fór alt fyri eitt undir at minka um munin. Serstakliga Áki Mørk tóktist sera væl upplagdur, so við og við tók munurin at minka. VÍF megnaði tó at svara aftur, men avrikið hjá Jota mundi eisini ríva burturav [...] aftanfyri í steðginum, komst eina og aleina av teirri orsøk, at Zeljko Jotic bara tykist halda fram við sínum higartil besta kappingarári í føroyskum hondbólti, og tá teir hittust í skiftirúminum millum [...] ein javnleik í fyrsta dystinum á árinum, so var einsamalla stigið einki vert hesaferð, og soleiðis máttu teir síggja grannarnar úr Kyndli fara avstað á talvuni. Hjá Vestmenningum taldi stigið hóast alt,
milliónir av ríkisstuðuli um árið. ? Politiska málið gjørdist reindyrkað nationalisma, sum fólk so við og við fara at merkja sviðan av. Hann helt, at sjálvandi kundi andstøðan latið nú samgonguna stokt í sínum [...] síni, ásanni hann, at okkurt skilagott er komið á skaftið síðani 1998, tá ið hendan samgongan tók við. Hann sipaði til undirsjóvartunnilin, nýggja Smyril og samferðsluhavnina á Tvøroyri, nýggju sandoyarferjuna [...] Tað er skjótt at fella í ta veitina, at vera eygleiðari og kritikkari til tað, sum samgongan kemur við. ? Tú gerst minni konstuktivur í andstøðu. Og júst hesin leiklutur kann gera, at tú ikki í nóg stóran
hon eisini at sleppa í gongd við teirra sáttmálasamráðingar beinanveg. ?Men tað dregur út, sigur Ingeborg Vinther. Vit royndu beinanveg, tey vóru liðug, at koma í samband við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið [...] formaður Føroya Arbeiðaraelags, sum umboðar dagrøktarmammurnar. Dagrøktarmammur, Sosialurin hevur tosað við, eru farnar at ótolnast efitr einum nýggjum sáttmála. Tær hala seg hava bíðað í so leingi, at fáa hann [...] arafelagið hava gjørt sáttmála sínamillum. ?Nú er tann sáttmáln gjørdur og undirskrivaður, so nú máttu vit kunnað átt tørn, halda dagrøktarmammurnar. Men enn hava tær einki frætt um nakrar samráðingar
sigur við Aftenposten, og norska bannið ímóti alkoholreklamu hongur í einum klønum tráð. Hann vísir á eitt mál í Svøríki. Har stevndi ein matstova myndugleikunum, tí hon slapp ikki at lýsa við rúsdrekka [...] skottryggar hurðar í flogførini av slagnum Airbus, máttu tey takast úr flúgving í átta dagar. Sjáldsamt verkfall Sparingar í franska uttanríkisráðnum kunnu hava við sær, at franskar sendistovur um allan heimin [...] Alkoholreklama skjótt loyvd Eins og í Føroyum er tað bannað at lýsa við rúsdrekka og øli í Noregi, men sambært einum løgfrøðiprofessara og einum fyrrverandi eftirlitsmanni hjá EFTA er tað ikki vist, at
raknaði Neistin brádliga við. Við teimum báðum seinastu málunum í dystinum fingu tær kortini koppað øllum til sín fyrimuns, og so kundi tær fagnast, meðan vertirnir bara máttu ásanna, at alt stríðið hevði
tók avgerð um at bíða við at lata nakað loyvi, til spurningurin um undirgrundina var avkláraður. Tí vórðu eingi loyvi latin tá. Allar umsóknir vórðu lagdar á hillina. Fyrst máttu so grundleggjandi viðurskifti [...] snávingarsteinum. Fleiri av feløgunum hava 9 ára loyvi, sum tey í løtuni samráðast við myndugleikarnar um. Ætlanin við hesum loyvum var, at feløgini longu í ár skuldu bestemma seg til at bora komandi árini [...] nakað og kunnu feløgini tí halda fram við sínum kanningum. Tað kann henda, at teir fýra brunnarnir ella nakrir teirra frá 6 ára loyvunum, verða tengdir saman við troytan av 9 ára loyvunum ella møguliga
viðgerast við hesum skuldi eisini havt við sær, at nýtslan av sissandi vági til hesi minkar. At onnur sjúkutekin, sum fyrr var trupult at viðgera, nú kunnu viðgerast við hesum, hevur eisini verið við til at [...] halda upp at við viðgerðini rættuliga skjótt aftaná at tunglyndi lætti, við vanda fyri, at tunglyndi kom aftur. Afturfall er sera vanligt tað fyrsta árið. Nú er meiri vanligt at halda áfram við viðgerðini [...] førum nakað vit kundu ugga okkum við. Men tað veldst kanska um tað oyra, sum skal hoyra? Ljóðaði fyri mær, sum um tað fyrra var keðilig, men at vit kundu ugga okkum við einum gleðiligum enda. Men er tað
vil! Tað máttu teir hjá Articon sanna, tá ið teir seinnapartin mánadagin skuldi spreingja í grótbrotinum vesturi í Líð í Trongisvági. Articon hevur gjørt grótbrot vesturi í Líð í sambandi við arbeiðið [...] er næstan ein triðingur av tí, sum skal koyrast. Hann væntar, at koyringin við grótið verður liðug á Ólavsøku. Í sambandi við koyringina hava nógv fólk, sum koyra eftir vegnum framvið grótbrotinum, funnist [...] er. Har hevur mangan ligið eitt lag av runu á vegnum við innkoyringina til grótbrotið og eitt sindur inneftir. Hetta er runa, sum bilarnir draga við sær úr grótbrotinum, út á vegin. Serliga í vátveðri hevur
uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag var mikukvøldið. Hann byrjaði við, at Anfinn Kallsberg tók orðið og segði, at nú máttu limirnir gera av, um hann skuldi halda fram á listanum. Øll reistust. Eingin [...] at fáa einar 700 atkvøður í Norðuroyggjum, og tað er nógv. Umframt Anfinn Kallsberg standa Jógvan við Keldu, Jákup Mikkelsen, Rúna Sivertsen og Petur Hans Joensen á listanum, og tað er ein sterkur listi
fólk velja við høvdinum og ikki brúka hjartað at velja við, tá krossurin skal setast. Vit hava havt eina stjórn sitandi hesi síðstu 6 árini, sum lítið annað hevur gjørt, enn at fingist við sjálvstýrismál [...] gásahold við tankan, um hvussu okkara t.d. heilsuverk, løgregla, rættarskipan, pensjónir og alt sum hevur við almannamál/forsorg at gera kemur at virka, nei og aftur nei, eg eri ikki tryggur við at vit koma [...] á floti við einum fýramannafari í skopunarfirði, hvat hann helt um, at vit loystu frá Danmark. Jú, hann var loysingarmaður av guðs náði, men eitt máttu føroya fólk gera sær greitt, at vit máttu á eitt heilt