Flestu okkara taka undir við Paulusi um, at tað er neyðugt at biðja fyri politiskum leiðarum. Men mong menniskju hava sera trupult við at góðtaka Paulusar áheitan um at takka Gudi fyri myndugleikar okkara. Orsakað av øllum tí órætti, tey síggja í lands- og kommunalpolitikki, tykist landsins stjórn heldur at vera teimum til banningar enn signingar. Tey standa undrandi og spyrja, hvørjum tey skulu væntast at vera takksom fyri.
Um vit kenna tað á hendan hátt, eiga vit at minnast til, at Paulus livdi undir eini stjórnarskipan við ráðaríkum rómverskum keisarum. Hann metti teirra stýri at vera betri enn lógloysi. Vit áttu eisini at mint okkum sjálvi á, at mangir av teimum fyrimunum, sum vit njóta, eru úrslit av góðum lógum, sum eru viðtiknar í lóggevandi tingi okkara.
Mong lond hava til dømis lógir, sum verja børn og fátøk móti ómenniskjaligum arbeiðsháttum. Viðurskiftini eru kanska alt annað enn fullkomin, men tey kundu havt verið mangan verri, um hesar samkennandi lógirnar ikki vóru í gildi.
Paulus segði, at Harrin nýtir myndugleikar til at revsa tey, sum ilt gera (Rómbr. 13, 4.) Vit síggja, hvussu Gud brúkar løgreglu og dómsvaldið fyri at hava tamarhald á brotsverkum og fyribyrgja ófriði. Paulus fer enntá so langt, at hann nevnir teir fyri at vera »tænarar Guds« (Rómbr. 13, 6), sum Hann brúkar til okkara besta.
Um vit steðga á og hugsa eina løtu, verða vit varug við, at tað er øll góð orsøk til at frambera tøkk samstundis sum vit biðja fyri myndugleikum okkara.
Herbert Vander Lugt
ums. úr enskum
M. á Bergi










