tá tú hugsaði um børnini, ið bert vóru 7, 9, 12 og 22 ára gomul. Tú greiddi mær eisini frá, hvussu gott samband tú hevði við prest, ið vitjaði teg dúgliga, og at tit báðar fingu tosað um øll lívsins v [...] møguleika at vitja teg, tær tríggjar vikurnar eg var í Keypmannahavn, í mars 2005. Vit fingu tosað um mangt - eisini um sjúkuna, børnini og nomið var eisini við evnið "deyðan". Tá var tað umráðandi fyri teg [...] vistu ikki, um hetta varð tað seinasta, ið tað tíverri gjørdist. Síðan mars 2005 tosaðu vit báðar bert í telefon og eg minnist, hvussu glað eg varð í oktobur, tí tú hevði tað so gott. Tit skuldu halda
eisini, tá vit í salinum fingu loyvi at syngja við við trimum røddum í tí síðsta sanginum Shackles , ið talar um at vit fáa loyst leinkjurnar av, ið binda okkum, so vit fáa prísað, lovað og ærað Harra [...] og Bárður og klaverleikarin framførdu, setti veruliga ein dám á, so eg sjálvur var nærum við at smelta. Ein so ungur tónleikari og so framúr góður. Harrin signi teg framhaldandi at virka fyri Hann. [...] taka samanum og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við hesi megnar konsert. Eg síggi fyri mær eitt uppvaksandi ættarlið, sum veruliga fer at seta spor eftir seg á hesum øki. At tit hava eitt s
má so í øllum førum bíða til mikudagin. Tá vit eftir dystin fingu orðið á Onnu Kristinu Samson, staðfesti hon, at spælið, sum Stjørnan sýndi í seinna hálvleiki var júst tað, sum liðið skal sýna, um me [...] koyrir tað nóg væl í verjuni, so gongur alt spælið so øgiliga nógv betri. Tað gevur sjálvsálit til restina av spælinum. Men hetta er kanska eisini f yrstu ferð í langa tíð, at tit hava funnið hetta spælið fram [...] sum eg skilji tað, so var hetta spælið eisini frammi tá. Men tað er rætt, at vit í endaspælinum hava havt ilt við at sannføra um, at okkara lið skal verða meistarar. Men hetta var so tað, sum skuldi til
tá talan er um ungar amatørar. Men sigast kann, at til tíðir gjørdu summir av leikarunum so gott avrik, at tað er at undrast á og fegnast um. Tí um hetta ber boð um meira í komandi tíðum, so eru her spírar [...] dramabólkinum; orðingar so sum; ...forkelaður lortungi , sótu so væl, at ongin fekk ilt, men hinvegin hugsaði neyvan nakar um málsliga búnan, og tá er rætt avstaðfarið. Og skemt var so avgjørt ein styrki í [...] sjálvandi. Tað er Súsanna Mortensen, lærari, ið hevur verið leikstjóri. Tá so bert hálvur annar tími er á tímatalvuni um vikuna, so hevur hon nýtt heilt fitt av tíð uttanfyri vanliga skúlatíð til dramabólkin
verið áhugavert at fingið eina atkvøðugreiðslu um tað á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Nú stórur partur av føroyingum hava eina meining um hvussu ein farleið um Leirvík skal síggja út, og hvat er best fyri [...] Vegurin verður lagdur so høgt, tí so kann Leirvíkar kommuna ikki gera íbindingar í vegin. Hvat siga uttanveltaðir serfrøðingar? Eitt er at vit sita og royna at sannføra hvønn annan, um hvat er besta farleiðin [...] ngina av farleiðini. Sum myndin vísir, so er talan um eina nógv styttri farleið, enn hana sum landsstýrismaðurin mælir til. Umframt at hetta er stytsta leið, so er tað góða við hesi loysn, at hon uppfyllir
eins og tit gleðast um at kunna geva og stuðla andaligum arbeiði. Ja, eg haldi at tit gleðast um at tit fingu henda møguleikan at stuðla, sigur Bo. Hóast 150 kr. kann tykjast sum ein lítil upphædd, so dugir [...] raktu úr mongum londum. Eisini í Føroyum. Hóast fólkið í Tjernobyl neyvan vistu um Føroyar tá, so vita nógv teirra í dag um okkara land. Og mong teirra munnu eisini vera takksom fyri ta hjálpina, sum tey [...] Eg veit ikki, men eg var so frímóðigur at biðja Gud um eitt undur, at hann skuldi geva okkum 100 nýggjar stuðlar hesar 10 dagarnar, sum ferðin vardi. Hini hildu meg vera í so bjartskygdan. Men eg svaraði
kritiskir - tit áttu at sett stórt spurnartekin við ráðgevingina hjá LV, eftir tann lemjandi kritik teir fingu frá fleiri løgtingsmonnum tá máli um tíðarfreistina var fyri. Og mín sann um so ikki Oyvindur [...] hátt, so kann man jú ikki taka nakra avgerð í okkara landi, ið ber á tað rætta borði, í berum ótta fyri hvat onnur munnu fara at biðja um. Um tann fyrsti undirsjóvartunnilin ikki var komin, ja so var tann [...] sum um at vóru teir ikki til, so gingu vit í Leirvík framvegis uppum fjall. Hann hevði eisini blint álit á, at tá LV mælir til vegin "omanfyri" so má tað absolutt vera tað rætta, men tað halda so ikki
neyðtøkum. Hvussu skipaðu tit venjingar og líknandi? - Vit fingu handritið til Pikusøgur, sum Ingunn Ásdísardóttir hevði týtt til íslendskt. Síðan hittu vit V-bólkin og sóu eitt nú ein film um Vaginal Monologes [...] neyðtøkum, og tá varð eingin neyðtøka meldað til løgregluna. So, teirra arbeiðið hevur fyri vist týdning og ávirkan. Hvussu kom tað í lag, at tit skuldu spæla Ginusøgur? - Tá Eve Ensler, sum gjørdi leikin [...] miklan ans, at vit knappliga skuldu spæla sjónleik, men øll hildu tað vera so spennandi. Vit, sum eru limir í altinginum, eru samd um, at vit ikki góðtaka neyðtøkur og harðskap, og tí var tað upplagt, at vit
kunnleika um eldraøkið í Føroyum. Hinvegin so fingu tey eisini møguleika fyri at síggja, hvussu eitt føroyskt sambýli verður rikið og hvussu nógv starvsfólkini gera, fyri at hugna um og vera um tey eldru [...] bæði. Beinanvegin sum tey fingu hesi boðini fóru tey á bókasavnið fyri at finna fram til upplýsingarnar um hesar oyggjarnar. Og har fingu tey nógv at vita. - Har sóu vit m.a. at tit hava nógvan seyð, og at [...] greitt varð frá hesi verkætlanini. Nakað seinni vórðu tey uppringd og spurd, um tey høvdu áhuga í at fara higar at vitja, um tey fingu møguleikan. - Vit svaraðu ja, hóast vit ikki vistu, hvar Føroyar lógu ella
Hvat fara tit at gera í Grønlandi? Vit fara við helikoptara til Umanak, fara at sleta á hundasleðum, spæla golf o.s.fr. Paula: Hava tit havt nógv um Grønland í skúlanum? Eg veit ikki so nógv um Grønland [...] hóast tað kanska verður strævið at flúgva handa langa túrin, ið tekur um 12 tímar, eri eg ikki bangin. Annars hava vit ikki lært so nógv um Grønland higartil í skúlanum hava hoyrt onkra søgu, nakrir grønlendingar [...] beinanvegin, tað var spennandi. Tá vit fingu tað at vita, var meiningin, at vit skuldu fara avstað í ár. Men av teirri orsøk, at tað kostar so nógv, mugu vit bíða enn eitt ár, so vit kunnu savna enn meira pengar