Hondbóltur
VÍF skuldi úr aldudalinum, sum liðið hevur verið í, tá teir vitjaðu Neistan sunnudagin. Eftir eina út av lagi vánaliga byrjan, fingu vestmenningarnir loksins ein sigur, tá teir seinasta vikuskiftið leiktu móti KÍF, og vónin var so tann, at hetta »succes-upplivilsið« kundi lyfta liðið upp á vanligu hæddirnar aftur.
Møguleikin at staðfesta hetta var sunnudagin, tá Neistin tók ímóti, og heilt leingi var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast gestunum at røkka setninginum.
Risamunur
Munurin millum liðini var nevnliga stórur fyri steðgin. Risastórur.
Í verjupartinum hevði væl vaksna VÍF-verjan eitt jarnhart tak um Neistan. Sjálvt annars stóri Birgir Kass tóktist lítil, har hann stóð millum Sámal og Piti, og vanliga so málsólkni Dragisa Stojovic fekk snøgt sagt einki burturúr sínum royndum. Antin stóð blokkurin fyri, ella varð hann í skotstøðuni somikið hart kroystur, at fyrst Eli Müller og síðani Dejan Lacok lítlar og ongar trupulleikar høvdu av honum.
Og í álopspartinum var nakað væl meira bit í liðnum, enn tað so ofta hevur verið áður. Ikki minst tóktist Ingi Olsen at vera sera væl upplagdur, og bæði sum skothóttan og sum spælskipari stóð hann fyri sera nógvum av tí, sum VÍF førdi fram.
At Neistin »bara« var fimm mál aftanfyri í steðginum, komst eina og aleina av teirri orsøk, at Zeljko Jotic bara tykist halda fram við sínum higartil besta kappingarári í føroyskum hondbólti, og tá teir hittust í skiftirúminum millum hálvleikirnar mundu neistaleikararnir eisini prísa sær lukkuliga fyri, at hann soleiðis hevði hildið teimum i dystinum.
Jugoslaviskur múrur
Og í seinna hálvleiki skuldi hetta eisini vísa seg at verða bjargingin hjá liðnum.
Neistin fór alt fyri eitt undir at minka um munin. Serstakliga Áki Mørk tóktist sera væl upplagdur, so við og við tók munurin at minka. VÍF megnaði tó at svara aftur, men avrikið hjá Jota mundi eisini ríva burturav sjálvsálitinum hjá VÍF, og um miðjan hálvleikin gjørdist heilt galið. Tað kundi nú nærum vera líkamikið, hvussu fríir leikararnir vóru. Antin tók jugoslaviski málverjin skotini, ella gjørdist virðingin ov stór, soleiðis at skotini vórðu yvirplaserað.
Seinastu góðu tíggju minuttirnar fekk VÍF bert eittans mál, og so kundi Neistin av álvara gera um seg. Tað eydnaðist eisini liðnum at koma upp á javnleikin, men meira enn tað sama gjørdist talan so ikki um. Møguleikarnir vóru annars til staðar, men at tað í sjálvum sær ikki er nóg mikið, mundi mótstøðan sunnudagin vera besta boðið um.
Neistin misti
Og at hetta ikki eydnaðist, mundu teir í Neistanum iðra seg um eftir dystin. Grundað á ein javnleik í fyrsta dystinum á árinum, so var einsamalla stigið einki vert hesaferð, og soleiðis máttu teir síggja grannarnar úr Kyndli fara avstað á talvuni.
Hjá Vestmenningum taldi stigið hóast alt, men tað skerst ikki burtur, at eisini teir mundu iðra seg. Serstakliga tí teir á hendan hátt mistu møguleikan at seta eitt endaligt punktum fyri krepputosinum, sum hevur valdað í sigursvandu bygdini. Til hetta fáa teir tó ein nýggjan møguleika komandi vikuskifti. Tá kemur StÍF á vitjan, og tá plagar talan sjáldan at vera um keðiligar dystir.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 22-22 (9-14)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 6, Blagoje Buha 5(1), Dragisa Stojovic 5, Helgi Justinussen 4, Birgir Kass 1, Helgi Michelsen 1
VÍF: Ingi Olsen 8, Agnar Joensen 5, Sámal Joensen 4, John Zachariasen 3, Petur Fr. Joensen 1, Harald Bjørgvin 1
Brotskøst: Neistin 2, VÍF 1
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 1
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trygvi Mortensen. Tóktust halda eina ov veika linju, soleiðis at leikarar í ov stóran mun gjørdust fastur í nærdystunum.