at gropa í nøkrum, sum hoyrir fortíðini til. Hetta sigur Anders Fogh Rasmussen úr danska Vinstraflokkinum, sum nú bakkar í bankamálinum, við danska blaðið Aktuelt. Tað var júst Vinstra, sum í januar ákærdi [...] valdsmisnýtslu í sambandi við bankamálið, og sum í somu syftu tosaði um ríkisrættarmál. Men nú leggur Vinstraflokkurin so upp til eina politiska semju, sum kann enda málið. Hetta málið er avgreitt í Fólkatinginum [...] havt somu viðkomandi skjøl í málinum, sum stjórnin hevur. Tí mugu vit fyrst seta okkum niður og gjøgnumganga alt málið umaftur, sigur Anders Fogh Rasmussen. Aktuelt skrivar eisini í dag, at meðan fíggjarliga
barnadansistevnum, ið ? sum navnið sigur - er ætlað børnum í skúlaaldri. Stevnan var í Tórshavn tvey tey fyrstu árini. Í 2006 var hon vestri í Vágunum, og í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri. Klaksvíkar [...] aftrat hava tey fingið Tekniska Skúla sum matarhøll. Eisini fara luttakararnir ein túr í Christianskirkjuna. Stevnan byrjar í morgin klokkan 11 og varir til klokkan 15.30. Børn úr øllum landinum Fyrireikararnir [...] ungdómurin skal til í dag, kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við luttøkuna, siga tey, sum fáast við barnadans kring landið. Ungdómurin er sera nógv upptikin, og tí verður tað ofta í samband við eitthvørt
setir í samband vð havnabyggingar Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldinum vil hava Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í løgmálum, at svara fyrspurningi um Yvirfriðingarnevndina. Fyrispurningurin er í hesum [...] við, at ásetingarnar verða fylgdar, sum Yvirfriðingarnevndin setir í sambandi við eitt nú havnabyggingar, eftir at arbeiðið er farið í gongd? 2. Á hvønn hátt er eftirlitið við byggingini av bingjuhavnini [...] viðvíkjandi? Í viðmerkingunum skrivar Heidi Petersen soleiðis: Fyrispurningurin er fyrst og fremst ein generellur spurningur um eftirlit og uppfylging av ásetingunum, sum friðingarmyndugleikarnir seta í sambandi
av G8 fundinum í Gleneagles í Skotlandi. Fundurin heldur tó fram. Bretski forsætisráðharrin var sjónliga skelkaður av atsóknini. Tað er ikki av tilvild, at hendan atsóknin verður framd júst hendan dagin [...] bussar og tokstøðir vóru rakt av bumbum. Í London búgva 7 milliónir fólk, og so at siga at virksemi í miðbýnum stóð brádliga stilt. Sera torført var at fáa fatur á fólki í London, av tí at fartelefon-netið ikki [...] Hinvegin høvdu eini hundrað fólk fingið álvarsligar løstir av spreingingunum. Øll sjúkrahús í London vóru í hægstu tilbúgving at taka ímóti løstaðum. Hósdagin varð framvegis ikki heilt vist, hvør stóð
Tá ið fyrsta umfarið í Prix Føroyum varð hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, var nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, ein av teimum, sum var og lurtaði. ? Tað var sera áhugavert [...] ókendur í tónleikavinnuni, tí hann hevur verið umboðsmaður fyri nógvar danskarar tónleikarar ? eitt nú Sebastian og Bifrost. Hann hevur eisini umboðað útlendskar tónleikarar í Danmark. Nógv fólk í húsið [...] hava nógv góð tiltøk í Norðurlandahúsinum í Havn. ? Tað er umráðandi, at Norðurlandahúsið verður brúkt, og at vit høvdu nógv fólk til HC Andersen, og at nógvir politikarar vóru í húsinum sunnudagin, er
luttók hon í nógvum fakligum samstarvi, bæði í Føroyum og í Norðanlondum. Júst hetta arbeiðslagið eyðkendi Maritu, hon setti seg sera væl inn í tingini, kannaði eftir hvussu man gjørdi í øðrum Norðanlondum [...] Meginpartin av sínum vaksna arbeiðslívi var Marita í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Marita var útbúgvin farmaceutur, og hesa útbúgving brúkti hon til lítar í sínum starvi sum deildarleiðari á kemisku deild [...] og fekk sett loysnina í verk á ein hátt, sum hóskaði sera væl til føroysk viðurskifti. Marita var altumfevnandi. Fyri hana merkti tað nógv, at samstarvsfelagarnir høvdu tað gott í sínum yrki. Óansæð hvør
odda fyri tónleikastevnu í Vági, har ungir hornblástursnæmingar og meira vandir tónleikarar tóku lut. Umframt næmingar úr 4., 5., og 6., flokki í Vágs Skúla, so tóku eisini lærarar í Sekstettini Suðurættin [...] úr 8. flokkunum hava júst fingið rútmu ljóðføri og hava leikt í nakrar fáar dagar, men longu merkjast ljóðbylgjurnar og trummuljóðini duna. Heilt fitt av fólki var til konsertina í Vágs Skúla sunnudagin [...] rútmustykki, ið minti ikki sørt um Safri Duo. Øll í stóra orkestrinum, frá teimum minstu til tey stórstu, klappaðu og tóku taktir í felag, so tað stóð eftir í. Og væl var vant, tí samspælið var frálíkt. Eisini
Maðurin hevði í summar keypt 125 gram av hash í Thy-leguni í Danmark, og hesa nøgd hevði hann tikið við sær til Føroya. Í rættinum segði maðurin, at hashið var til egna nýtslu. Ikki ætlanir um víðarisølu [...] Maðurin bleiv tikin í einum bili í Haraldssundi tann 5. august, tá ið hann saman við øðrum var farin á Summarfestival í Klaksvík. Tá ið løgreglan kannaði viðførið, ið maðurin hevði við sær í bilinum, kom hon [...] keypt í Danmark ein góðan mánað frammanundan. Ecstacytablettirnar segði maðurin seg hava sum trygd fyri eitt peningalán, ið hann hevði veitt einum vinmanni. Hesum trúði ákærin ikki og vísti á, at júst Su
at útinna fólkaskúlalógina í verki, er hetta bert ein lappaloysn, sum hvørki er fuglur ella fiskur, skrivar nevndin í Føroya Lærarafelag í oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið út. Og tað er eyðsýnt [...] lærarar og úrslitið av henni verður almannakunnugjørt fyrst í komandi ári. Í oddagreinini kemur nevndin eisini inn á óloystu viðurskiftini í savnsrøktini og KT-varðaøkinum, sum er partur av semjuni millum [...] Økingin til fólkaskúlan og sernámsfrøðiliga virksemið í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg komandi ár, er góðar 14 mió. krónur. Hetta er ein bati í mun til verandi fíggjarár, men so leingi játtanin ikki
Tað kann staðfestast longu í fornaldarsøgu okkara, hvar umboðsmenn fyri kongsveldi jú kravdu skatt upp í Føroyum og fóru av landinum við honum. Eisini einahandilstíðin í miðaldarsøgu okkara, hvar ymiskir [...] fluttir av landinum. Enn sita forhandlarar í Danmark, sum hava einahandil uppá vørur sum koma uttanlendis frá til Føroya. Júst hvussu nógvur peningur liggur eftir í danska samfelagnum, av teim handlum sum [...] handilsmenn í øðrum londum, er tað helst eingin sum hevur eitt nágreiniligt boð uppá. Men at talan er um stórar upphæddir er eingin í iva um. Til fólkatingsvalið hesaferð er støðan greiðari í ríkisrættarliga