanst trýsta á suðuroyarmál, klaksvíksmál, vágamál etc. og hoyra orðið í ymsum dialektum. Stuttligt. Áhugavert og í longdini ógvuliga virðismikið.
Stórar orðabøkur hjá øðrum stórum forløgum eru longu nú útbygdar við myndum og filmum. Tað verður eisini framtíðini her hjá okkum. Eingi mørk.
Gud viti, hvussu orðabøkur fara at síggja út um nøkur ár. Tað týdningarmesta er, at so nógv sum til ber brúka tær so nógv sum til ber og súgva sær málsligan kunnleika úr teimum.

Ókeypis í skúlunum – hini mugu gjalda fyri dýrgripin
Orðabøkurnar eru eitt ókeypis skúlatilboð – knýttar at skúlans IP-adressu. Onnur, ið eru áhugað at brúka orðabøkurnar til heimanýtslu, á skrivstovu og aðra staðni, kunnu keypa tær annaðhvørt sum netorðabøkur ella sum avlinjuforrit (off-line forrit), ið nevnist Plinkan. Ikki fáast 12 (skjótt 14) bíligari orðabøkur enn Plinkan, og tá eru regluligar dagføringar við í prísinum.



Kassi um netorðabøkur:
Við netorðabókum arbeiðir tú fleiri ferðir skjótari enn við pappírsorðabókum. Hav telduna frá, og ein stórur málheimur er opin og klárur til brúks við einum klikki. Netorðabøkur eru ikki minst hentar á samvirknum talvum, har orðabøkur fáa eina heilt aðra dimensjón enn í pappíri.



Kassi um Plinkuna:
Plinkan er eitt orðabókaforrit, sum virkar av-linju (off-line). Tí kann Plinkan verða brúkt til próvtøkur, tá ið net-samband ikki er loyvt - orðabøkurnar eru klárar, bara streymur er á telduni. Plinkan hevur sjálvvirkandi dagføring og fer eina ferð um mánaðin inn á sprotin.fo og tekur niður allar broytingar og nýggj orð, ið eru løgd inn seinasta mánaðin. Eisini heilar orðabøkur, so hvørt tær koma inn í skipanina. Plinkan hevur verið á marknaðinum í eitt ár og móttøkan hevur frá fyrsta degi verið stak góð. Í dag fer Plinkan frá beta-støði til Plinku 1.0. og í hesum sambandi eru fleiri broytingar gjørdir sum koma brúkararunum til góða.



------------------
Um Orðabókagrunnin
Orðabókagrunnurin sleppur nú tí vanliga forlagsarbeiðnum og fer at virka sum grunnur, ið fíggjar nýggjar verkætlanir, sum fara at lyfta orðabøkurnar á eitt uppaftur hægri stig.
---------------
Um Nám
Nýggi krumtøppurin í skúlaverknum hevur altráður slóðað fyri, at henda tænasta varð veitt skúlunum frá fyrsta skúladegi í 2011. Hetta tiltakið munar meira enn nakað annað í skúlaverkinum.
------------
Um Sprotan
Forlagið hevur tøkniliga slóðað fyri skjótu og nútíðarhóskandi netorðabókunum. Tað er pallurin hjá hesum forlagi, sum hýsir øllum bókunum nú, og fer at standa fyri tøkniliga menningararbeiðnum.
-----
Um Mentamálráðið
Mentamálráðið hevur fíggjað arbeiðslønina hjá øllum høvundunum og ritstjórunum seinastu 10 árini. Var henda fígging ikki, hevði orðabókastarv ikki borið til í Føroyum. Nú sæst ítøkiliga, hvat henda íløgan hevur givið samfelagnum.