Blátt neglakk til frama fyri Down's

Føroyski Down's Syndrome bólkurin eggjar føroyingum at smyja sær blátt neglakk, at hátíðarhalda altjóða Down's Syndrom dagin.

Fyrsta mars er altjóða Down’s Syndrom dagur, og í tí sambandi varpaði føroyski Down Syndrom bólkinurin ljós á Down’s Syndrom.

 

Sambært tíðindaskrivi frá Javna, var Down’s Syndrom dagurin á fyrsta sinnið hildin fyri 10 árum síðani, og í 2012 varð dagurin altjóða viðurkendur av ST.

 

Í Føroyum verður dagurin hátíðarhildin á triðja sinni, og millum annað varð skipað fyri kunnandi tiltakið í Perluni í dag. Afturat tiltøkum er vanligt í útheiminum at lata seg í litfagrar, óparaðar hosur til tess at hátíðarhalda dagin saman við teimum við Down’s Syndromi.

 

- Men av tí at verðið í Føroyum sjáldan tilletur, at føroyingar vísa hosur herheima hesa ársins tíð, so nýta vit blátt neglalakk í staðin fyri - ella afturat - óparaðu hosunum. Við bláa neglalakkinum vilja vit undirstrika, at fólk við Down's Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið, sigur føroyski Down’s Syndrom bólkurin í tíðindaskrivi.

 

Sambært Javna, verður mett, at áleið sjey milliónir fólk í heiminum hava Down's Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið.

 

Sjálvt Down's Syndromi stendst av einum eyka kromosomi - oftast kromosomi nummar 21 - ið børnini verða fødd við. 

 

- Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur, sigur Down’s Syndrom bólkurin.