vinnuna. Hesi spurnarbløðss liggja til taks umborð á Smyrli og verða tey ferðandi biðin um at svara teimum og lata tey inn í kioskina áðrenn farið verður í land. Á hesum spurnarbløðum skal hvør einstakur ikki [...] ætlanin er, at spurnarbløðini umborð á Smyrli skulu liggja í einar 14 dagar. Eftir freistirnar verða svarini sett í dátubásu, ið roknar saman, hvørjar ábøtur eru mest neyðugar á Suðuroyarfarleiðini. Sostatt fær [...] kipan vera vánaliga. Í fimta teiginum verður spurt um møguligir vansar ella fyrimunir við at sigla á Vág mitt í viku og í sætta og seinasta spurninginum verður biðið um uppskot til broytingar av verandi
suðuri hava sostatt roynt at tikið tað sum fallið er fyri á fjarðarleiðini, og fongurin hevur verið hareftir. Smábátarnir í Vági eru komnir til lands við einum 10 - 20 nátum. Finningarmenn gjørdu bart Onkur [...] verið hareftir hjá flestum teirra. Vesturi í Vágunum er eisini vanligt at flota bát á Sørvagsvatni í nátatíð, men eisini har á vatninum hevur langt verið ímillum nátarnar. Vágamenn eru vanir at taka nógvan [...] vart við, at nátin ikki verpur fyrr enn um 10 ára aldur, og tí ganga nøkur ár áðrenn úrslitið sæst á stovninum. Mong halda annars, at nátin tykist vera og verpa allastaðir, og at stóri stovnurin er ein
hava tamarhald á brotsverkum og fyribyrgja ófriði. Paulus fer enntá so langt, at hann nevnir teir fyri at vera »tænarar Guds« (Rómbr. 13, 6), sum Hann brúkar til okkara besta. Um vit steðga á og hugsa eina [...] Paulusar áheitan um at takka Gudi fyri myndugleikar okkara. Orsakað av øllum tí órætti, tey síggja í lands- og kommunalpolitikki, tykist landsins stjórn heldur at vera teimum til banningar enn signingar. Tey [...] Tey standa undrandi og spyrja, hvørjum tey skulu væntast at vera takksom fyri. Um vit kenna tað á hendan hátt, eiga vit at minnast til, at Paulus livdi undir eini stjórnarskipan við ráðaríkum rómverskum
Føroyar, er avgerandi neyðugt, at allir flokkar á Tingið og við teimum allir føroyingar leggja doyðin á, at fáa í lag eina semju um, hvat eru áhugamál Føroya lands og Føroya fólks mótvegis umheiminum. Hetta [...] har aftur ímóti bara tann sannleikin, at avgerðin um at lýsa fullveldi ella ei, í veruleikanum byggir á ?smag og behag?. Kortini verður hildið rimmarfast við uppáhaldið um, at alt annað enn fullveldi og tað [...] øðrum kensluligum fyribrigdum, men sum tekur støðið í rættinum hjá einstaklinginum at hava ávirkan á sína egnu tilveru í sonnum demokratiskum anda. Javnaðarflokkurin hevur, sum stevnu, at verja vunnin
gott, tí tað ruddar samstundis upp í nógvum øðrum viðurskiftum millum land og kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø. Barnagarðslóg á veg Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit til almanna- og heilsumálastýrið [...] Helena Dam á Neystabø. Almanna- og heilsumálastýrið er eisini farið undir fyrireikingar til at gera eina barnagarðslóg, eina lóg, sum setur fakliga innihaldið og fysisku karmarnar á dagstovnunum á dagsskránna [...] hetta snýr seg um. At raðfesta rætt, sigur Helena Dam á Neystabø. Hví velur tú ikki at taka Tórshavnar kommunu burtur úr sum eina royndarkommunu á økinum? - Tað er ein landsumfatandi veruleiki, at barnaansing
Dánjal Petur Mariusarson, kokkur á Marco Polo, Gundur Fossdal, kokkaleiðari á Hotel Føroyum og Johan Mortensen, stjóri, eru aðalsinnaðir undangongumenn í matgerðarlist. Tað vistfrøðiliga rákið, ið ger [...] fjall Til heystar verður farið farið eitt fet víðari á leiðini. Føroyskar landbúnaðarvørur eru eftir tykki stigtakaranna í alt ov stóran mun sleptar upp á fjall, og tí ætla teir at loyva føroyska landbúnaðinum [...] eru eisini vælkomin. Komandi ár ætla teir at seta flogfenaðin á ovastu rók, og tá verður sambært monnunum nógv spennandi av bøi og úr bergi á matarskránni. Evropeisk evja Teir siga seg hava fingið ta fatan
í seinastuni benda á, at alt ikki er heilt rætt farið fram. Ein partur av orsøkini til misnøgdina, rokni eg við er, at so nógv ógreið viðurskifti eru, eitt nú uppgávubýtið millum land og kommunu samstundis [...] tó ikki samd við uppskotinum frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi teimum fíggjarligu avleiðingunum fyri land og kommunur. Mánakvøldið samtyktu býráðslimirnir í Havn tilmælið frá sosialu nevnd um, at almanna- [...] løgd út til kommunurnar, men til ein heildarloysn viðvíkjandi uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti á almanna- og heilsuøkinum er gjørd, fáa kommunurnar landskassans part av útreiðslunum útgoldnan. - Mær
Bodil Simonsen. aldur: 15 ár, gangi í 10 fl. á Runavíkar Skúla. Bústaður: Saltangará. Starvsvenjingarstað: Tjaldurs Apotekið. Hví valdi tú hettar staðið? Tí eg var á Salong Tótu síðsta ár, so í ár vildi eg [...] hjá tær ? Hon er frá 8.00 á morgni og til 14.00 seinnapart. Er tað stutligt at vera her ? Ja, tað er sera stuttligt at vera her. Navn: Tummas R.Olsen. Aldur: 16 ár gangi í 10 fl. á Runavíkar skúla. Búðstaður: [...] Búðstaður: Rituvík. Starvsvenjingarstað: Per á Hædd. Hví valdi tú hettar staði ? Tí eg vildi prøva tað og tað ljóðaði sera áhugavert. Hvat gert tú ? Takið bíløt, eri á fundum og ymiskt annað. Var hetta 1. ynski
viðvíkjandi uppgávu- heimildar- og ábyrgdarbýti á almanna- og heilsuøkinum. Tá tann loysnin er funnin ber til at tosa um fíggjarliga býtið millum land og kommunur. Tað er møguligt, at tølini venda ein [...] út til kommunurnar í einum. At barnaansingarálitið ruddar upp á fleiri økjum í senn, so sum landsstýriskvinnan sigur, er torført at fáa eyga á. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er týðiligur, hann er [...] at hetta gerst veruleiki við góðum innihaldi og á ein fíggjarligan rættvísan hátt. Latið okkum tí setast saman at tosa um tingini, so málið verður loyst á besta hátt. Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn
tað sær svartast út, og tá tað bjarta er so torført at fáa eyga á. Um fýratíðina hósdagin var ellivu ára gamli Kjartan Festirstein á veg út á Argir, har hann býr, men hesaferð hevði hann lagt sær leiðina [...] Komin út til skúlan á Argjum, ella har um vegir, kemur ein hvirla og tekur í hornkassan, sum hann hevði í hondini. Kassin fór á flog, og sjálvsagt royndi Kjartan at fáa hendur á honum aftur. Men ólukkutíð [...] Hannus og Høgni í hann og fingu hann aftur til lands, har bjargingarfólk frá sløkkiliðnum fingu givið honum turt upp á kroppin áðrenn hann varð koyrdur á sjúkrahúsið. Har lá hann til eftirlit til hann