Samgongan sleppur børnunum uppá fjall

- Yvirtøkan av barnaansingarøkinum er alt ov ófyrireikað og óskipað bæði fíggjarliga og innihaldsliga. Ikki bert landsstýriskvinnan skákar sær undan ábyrgd, men eisini øll samgongan, tá ið hon sigur, at meir skal ikki brúkast til dagstovnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð

Stendur tað til Tórshavnar býráð fáa føroysku kommunurnar landskassans part av útreiðslunum til barnaansingina sambært galdandi lóg eftir, at økið er lagt út til kommunurnar at umsita. Sosiala nevnd í Tórshavnar býráð tekur fult undir við tankanum í álitinum hjá einum bólki undir almanna- og heilsumálastýrinum um, at ábyrgd og umsiting av barnaansingarøkinum verða løgd út til kommunurnar. Nevndin er tó ikki samd við uppskotinum frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi teimum fíggjarligu avleiðingunum fyri land og kommunur.

Mánakvøldið samtyktu býráðslimirnir í Havn tilmælið frá sosialu nevnd um, at almanna- og heilsumálastýrið fær fráboðan um, at býráðið tekur undir við, at ábyrgd og umsiting av barnaansingarøkinum verða løgd út til kommunurnar, men til ein heildarloysn viðvíkjandi uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti á almanna- og heilsuøkinum er gjørd, fáa kommunurnar landskassans part av útreiðslunum útgoldnan.

- Mær dámar ikki mannagongdina hjá almanna- og heilsumálastýrinum, nú barnaansingarøkið skal leggjast út. Álitið viðger bara fíggjarliga partin av, at kommunurnar yvirtaka barnaansingina. Einki er gjørt burtur úr innihaldinum á stovnunum ella øðrum. Hinvegin taki eg undir við, at kommunan tekur økið yvir. Eftir mínum tykki átti Tórshavnar kommuna verið ein royndarkommuna, har hon so við og við rindar alt økið sjálv samstundis sum vit fáa tíð at laga nýggju skipanina til. Tað sum nú er ávegis er alt ov ófyrireikað og óskipað bæði fíggjarliga og innihaldsliga. Ikki bert landsstýriskvinnan skákar sær undan ábyrgd, men eisini øll samgongan, tá ið hon sigur, at meir skal ikki brúkast til dagstovnar, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd.


Tær virknu við sviðusoð

Verður gingið eftir álitinum, sum arbeiðsbólkurin undir almanna- og heilsumálastýrinum hevur gjørt um yvirtøkuna av barnaansingarøkinum, kemur tað at ganga verst yvir tær kommunurnar, sum hava arbeitt miðvíst við at fáa fleiri stovnspláss til børnini. Samstundis verða tær kommunurnar, sum hava gjørt minni og kanska einki, væl fyri.

- Eg dugi ikki at síggja logikkin í hesi ætlanini. Hevði landsskattaprosentið minkað tilsvarandi sum kommunuskattaprosentið vaks var støðan ein heilt onnur. Í álitinum stendur, at tað kann henda, men rátt verður ikki til tað, sigur Elin Lindenskov.

Fíggjarligu avleiðingarnar av yvirtøkuna verða stórar fyri Tórshavnar kommunu, velur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum at fylgja álitinum. Tá ið álitið varð kunngjørt í summar kom fram, at tað fer at kosta Tórshavnar kommunu uml. 15-20 mió. krónur meir um árið at umsita økið einsamøll. Nýggj tøl benda á, at henda metingin hevur verið nakað bjørtskygd.

- Nú vísa tøl, at tað fer at kosta upp ímóti 24 mió. krónur meir til sama virksemið sum er í løtuni - um árið. Beint nú hava vit ráð at rinda hetta, men so er spurningurin, hvussu nógv vit megna at byggja út og byggja afturat.

Forkvinnan í sosialu nevnd skilur væl, at Foreldrafelagið í Havn ivast í førleikanum hjá kommununi at umsita økið einsamøll.

- Í øllum førum dugi eg at síggja eina misnøgd millum foreldur. Allar kærurnar, sum hava verið í seinastuni benda á, at alt ikki er heilt rætt farið fram. Ein partur av orsøkini til misnøgdina, rokni eg við er, at so nógv ógreið viðurskifti eru, eitt nú uppgávubýtið millum land og kommunu samstundis sum eingin barnagarðslóg er. Høvdu vit eina slíka, høvdu nógv viðurskifti komið uppá pláss. Uttan eina barnagarðslóg er vandi fyri, at støðið á stovnunum lækkar, og tað má ikki henda, sigur Elin Lindenskov.