Tað, sum sermerkti tann síðsta dagin í Tóshavnar Jazz-, Fólka- og Blues-fest-i-val-inum, sum var leyg-ar-dag-in 14/8, var at tað vóru ungir tónleikarar sum sluppu at royna seg.
Fyriskiparin sjálvur, Brand-ur Øssurson trein á pall-in og bjóðaði á-hoyr-ar-afjøldini vælkomnari til tað síðsta kvøldið, og lovaði at vit fingu at hoyra góðan jazz frá ungum tónleikarum.
Hetta kvøldið var annars borð-reitt við alskyns tón-leiki. Nakað eftir kl 20.00 spældi norski bólkurin Ur-ban Connection í kon-sert-høll-ini, hesin bólkur hevur tann heiður at verða útvald-ur til ársins ungu jazz-tón-leik-arar í Noregi. Svenski bólk-urin Got A Match ? kom á pallin beint eftir Ur-ban Connection og var hes-in svenski bólkurin som-u-leiðis mannaður við ungum evnaríkum tónleikarum.
Aftaná at hesir báðir bólk-ar vóru lidnir við at spæla, byrjaði føroyski bólk-ur-in Hóvasták sína fram-førslu í Klingruni, og svenski fólk-a-tón-leik-ar-a-bólk-ur-in Högmarkarna í Mus-ikk-caféini, men av tí at Högmarkarna eisini høvdu eina framførslu mikudagin, valdi eg heldur at fara í Kling--r-una og lurta eftir før-oysk-um jazzi.
Urban Connection (N)
Tríggir evnaríkar ungir norð-menn, sum framførdu góðan jazztónleik við á-vís-um íblástri frá tí so kenda amerikanska býarjazzinum.
Løgini vóru kanska í so long, við tað at hesir tríggir skiftust um at spæla solo, í so at siga øllum løgunum, men tað var ótrúligt at hoyra, hvussu gott hesir trígg-ir spældu saman, ein altsa-xofon, ein kontrabassur og eitt trummusett, tað hósk-ar stak væl saman.
Saxofonin var kanska tann mest dominerandi, men ein legði væl til merkis tann serstaka mátan trumm-u-spælarin spældi uppá, ein rættur trummuspælari, sum visti nær og hvar ein skuldi brúka trummustikkarar og kustar v.m.
Kontrabassurin hevði eins og hinir eina framúr góða framførslu. Hann spældi nógv solospæl og til tíð-ir í sera góðum sam-ar-beiði við trummuspælaran.
Løgini vóru øll in-stru-m-ent-al, tey vóru still og friðalig í byrjanini, men sum tíðin leið østi teir hvønn annan upp og tað sást týðiliga at spæligleðin lýsti úr teimum.
Gott samanspæl og ei undir í at Urban Conection er kos-in besti tónleikabólkur fyri ungar jazztónleikarar í Nor-egi.
Got A Match? (SV)
Fýra svenskir ungdómar ið hava navnframa Chick Co-r-ea sum fyrimynd og tað hoyrdist týðiliga. Her vóru tað tangentarnir við røttum jazzakkordum, sum saman við saxofonini settu rætti-lig-an dám á. Hesi bæði ljóð-før-ini vóru í tøttum sam-an-spæli, og skiftust um at spæla solo. Trummurnar og bassurin vóru fundamentið, sum so saxofonin og tang-entarnir fyltu út við sera góð-um tónum. Tað var demp-aður tónleikur, sum sving-aði ógvuliga væl, og teir vóru eisini ótrúliga neyv-ir í sínari framførslu.
Tað nú so vælkenda lagið, Summertime hjá Gershwin, sum vit ta síðstu tíðina kanska best kenna frá før-oyska bólkinum Tangz, var eisini framført av hesum ungu svenskarunum. Hetta var á ein stillan hátt, har saxofonin hevði sín týðandi leiklut og sum einasta lag var her sungið, ella rættari, teksturin var rappaður, ein heldur ørvísi variatión av Summertime, sum teir ann-ars komu gott frá.
Fyri hesar báðar bólkar, norsku Urban Connection og svensku Got A Match ?, var her framførdur rættur jazzur á sera høgum støði.
Hóvasták (FO)
Sámal Lindenskov ? Gui-t-ar Magnus Johannesen ? Tangentar Eyðstein Jo-hannesen ? Bass
Oddfríður Rassmussen ? Percussion Ólavur Olsen ? Trompet Heini Fossa ? Trummur
Jón Thorsteinson - sang
So var farið í Klingruna, og sum Brandur Øssurson segði, har var føroyskur jazz-ur. Hóvasták hevði nakr-ar nýggjar menn við í hópinum í mun til síðstu ferð teir upptraðkaðu í Norð-ur-landahúsinum, men alt í alt ein frálík sam-an-set-ing.
Hetta vóru allir royndir tónleikarar, so tað skuldi borg-að fyri góðsku.
Tað var nú ikki tað stóra hóvastákið, sum var í byrj-an-ini, teir løgdu út við dempað-um jazzi, men ein kundi eisini hoyra ein feril av fussión yvir tónleikinum.
Tað, sum so avgjørt var at frøðast um, var frálíka trom-pet-spælið hjá tí bert 21 ára gamla Ólavur Olsen, hann spældi framúr væl og hósk-aði hansara solospæl sera væl til hetta slagið av tónleiki. Eisini legði ein til merkis frálíka solospælið hjá Sámal Lindenskov við guit-arinum og Magnus Jo-hannesen við tangentarnar, teir fylgdu upp við so-lo-spæli við ektaðum jazz-a-kk-ord-um, ein fragd fyri oyrað.
Hóvasták framførdi fyri tað mesta heimagjørd løg, men pláss var eisini fyri nøkrum coverløgum. Hesi løgini gjørdi eisini tað at tón-leik-ur-in ikki bleív so mon-ot-on-u-r. Jón Th-o-r-stein-son kom væl frá sanginum, hóast hes-in hevði eina eitt sindur nervøsa byrjan, men kom annars ógvuliga væl frá sín-ari framførslu. Tað var sera gott samanspæl millum Heina Fossá og Eyðstein Jo-hannesen við ávikavíst trumm-unum og bassinum, hetta er sera týðandi fyri hinar og sjálvandi fyri tón-leik-in. Tað einasta sum var minus var, at trummurnar vóru í so harðar, tí Od-d-fríð-ur Rasmussen við sínum per-cussionspæli kom ikki rættiliga til sín rætt, tó so, tá tónleikurin var ógvuliga dempaður hoydist týðiliga hvat hann dugdi til. Tað, sum eg hevði hoyrt fyrr um kvøldið við norsku Urban Connection, fekk meg at hugsa um, at Heini kanska skuldi keypt sær kustar til trummurnar.
Samanumtikið vóru løg-ini væl samskipað og sam-an-spæld og hetta hóvaði áhoyr-arunum, sum vildu hava eitt eykalag, og tað fingu vit eisini, óført.
Bert spell at ein ikki kann hoyra tílíkan jazz í býnum um vikuskiftini, tað er tað sanniliga sak