Minningarorð um Maritu Poulsen

Leygarkvøldið 12. juni komu tey tungu boðini um, at Marita var farin, áleið eitt ár eftir at vit skiltu, at hon var blivin álvarsliga sjúk.

Marita var einans 49 ára gomul. Meginpartin av sínum vaksna arbeiðslívi var Marita í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Marita var útbúgvin farmaceutur, og hesa útbúgving brúkti hon til lítar í sínum starvi sum deildarleiðari á kemisku deild.
Hennara serliga fakliga áhuga høvdu kemiskir greiningarhættir og akkrediteringin av kanningarstovuni. Hennara ágrýtni tryggjaði, at okkara kanningarstova var og er á sama stigi sum vælriknar starvsstovur aðrastaðni. Aftrat starvsstovuarbeiðnum luttók hon í nógvum fakligum samstarvi, bæði í Føroyum og í Norðanlondum.
Júst hetta arbeiðslagið eyðkendi Maritu, hon setti seg sera væl inn í tingini, kannaði eftir hvussu man gjørdi í øðrum Norðanlondum og fekk sett loysnina í verk á ein hátt, sum hóskaði sera væl til føroysk viðurskifti.
Marita var altumfevnandi. Fyri hana merkti tað nógv, at samstarvsfelagarnir høvdu tað gott í sínum yrki. Óansæð hvør trupulleikin var, kundi man altíð venda sær til Maritu. Við sínum stilla sinni skapti hon álit og tryggleika.
Bæði hon og vit hava í eitt ár livað í vónini um, at hon fór at vinna á sjúkuni og aftur gerast ein natúrligur partur av okkara arbeiðsdegi. Soleiðis skuldi ikki ganga.
Okkara tankar leita til Jóhan, Rúna, Fridu og familjuna, sum øll høvdu so ómetaliga stóran týdning fyri hana.
Góða Marita, túsund takk fyri alt tað, tú hevur verið fyri okkum øll somul.
Heilsufrøðiliga starvsstovan