- Sum heild ein góð uppliving

Aftur í ár skipaði Tórshavnar Ítróttarráð fyri tivoliøki á Skálatrøð og sambært forkvinnuni, var tað væl eydnað.

- Ólavsøkan eydnaðist væl í ár. Veðurgudarnir vóru við okkum, fíggjarliga eydnaðist tað væl, og gestirnir vóru væl nøgdir við økið. Sum heild var tað ein góð uppliving.


Tað sigur Annsy Høghamar, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráð, ið skipar fyri tivoliøkinum á Skálatrøð um ólavsøkuna.


Hetta er sjeynda árið á rað, at tivoliøkið hevur hildið til á Skálatrøð. Í ár var tó fyrstu ferð, at tað var møguligt hjá gestum at keypa eitt armband, ið gav atgongd til allar básarnar í økinum í ein heilan dag.


- Nógv fólk vóru til staðar allar dagarnar. Nýggja skipanin við armbondum virkaði eisini væl. Fólk hava eftirlýst eina líknandi skipan, og varð hon eisini væl móttikin. Familjur koma saman á økið og vóru har ein heilan dag. Hendan nýggja skipanin var so ein roynd í ár, og nú verður hon so eftirmett.


Tað eru ítróttarfeløgini í Tórshavnar kommunu, ið sama standa fyri tiltakinum. Tað eru eisini tey, ið njóta ágóðan av yvirskotinum. 


- Eg kann ikki siga hvat umsetningurin er, men hann hevur verið vaksandi síðstu árini. Tað eru ítróttarfeløgini, ið standa fyri arbeiðinum, og tað eru tey, ið njóta ágóðan av tí. So meira tey eru við, størri ágóða fáa tey. Peningurin verður deildur líka millum feløgini, og tað er óansæð stødd. So tað er serliga tey smærru feløgini, ið vanliga ikki hava so stórar inntøkur, ið hetta ger mun hjá, sigur Annsy Høghamar at enda.