Funnu gleðina fram

 Spæla vit soleiðis í seinastu finaluni, so ivist eg ikki, at vit verða føroyameistarar, sigur Anna Kristina Samson hjá Stjørnuni

Hondbóltur

Fagnaðurin var øgiligur, tá Stjørnan hevði fingið vissu fyri, at Neistin ikki uttan víðari slapp avstað úr Klaksvík við gulli og FM-steypi.
Sum restaðu bara sjampanjupropparnir og væl kenda Queen-lagið, fyrr enn dagurin var heilt perfektur hjá Stjørnuni, men tað má so í øllum førum bíða til mikudagin.
Tá vit eftir dystin fingu orðið á Onnu Kristinu Samson, staðfesti hon, at spælið, sum Stjørnan sýndi í seinna hálvleiki var júst tað, sum liðið skal sýna, um meistaraheitið skal fáast til høldar.
 Vit komu upp á tærnar í verjuni, fyrst og fremst. Tað vísur seg altíð, at koyrir tað nóg væl í verjuni, so gongur alt spælið so øgiliga nógv betri. Tað gevur sjálvsálit til restina av spælinum.
Men hetta er kanska eisini f yrstu ferð í langa tíð, at tit hava funnið hetta spælið fram?
 Nú var eg ikki við í fyrru hálvfinaluni í Vági, men sum eg skilji tað, so var hetta spælið eisini frammi tá. Men tað er rætt, at vit í endaspælinum hava havt ilt við at sannføra um, at okkara lið skal verða meistarar.
 Men hetta var so tað, sum skuldi til, fyri at fáa eina triðu finalu. Hana spæla vit mikudagin, og tá er málið púrasta greitt, at vit fyri seinastu ferð skulu taka steypið við um Leirvíksfjørð í báti, staðfesti Anna Kristina at enda.