Løgmaður ger mismun á landsstýrisfólkum.
Tað heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Flokkurin hevði havt landsfund í gjárkvøldið og ikki óvæntað umrøddi formaðurin ætlanina at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin.
- Men tá ið sáttmálin var klárur at skriva undir, hendi tað sum fægstu høvdu væntað, sigur Kári P. Højgaard.
- Undir stórum trýsti kravdi løgmaður, at lógaruppskotið, sum Løgtingið annars longu hevði samtykt, skuldi aftur fyri løgtingið.
Kári P. Højgaard sigur, at endin á tí var, at løgmaður valdi tað løttu, ókeypis politisku loysnina og tað var at loysa hann úr starvi sum landstýrismann í innlendismálum.
Hann staðfesti, at hann hevði einki skeivt gjørt.
- Men grundgevingin hjá løgmanni var, at privata verkætlanin elvdi til so nógv órógv, bæði í almenninginum og í politisku skipanini, at hann koyrdi meg frá fyri frið skyld.
Hinvegin staðfestir Kári P. Højgaard eisini, at tann ófriður, sum hevur verið um landstýrismannin í fíggjarmálum hetta seinasta árið, hevur verið minst líka ógvusligur.
- Men at koyra hann frá, hevði verið ov dýrt fyri samgonguna, og tí hendir onki, sigur Kári P. Højgaard.
Hann leggur afturat, at varð Jørgen Niclasen koyrdur frá, var samgongan fokin og tí hendir einki.
Kári P. Højgaard sigur, at leysliga mett, fer kanningin, sum nú er sett í verk, at kosta tríggjar til fimm milliónir.
- Hvør ið fer at sita eftir við reyðum oyrum, tá ið úrslitið er greitt, fer tíðin at vísa, leggur hann afturat.









