Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Hvørt sunnukvøld kl. 20-21 eru vit at hoyra á Atlantic Radio. Kirkju og Missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18: Møti við Kristiani á Reynatrøð [...] Telefonandaktin svarar á 373777. Vága Gongufelag Um viðrar verður farið gongutúr frá Presttanga eftir røðini út í Oyrar sunnudagin 15.08.1999 kl. 14. Túrurin byrjar frá endanum á vegnum úti á Dal. Havið góð [...] vegna summarfrí, frá 26. juli til og við 29. august. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur
nakað. Tá Jóhann Marius byrjaði í skúlanum, var eingin skúli á Hellunum. Skúlagongdin var í tveimun privathúsum, men nøkur ár seinri kom skúlin á Hellunum. Børnini hjálptu til Jóhann Marius greiðir frá, at [...] vit skulu taka loysing, og sigur at hann stemmaði nei á fólkaatkvøðuni í 1946. Tann tingmaðurin sum Jóhann Marius hevur dámt best er gøtumaðurin Jákup Frederik Øregaard, hann var ein sera góður maður fyri [...] í Fuglafirið. Jóhann Marius er 88 ára gamal, og er sostatt elsti maður av Hellinum, hann býr í dag á bústovninumVesturstova í Fuglafirið. Honum dámar sera væl at búgva har. Fólkini sum arbeiða her eru
málinum, bólturin kom út frá aftur og fór upp í loft, og bæði Jákup á Borg og Øssur Hansen vóru framvið, men tíverri spurdist einki burturúr. Eitt mál á útivølli hevði havt sera stóran týdning, tí um tað í samlaða [...] seinna dystin fer at standa á jøvnum, so verða tað málini, ið eru skotin á útivølli, sum fara at gera av, hvat liðið sleppur víðari í kappingini. Tí verður takið hjá B36 á heimavølli í fyrsta lagið at [...] hetta seinasta árið hevur rokkið. Útsøgnin varð staðfest, tá KÍ tapti stórt á Svangaskarði tíðliga í fyrrakvøldið, men seinni á kvøldi undirstrikaði B36, at allir reglar hava síni undantøk. Undir ikki serliga
Jákup Mikkelsen, sum hevur verið fyrsti málverji á landsliðnum í meiri enn eitt ár, verður ikki í føroyska málinum mikukvøldið, tá Føroyar og Ísland fara at spæla landsdyst í Gundadali. Fyrrapartin í gjár [...] gjørdi Allan Simonsen, landsliðsvenjari, av at senda boð eftir Sunvardi Joensen. Hann verður ivaleyst á beinkinum, meðan undangongumaðurin hjá honum í GÍ málinum, Jens Martin Knudsen, skal verja føroyska [...] misti fyri einum ári síðani málverjuplássið, sum hann so at siga hevði havt alla tíðina síðani 1988. Jákup Mikkelsen hevur vant við Herfølge í vikuni, og tað var ætlanin, at hann skuldi verja málið, tá teir
ungar spælarar Tað er Jákup í Stórustovu, sum í samstarvi við føroysku feløgini og tríggjar sponsorar, hevur tikið stig til at senda ungar føroyskar spælarar uttanlands at royna seg. Jákup í Stórustovu hevur [...] spælir í 2. deild, neyvan man verða kent nógva aðrastaðni enn í Noregi og í Føroyum. Men sambært Jákup í Stórustovu, sum hevur samskipað forvitnisligu ætlanina, er Sogndal, har Julian Johnsson og Kurt [...] vilja, tí tað er serliga í hesum aldrinum, at útlendsku feløgini eru áhugað fyri spælarum, sigur Jákup í Stórustovu. ? Harafturat høvdu hesir spælarar ivaleyst allir komið uppá tal til eitt U21 landslið
leysan undir málinum, men skotið rakti málverjan. Heðin á Lakjuni stútaði omanfyri á hálva tímanum, eftir at Rógvi Jacobsen hevði rakt høvdið á Kurt Mørkøre, sum fyri einastu ferð allar 90 minuttirnar [...] vóru einsamallir mitt á, og harvið vórðu mótstøðumenninir illa ansaðir og klaksvíkingarnir alla tíðina yvirspældir. Ætlanin var at leggja trýst á mótstøðumenninar langt frammi á vøllinum. Tað megnaði KÍ [...] skipaðir Í fótbólti er tað so nógv, sum spælir inn á heildaravrikið. Avrikið hjá ymsu ketunum er treytað av hinum ketunum, hann, sum skal gera mál, krevur á sama hátt sum aftasti verjumaðurin at fáa hjálp
helt aftaná fyri, at tað er stuttligt at vera venjari í superliguni! Men tað stóð nógv á hjá Herfølge, sum var á odda 2-0, áðrenn heimaliðið fekk mál. Tommy Schram hjá Herfølge varð útvístur átta minuttir [...] verja, og tað eydnaðist. Men tað stóð nógv á, og heimamenninir raktu í stólpan. Í Íslandi helt ÍBV tørn um næstfremsta plássið, tá bæði teir og KR, sum framvegis er á odda, vunnu 2-1. Leiftur var í Keflavík [...] við sær. Julian dagsins maður Í Noregi hevði Sogndal við Juliani Johnsson á miðvøllinum heimavøll móti Kjelsås, sum í løtuni er á triðja plássinum, ið gevur rætt at spæla um eitt pláss í bestu deildini.
harmaðist bæði missin á landsliðnum og ikki minst, at tað væl kann hugsast, at hann komandi vikuskifti ikki verður førur fyri at hjálpa liðfeløgunum móti GÍ. Jan Dam kom heldur ikki á vøllin aftur eftir steðgin [...] steðgin. Hann var ikki millum átjan teir fyrstu á landsliðnum, men vit skilja á lagnum, at landsliðsvenjarin hevur ikki slept vónini um, at Jan Dam aftur vinnur sær landsliðssess, og um hann ikki hevði [...] hevur tað komið væl við, at so fáir klaksvíkingar hava verið á landsliðnum. Sunnukvøldið broyttist landsliðsumboðanin hjá KÍ rættuliga. Heðin á Lakjuni var ikki í góðum skørum, tá hann noyddist at taka seg
vóru teir við í dystinum. B36 kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá støða í ÍF-brotsteiginum, har John Petersen helt væl upp á bóltin endaði við, at Jákup á Borg varð spældur leysur, og hann skoraði [...] fekk fatur á bóltinum uttanfyri brotsteigin, dróg frameftir, og tá Jákup á Borg síðani skapti hol mitt gjøgnum ÍF-verjuna dró John ígjøgnum og so skoraði hann til 4-1. Tað kom neyvan óvart á heimaliðið [...] fekk høvdið á ein bólt, sum ÍF?ari skuldi senda fram á vøllin. Ninoslav Milankovic leyp avstað í vinstru, hann dróg fram eftir vøllinum, og tá hann smekkaði til snittaði bólturin beinið á aftasti manni
ungir tónleikarar sum sluppu at royna seg. Fyriskiparin sjálvur, Brand-ur Øssurson trein á pall-in og bjóðaði á-hoyr-ar-afjøldini vælkomnari til tað síðsta kvøldið, og lovaði at vit fingu at hoyra góðan [...] at verða útvald-ur til ársins ungu jazz-tón-leik-arar í Noregi. Svenski bólk-urin Got A Match ? kom á pallin beint eftir Ur-ban Connection og var hes-in svenski bólkurin som-u-leiðis mannaður við ungum [...] jazzi. Urban Connection (N) Tríggir evnaríkar ungir norð-menn, sum framførdu góðan jazztónleik við á-vís-um íblástri frá tí so kenda amerikanska býarjazzinum. Løgini vóru kanska í so long, við tað at hesir