smátt eru um at troka seg framat besta liðnum. Hvussu er og ikki, so verður tað aftur meldað út í Vestmanna, at gull í bæði lands- og steypakapping er málið, men tað verða tær so einsamallar um at gera av [...] verður so aftur ein nýggj roynd gjørd eftir gullinum í Vestmanna. Í mun til liðið í fjør er tó talan um nakað av frágongd. Manuela Stan er við barn, og fær tí ikki vart málið í vetur, meðan ein heilur flokkur [...] hartil hava Nicoleta Radu og Hallfríð Isaksen gjørt av, at tær eisini fara at spæla við Sóljuni komandi árið. Men maður kemur í mans stað (M/K) verður sagt, og soleiðis tykist eisini vera í Vestmanna. Felagið
Í Dalhaga settu teir eitt met um dagarnar, vilja teir halda í Sandavági. Haðani varð flett eitt hagalamb, sum fekk vektina upp á 53 pund, og tað vita menn ikki at siga um fyrr, halda teir. Yvirhøvur láta [...] Vágamenn láta sum heild væl at skurðinum í heyst. Okkurt einstakt lamb, frætt er frá, er farið upp um 50 pund, og nógvastaðni er bæði nógv og gott komið úr haganum. Summarið hevur verið sjáldsama gott [...] fjalli í fleiri hagapørtum, hóast nakrir eru eftir enn. Og har, teir hava rikið, verður látið at, at árið er væl oman fyri meðal. Onkunstaðni er nógv meira skorið, enn fyrr hevur verið og meðalvektin hevur
Jólatíð er bæði stuttlig og strævin tíð - ikki minst hjá prestum, sum um jólini skulu nøkta ein serliga stóran tørv á kirkjutænastum. - Tað er altíð hugaligt at standa framman fyri fullari kirkju, sigur [...] men at Vesturkirkjan eisini var á tremur til guðstænastuna 2. jóladag sær Heri Joensen sum eitt boð um at talið á kirkjugestum sum heild er vaksandi. - Skal eg meta eftir hvat eg síggi til guðstænastur [...] Vanligar sunnudagar er Vesturkirkjan væl meira enn hálvfull og tað er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at kirkjan tekur eini 800 fólk, sigur Heri Joensen. Forgongur ei Tá uppgangstíðir vóru í restini av
vóru bangnir um enn eitt óvæntað tap. Tað kom tó bert hitt eina málið í fyrra hálvleiki, og var tað Baja hjá sumbingunum, sum fekk hetta. Seinna umfarið lótu sumbingarnir tó ongan iva vera um, at teir vóru [...] serliga góð byrjan hjá sumbingum, tá teir fyri viku síðani taptu fyri B36 á heimavølli. Skuldi dreymurin um uppflytan til bestu deildina gerast veruleiki, var alneyðut við einari skjótari endurreisn, og hetta [...] afturat sendu teir bóltin í GÍ meskarnar, og so munaði tað lítið, at gøtumenn fingu hampað eitt sindur um úrslitið. Við sigrinum fingu sumbingar prógvað, at hóast fleiri av leikarunum nú eru komnir nakað upp
annað kemur itl sjóndar í russiskari blaðgrein frá 1983. Vita um mótstøðu Greinin stóð í blaðnum Krasnaja Zvezda í juni mánaði hetta árið, og hon bygdi á upplýsingar úr vinstravenda danska blaðnum Land [...] Føroyskir søgufrøðingar hava seinnu árini endavent skjalagoymslum í vesturheiminum fyri at fáa vitan um føroysku støðuna í kalda krígnum. Hetta hevur givið úrslit í Svørtubók og seinni eini ískoytisfrágreiðing [...] vísir sovjettiskan áhuga fyri hernaðarligu útbyggingunum í Føroyum, og at greinaskrivarin hevur vitað um føroyska mótstøðu móti hernaðarligu útbyggingunum í Føroyum, skrivar Jákup Thorsteinsson í ískoyti
ustjóranum. Oljuprísurin er meiri enn tvífaldaður seinasta árið og tað hevur gjørt, at Strandferðslan hevur verið noydd at leggja ætlanina um eina skjóttgandandi ferju inn á Skálafjørðin á hyllina. Herfyri [...] Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, segði tá, at tá ið eykajáttanin var komin, var ætlanin at taka málið um eina skjóttgangandi ferju inn á Skálafjørðin uppaftur. Men nú sigur hann, at Strandferðslan hevur framvegis [...] inntøkur Men tann møguleikan hevur løgtingið tikið frá Strandferðsluni. Hann sigur kortini at spurningurin um eina skjóttgangandi ferju er ikki sleptur enn og hann verður møguliga tikin uppaftur næsta ár. Annars
ásett av Landsverkfrøðingsstovninum eftir samráð við Starvsnevnd Føroysku Havna og SL eina ferð um árið tann 1. juni at galda fyri komandi fíggjarár. ? Samlaða árliga gjaldið frá landinum til kommunurnar [...] Fnnbogi Arge, landsstýrismaður, leggur nú uppskot til løgtingslóg um endurgjald til komunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður. Í viðmerkingunum, sigur [...] sigur Finnbogi Arge, at endamálið við lógaruppskotinum er at gera almennar lógarreglur um, hvussu verða skal við fíggjarligu viðurskiftunum millum land og kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá
skal vera um, at vit ætla okkum at vinna silvurmerkini, og hetta krevur sigrar í teimum báðum seinastu dystunum, so vestmenningar skulu avgjørt ikki vænta sær nakran lættan dyst, tá teir koma her um eina viku [...] sunnudagin mátti lúta fyri Neistanum, er í øllum førum greitt, at FM-steypið skal flyta bústað komandi árið. Venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, ásannaði eisini, at FM-gullið nú verður ein spurningum, sum Neistin [...] viku, segði ein avgjørdur StÍF venjari. Takka fyri seinast Tá vit spurdu Jónleif um, hvat munurin var á liðunum báðum sunnudagin segði hann, at avgerandi løtan var, tá Bogi bjargaði atsóknini frá Artur
nakað væl fleiri fólk í Havnargøtum um vikuskiftið enn í øðrum støðum kring landið, men tey flestu høvdu ikki nakað ónt í kvittanum. Hetta kann kortini ikki sigast um øll, tí tíðliga seinnapartin leygardagin [...] keðiligi óvani - at koyra ávirkaður - er versnaður seinasta árið. Suni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga nakað um tað. [...] serliga hált í býnum leygarkvøldið. Suni Vinther, støðleiðari í Havn sigur, at teir høvdu nógvar túrar um vikuskiftið. Av teimum, sum ikki orkaðu at ganga vóru so eisini nøkur, sum heldur ikki mintust hvar
setti enn einferð eina tjúkka striku undir teirra málsetning um at gerast meistari triðja árið á rað. At tær meina tað er eingin sum helst ivi um, og í grundini kunnu tey flestu skriva undir upp á, at tær [...] er tað trupult at sammeta við Marjuna Kalsø, sum stórt sæð hevur spælt flogbólt, alt tað fólk vita um at siga í Klaksvík. Hon er ein ófatuligur stuðul hjá teimum yngru, har Tina Jacobsen til tíðir klárar [...] kappingina aftur eftir jól. ÍF fær aftur samband við hini liðini nú stigini verða býtt í helvt, men um tað er nóg mikið til at tær skulu enda hægri á stigatalvuni er ilt at siga.