Lønarsáttmálin hjá dagrøktarmammunum gekk út tann 1. mei og er ikki enn endurnýggjaður. Grundin er, at bíðað hevur verið eftir samráðingum millum Starvsmannafelagið og Komunala Arbeiðsgevarafelagið, sigur Ingeborg Vinther, formaður Føroya Arbeiðaraelags, sum umboðar dagrøktarmammurnar.
Dagrøktarmammur, Sosialurin hevur tosað við, eru farnar at ótolnast efitr einum nýggjum sáttmála. Tær hala seg hava bíðað í so leingi, at fáa hann endurnýggjaðan, siga tær. Tá spurt hevur verið eftir nýggja sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, verður svarað, at bíða verður eftir, at Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt sáttmála sínamillum.
?Nú er tann sáttmáln gjørdur og undirskrivaður, so nú máttu vit kunnað átt tørn, halda dagrøktarmammurnar. Men enn hava tær einki frætt um nakrar samráðingar kortini.
Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum varðar av dagrøktarmammunum og sostatt skal samráðast við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tað er rætt, at tey hava sagt dagrøktarmammunum, at tey bíða eftir samráðingunum mllum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Og nú samráðingar teirra eru lidnar, og sáttmáli undirskrivaður, væntaði hon eisini at sleppa í gongd við teirra sáttmálasamráðingar beinanveg.
?Men tað dregur út, sigur Ingeborg Vinther. Vit royndu beinanveg, tey vóru liðug, at koma í samband við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, men tað hevur enn ikki eydnast, hóast nú er næstan ein vika liðin, síðan hinar samráðingarnar vóru lidnar.
Sáttmálin millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um dagrøktarmamurnar gekk út fyrsta mei, og ein nýggjur sáttmáli, sum gjørdur verður, fer at fáa gildi við afturvirkandi kraft frá 1. mei 2003, sigur Ingeborg Vinther.