Tann 26 ára gamla Anna Elinborgardóttir úr Havn luttekur í dag í stórari fitnesskapping, sum fer fram í Danmark.
Talan er um kappingina Debuttantstævne 2013 DBFF Newcomers, sum Dansk Bodybuilding og Fitness Forbund skipar fyri á hvørjum ári.
Føroyska Anna Elinborgardóttir skal kappast ímóti 30 øðrum kvinnum. Av teimum 30 koma 15 víðari í semifinaluna, og síðani sleppa seks av teimum í finaluna. Til hesa kappingina skal annað millum annað vísa kroppin í bikini og so eisini ganga eitt sokallað T-Walk, har hon gongur á einum palli og sýnir kroppin fram.
Ikki kann sigast annað enn, at Anna Elinborgardóttir hevur havt drúgvar fyrireikingar til dagin í dag. Fyri trimum árum síðani fór hon undir at venja miðvíst og eta eftir eini kostætlan. Í dag vigar hon 48 kilo minni, enn hon gjørdi í 2010, og bara seinasta árið er hon klænkað meir enn 20 kilo.
- Fyrireikingarnar hava nú verid í yvir trý ár, men tad hevur gingid væl, og hevur sjálvandi verið strævið til tíðir, sigur Anna Elinborgardóttir við in.fo henda fyrrapartin.
- Seinastu daganir hevur verid nógv metalt fyrireiking, og so havi eg eti nógvan fisk, sigur Anna Elinborgardóttir, sum hevur havt ein danskan kostvegleiðara at leggja sær kostætlanir.
Vónirnar hjá Onnu Elinborgardóttir at vinna eru heilt góðar.
- Sjálvandi hopi eg at vinna, men hnvegin so eru nógvar flottar kvinnur í tí bólkinum, eg kapist í, so eg vóni bara tad besta, sigur Anna Elinborgardóttir.
Til ber at fylgja við kappingini her