Helena Dam á Neystabø má hava misskilt, ella verða misskilt, tá hon í samrøðu við Sosialin seinasta mikudag sigur, at Tórshavnar kommuna ikki ynskir blokkstuðul frá landinum til barnaansingina. Hetta er ikki rætt. Tórshavnar Kommuna hevur ongantíð sagt, at hon ikki vil hava blokkstuðulin.
Seinasta mánakvøld viðgjørdi býráðið álitið um skipan av barnaansingarøkinum, sum arbeiðsbólkur settur av landsstýriskvinnuni í almannamálum hevur skrivað. Niðurstøðan á býráðsfundinum er, at vit taka fult undir við tankanum í álitinum um, at ábyrgd og umsiting av økinum skal leggjast út til kommunurnar. Men vit taka ikki undir við háttinum pengarnir verða býttir út eftir. Hátturin at býta út pengarnar er eftir okkara tykki fullkomuliga skeivur.
Í løtuni rindar landskassin 35 prosent og kommunurnar 35 prosent av rakstrinum. Íløgurnar rindar landskassin 60 prosent av og kommunurnar 40 prosent av. Hetta merkir, at landskassin nú rindar 56,6 milliónir til barnaansing. Landsstýriskvinnan í almannamálum vil nú í staðin gjalda hesa upphædd út til kommunurnar eftir einum lykli, sum gevur kommunum, sum einki hava gjørt fyri barnaansing, heraklapp.
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri Tórshavnar kommunu, um vit brúka tøl fyri 1999, eru at kommunan skal rinda út við 24 milliónir meira um árið til verandi skipan. Afturat hesum koma so útreiðslurnar til víðkan av skipanini.
Býráðið er sjálvsagt sinnað at samráðast um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýtið á barnagarðsøkinum, men tá landsstýriskvinnan sigur, at býráðið ?blakar við runu?, bara tí vit ikki eru samd við útspælinum frá hennara arbeiðsbólki, er trupult at byrja samráðingar.
Býráðið ynskir eina heildarloysn viðvíkjandi uppgávu- heimildar- og ábyrgdarbýti á almanna- og heilsuøkinum. Tá tann loysnin er funnin ber til at tosa um fíggjarliga býtið millum land og kommunur.
Tað er møguligt, at tølini venda ein annan veg, tá ið fíggingin av eldraøkinum verður løgd út til kommunurnar. Hinvegin vita vit heldur einki um, hvussu tann skipanin fer at síggja út, ei heldur um hon kemur. Skal tað verða rudduligt, mátti tað verið enn ruddiligari at lagt fíggingina av báðum skipanunum út til kommunurnar í einum.
At barnaansingarálitið ruddar upp á fleiri økjum í senn, so sum landsstýriskvinnan sigur, er torført at fáa eyga á. Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er týðiligur, hann er í fýra punktum, sum øll viðgerða fígging av barnaansingarøkinum, har framgongur tað týðiliga, at fíggjarstøðið skal takast út frá 1999 tølunum. Hetta hevur Tórshavnar kommuna tikið til eftirtektar, og vænta vit ikki, at landið fer at gjalda meira fyri barnagarðsøkið, enn tað ger í dag. Tí arbeiða vit útfrá sjálv at koma at gjalda alla komandi útbyggjan av økinum. Men at átaka okkum 24 miliónir ella helst meir omaná er ein sera stórur bita at gloypa.
Í samrøðuni við Sosialin sigur landsstýriskvinna, at tey eru farin undir at fyrireika eina barnagarðslóg. Tórshavnar kommuna hevur fyri langari tíð síðani gjørt hetta. Í politiska málsetninginum, sum Tórshavnar kommuna samtykti í 1996, (Álitið: Børn og ung sí. 21) stendur: At kommunan vil virka fyri, at barnagarðsøkið gerst kommunalt burturav, og at føroysk barnagarðslóggága verður gjørd. At hetta endiliga kemur á dagsskránna hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, og vónandi gerst veruleiki, kunna vit bert fegnast um, og vil Tórshavnar kommuna sjálvsagt verða við til at virka fyri, at hetta gerst veruleiki við góðum innihaldi og á ein fíggjarligan rættvísan hátt. Latið okkum tí setast saman at tosa um tingini, so málið verður loyst á besta hátt.
Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn