Ukraine: 26. apríl 1986 fer neyvan úr minninum á fólkinum í Ukraine. Og hann verður so aldrin gloymdur av fólkinum í Tjernobyl.
Henda dagin hendi nevniliga tað, sum ikki skuldi henda: Eldur kom í stóra kjarnorkuverkið í býnum.
Hetta hevði sum vera man stórar avleiðingar fyri fólkið í býnum, landinum og grannalondunum, tá geislingarnar spjaddust um eitt stórt øki.
Henda vanlukkan rakti bæði stór og smá henda várdagin fyri skjótt 20 árum síðani. Og tað ger hon enn í dag og kemur eisini at gera tað í mong 100 ár aftrat.
Beint eftir vanlukkuna byrjaði hjálpararbeiðið fyri teimum raktu úr mongum londum. Eisini í Føroyum.
Hóast fólkið í Tjernobyl neyvan vistu um Føroyar tá, so vita nógv teirra í dag um okkara land. Og mong teirra munnu eisini vera takksom fyri ta hjálpina, sum tey hava fingið úr okkara lítla landi.
Millumliðið millum stóra Ukraine og lítlu Føroyar hevur í hesum sambandi verið føroyska deildin av Skandinavisku Barnamissiónini. Ein felagsskapur, sum ein kanska ikki hoyrir so nógv til í dagliga tíðindastreyminum. Kortini hevur hesin verið virkin í arbeiðinum at geva børnunum í Tjernobyl eitt verdugt lív eftir vanlukkuna.
Í farnu viku vóru tvey umboð fyri Barnamissiónina í Føroyum leiðarin sjálvur, Bo Wallenberg og Lyudmila Lonyuk, sum er leiðari fyri lokala arbeiðið í Ukraine.
Vit eru sera takksom fyri hjálpina, sum tit lata í Føroyum. Ja, eg havi sjáldan upplivað slíka gevaragleði áður.
Og tú kanst ikki ætla, hvussu fegin tey eru í Ukraine fyri tykkara hjálpa. Hetta er fyri teimum eitt tekin um, at tey ikki eru gloymd, at tit eisini hugsa um tey, sigur Bo Wallenberg.
Ódálkaður matur
Føroyingar hava altíð havt orð á sær fyri at vísa næstrakærleika móti fólki úti í heimi, tá tey hava verið í einihvørjari neyðstøðu.
Tá so vanlukkan hendi í Tjernobyl kom tann føroyski parturin ikki at liggja eftir. Ein av teimum, sum valdu at stuðla hjálpararbeiðinum var Skandinaviska Barnamissiónin, sum hevur greinir í øllum Norðurlondum.
Í Føroyum var eisini farið til verka við at savna inn pening til hetta. Møguleiki varð hjá fólki at lata eina ávísa upphædd, sum so fór til arbeiðið í Ukraine.
Okkara arbeiðið er skipað soleiðis, at ein einstakur gevari ikki stuðlar einum ávísum barni. Alt verður koyrt í ein felags kassa.
Men spyrt tú meg, hvagani hjálpin úr Føroyum fer, so fer hon í størstan mun til eitt leguhús, har vit savna børn í hundraðtali, har tey fáa alt tað teimum tørvar fyri at koma fyri seg aftur, sigur Bo.
Í fjør vóru 1.128 børn á hesum leguhúsinum, og gongst sum ætlað, so verða tey ikki færri í ár.
Vit eru tí sera takksom fyri hjálpina, sum hava fingið og framvegis fáa úr Føroyum, sigur Lyudmila Lonyuk.
Í leguhúsinum fáa børnini heilsugóðan og ikki minst ódálkaðan mat. Alt verður gjørt fyri at immunverjan skal styrkjast hjá teimum, soleiðis at tey kunnu fáa eitt gott lív og familja teirra.
Undan jólum fáa fleiri familjur eisini serstakar pakkar við jólagávum. Í hesum pakkum er heilsugóður matur, klæðir og tílíkt.
Hinvegin so hava eisini børn úr kjarnorkurakta økinum verið fleiri ferðir á vitjan í Føroyum til tess at vinna sær heilsubótina aftur.
Ógjørligt hjá menniskjum
At stuðla einum av hesum børnunum kostar ikki nógv í okkara peningi: Fyri 150 kr. um mánaðin ber til at stuðla ikki bert einum barni, men trimum.
Av hesum 150 krónunum fara tær 15 til útreiðslur til leiðslu, men reglan er at 90 % av gávunum skal fara beinleiðis til arbeiðið til flutning, mat, heilivág og annað.
Hvussu stórt hjarta føroyingar hava fyri hesum arbeiðinum veit Bo Wallenberg alt um. Tað hevur hann enn einaferð upplivað.
Tá tey fyrireikaðu ferðina til Føroyar var sjálvandi nógv praktiskt at skipa, men tey nýttu eisini sera nógva tíð í bøn til Guds um, at alt mátti gangast teimum væl.
Eg veit ikki, men eg var so frímóðigur at biðja Gud um eitt undur, at hann skuldi geva okkum 100 nýggjar stuðlar hesar 10 dagarnar, sum ferðin vardi.
Hini hildu meg vera í so bjartskygdan. Men eg svaraði teimum, at tað sum er ógjørligt hjá okkum menniskjum, tað er gjørligt hjá Gudi. Og mín sann, um ikki tað hendi eitt undur, sigur Bo.
Gud er partur av gerandisdegnum
Áðrenn tað seinasta møtið í Frelsunarherinum í Vági mánakvøldið høvdu tey fingið 168 stuðlar aftrat til Skandinavisku Barnamissiónina. Og hetta er nærum líka nógvir, sum tey hava fingið seinastu 10 árini her á landi.
Tí sigi eg tað aftur og aftur, at tit føroyingar eru ein serlig tjóð og eitt serligt fólk. Tit hava hava í fyrsta lagi langar tradisjónir við humaniterari hjálp.
Men tá tað er sagt, so sær ein eisini týðiligt ta positivu ávirkanina, sum kristintrúgvin hevur í fólkinum, og hvussu virkið tað kristna fólkið er. Vit duga bara at síggja, at Gud er ein partur av gerandisdegi tykkara, sigur Bo.
Ein menniskja er ikki bara ein andi og ein sál, men er eisini eitt likam. Hetta heldur Bo at føroyingar veruliga hava skilt: Føroyingar ynskja at hjálpa á øllum trimum økjum.
Eg má bara siga sum er, at eg havi verið mangar ferðir í Føroyum. Men tað er líkasum at tað nú er ein andalig veking ígongd millum fólkið - ein veking sum sæst aftur í praktiskum verki og offurvilja.
Tað er eins og tit gleðast um at kunna geva og stuðla andaligum arbeiði. Ja, eg haldi at tit gleðast um at tit fingu henda møguleikan at stuðla, sigur Bo.
Hóast 150 kr. kann tykjast sum ein lítil upphædd, so dugir Lyudmila Lonyuk at siga frá, at í Ukraine er hetta til gagns fyri mong menniskju.
Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu í øllum førum hjálpa einum. Og í okkara landi eru tey tí eisini fegin um stuðulin frá tykkum, sigur hon.