Gunnvør á Norði vakti ans í USA

Fýra fólk av Fiskaaling hava verið á Sea Lice 2014-ráðstevuni í USA, ið snýr seg um laksa- og seiðalús.

 

Fýra fólk, ið starvast hjá Fiskaaling sum granskarar, hava verið á Sea Lice 2014-ráðstevuni í USA. 

 

Annaðhvørt ár savnast serfrøðingar og áhugað í parasitiskum sjólýs á eini altjóða vísindaráðstevnu, sum einans viðgerð sjólýs. Í døgunum 31. august til 5. september var soleiðis hin 10. ráðstevnan av hesum slag hildin í Portland, Maine, USA.

 

- Heilar fýra framløgur á ráðstevnuni vóru frá granskarum á Fiskaaling. Framløgurnar vóru "Evaluation of organized delousing in a small ecosystem" við Kirstin Eliasen. "Lumpfish: Optimizing the use of a new cleaner fish" við Ásu Johannesen. "Detection and qualification of planktonic Lepeoptheirus salmonis by real-time PCR" við Agnes Mols-Mortensent.

 

Fiskaaling veit at siga, at harumframt helt Gunnvør á Norði fyrlesturin "Seasonal changes in the abundance of planktonic Lepeoptheirus salmonis and Caligus elongatus in a fish farming region in the Faroe Islands".

 

- Allar framløgurnar gingu væl, men tað var serstakliga framløgan hjá Gunnvør, sum vakti stóran ans. Gunnvør hevur saman við øðrum seinasta árið arbeitt við at finna laksa- og seiðalýs í "nauplii og kopepodit stadiunum" í sjónum, sum tað verður rópt.

 

Fiskaaling vísir á, at hetta arbeiðið hevur eydnast væl. Fleiri útlendskir granskingarstovnar hava roynt hetta sama, men til fánýtis.

 

- Tískil vórðu fleiri sera bilsin, tá tey sóu hesa framløguna. Laksa- og seiðalús spjaðast einamest, meðan tær eru í "nauplii og kopepodit stadiunum". Tí er úrslitið av hesum arbeiði sera grundleggjandi, um skil skal fáast á, hvussu hesi skaðadjór spjaðast, sigur Fiskaaling.